Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-08-03, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. august 2000síða 3

‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 5 tíðindablaðið sosialurin tíðindablaðið sosialurin Nr. 146 - 3. august 2000 Nr. 146 - 3. august 2000 Ein langur dagur hjá sumbingum Fyri fyrstu ferð í eini 15 ár, hava sumbingar aftur verið í Tindastakki og drigið lunda. Tað var øgiliga nógvur lundi at síggja, men kortini var veiðan ikki góð ÁKI BERTHOLDSEN Tað var nátt, tá ið teir fóru, og tað var myrkt, tá ið teir komu aftur. Jú, tað var ein langur dag- ur, tá ið sumbingar týsdagin vóru í Tindastakki og drógu lunda. Og ikki var fongurin av tí mesta, so gjørt upp í tímaløn mundi hetta valla loysa seg. Men her er tað ikki tím- arnar, tað snýr seg sum. At fara í bakkan eftir fugli og at røkja bjørgini er gomul føroysk bygdarmentan og hana vilja sumbingar varð- veita. Teir møttu í Pollinum, sum lendingin í Sumba eit- ur, klokkan hálvgum seks týsmorgunin og teir vóru ikki heima aftur fyrrenn tað gekk til midnátt, og tað var blivið myrkt. Men Aksal Poulsen, sum var ein av teimum, sum vóru við, sigur, at líkindini vóru av tí besta, so teir fingu ein góðan dag í stakkinum. Hesuferð fingu teir 450 pisur og tað er ikki meiri enn helvtin av tí, teir plagdu at fáa, tí fyrr kom fongurin onkuntíð upp á 1100 pisur, tá ið teir fingu mest. Men teir høvdu eisini tvær stengur við sær, so teir fleygaðu eitt sindur inn í- millum og teir fingu einar 250 lundar. Teir vóru 13 mans við í stakkinum so teir fingu gott 50 fuglar í part. Annars eru tað einir 20- 22 eigarar í Tindastakki. Stakkurin var býttur í gamlari tíð, soleiðis, at tey, sum ikki høvdu so nógv rættindi í fuglabjørgum, fingu part í Stakkinum í- staðin, og annars varð hann býttur eftir jørðini. Rættind- ini í stakkinum eru so arvað ættarlið eftir ættarlið. Fyrstu ferð í 15 ár Aksal Poulsen sigur, at hetta er fyrstu ferð í eini 15 ár, at sumbingar hava verið í Tindastakki. Orsøkin til, at teir fóru aftur í stakkin í ár, var fyri at røkja hann. – Bjargarøktin hevur sera stóran týdning, ikki minst fyri stakkarnar, tí er tað um- ráðandi, at fólk gongur í teir við jøvnum millumbilum og trakkar teir saman. Týsdagin, teir vóru í stakkinum, trakkaðu teir eisini saman. –Tað verður ongin bøkk- ur koyrdur á sjógv, men hann verður trakkaður væl og virðiliga niður, til tað er fast undir. – Har tað er grivið á gos, tvs, at ein torvan er so full av lundaholum, at tú sært hav til allar síðir, fara fleiri mans uppá hana og trakka hana saman, líka niður á fast aftur. – Og so byrja lundarnir aftur at grava, um ikki fyrsta árið eftir, so annað árið eftir. – Tað er soleiðis vorðið við lundanum, at hann grevur í holuni hvørt einasta ár. – Og tá ið pisurnar eru floygdar, grevur hann aftur og reinsar holuna, sigur Aksal Poul- sen. Hann heldur, at ein orsøk til, at tað ikki er meiri pisa í Tindastakki er júst tí, at hann hevur verið so leysur og at nógv er skolað burtur, so at lundin nú hevur ov lítið pláss at grava. Royndir og óroyndir Tað var blandingur av royndum og óroyndum monnum, sum vóru við í stakkinum hesuferð. Aldursforsetin uppi í stakkinum var 71 ára gamli Jákup Joensen, vinnulívs- maður og fyrrverandi løg- tingsmaður, men annars vóru onkrir mans uppi í sekstiárinum. Hinvegin vóru eisini tríggir mans við, sum ongantíð høvdu verið áður. - Fongurin var ikki av tí mesta hesuferð. Teir fingu 450 pisur og 250 lundar. Sostatt fingu teir 13 menninir gott 50 fuglar í part Av teimum 13 monnun- um, vóru níggju mans uppi í stakkinum, meðan tveir vóru á hvørjum av teimum báðum bátunum. Aksal Poulsen sigur, at orsøkin til, at ongin hevur verið í Stakkinum so leingi, er, at lundin minkaði og tí hildu teir seg ikki til at fara í fleiri ár. Og síðani bleiv tað bannað at draga lunda. Men í ár fingu teir so loyvi til at fara í Tindastakk aftur at draga. Nógv fólk er samankomið í pollinum, tá ið menninir koma aftur Eisini børnini eru komin at forvitnast, hvussu stórur fongurin er Lundin verður býttur í Pollinum í 13 javnt stórar partar. Teir fingu gott 50 lundar í part, so mált í tímaløn, er hetta ikki ómakin vert. Men her er tað ikki tímalønin, sum telur Ójavnt búgvið Frásøgumaður okkara sigur, at hetta var í fyrra lagi, at teir fara í Tindastakk. – Gamalt var ikki at fara fyrrenn fyrsta vikan av aug- ust var farin, ella um at vera farin. Men í ár hevur veðrið verið so gott, at menn hildu, at pisurnar vórðu tíðliga búnaðar. Tí fóru vit týsdag- in, sigur hann. Men hann sigur, at tað var ógvuliga ójavnt, sum pisur- nar vóru búnar. – Í summum reiðrum vóru pisurnar longu farnar. –9Í øðrum reiðrum vóru tær akkurát útkomnar og í øðrum reiðrum lógu eggini enn. So tað blivu nógvar pisur lagdar í aftur reiðrini. – Tær bestu pisurnar eru tær, sum hava eitt sindur av dúni eftir á rygginum, tær verða nevndar drunnpisur. –Tá ið tær eru floygdar, hava tær mist eitt sindur av holdinum aftur, tí tá hava tær hungrað í tveir, tríggjar dagar ímeðan tær sita utt- anfyri holuna og flaksa. Aksal Poulsen sigur, at pisurnar vóru væl fyri, tí kjósin var full av føði. – Annars var øgiliga nógvur lundi at síggja, tí tað fleyg ein stórur ringur alla tíðina. Ikki allastaðni Aksal Poulsen sigur, at Tindastakkur er nógv víð- førari enn ein skuldi hildið. Tí er hann byttur sundur í einar seks, sjey partar at draga. – Tá ið pisurnar eru drign- ar í einum parti, verða tær lagdar í ávís pláss og so verður farið í næsta pláss at draga. – Hesuferð vóru vit ikki í tveimum pørtum, og í tí triðja partinum drógu teir bara tað, sum var lættast at koma at. Høvdu teir drigið allan stakkin, høvdu teir kanska fingið einar 200 pisur aft- urat, heldur hann. Aksal Poulsen sigur, at teir hava eisini fingið loyvi til at fara í Sesstakk og hag- ar ætla teir at fara í næstu viku, um tað viðrar. Har hava teir verið meiri regluliga, og har er tað mesta, teir hava fingið, ein- ar 2500 pisur. Seinastu árini hava teir ligið um 800 pisur í Sesstakki. Í Sesstakki eru einir 15 eigarar. Sambært seinastu veljarakann- ing eru bert smá 28 % av Før- oya fólki fyri loysing frá Dan- mark. Hetta samsvarar helst væl við tey 33% í 1946, tá fólkaviljin í Føroyum reelt heldur ikki var fyri eini loys- ing. Við 66% vallutøku í 1946 taldu 33% av føroysku veljar- unum gott 50% til fólkaatkvøð- una. Í síni lítlu Grønu sigur Høgni Hoydal um fólkaat- kvøðuna í 1946: ”En af de mest vægtige grunde til, at folkesfstemningen i 1946 resulterede i et flertal for en selvstændig færøsk stat, var dannelsen af en politisk gruppe, der som de eneste rejste landet rundt og agiterede for et ja til løsrivelse” (síðu 35). Einvegis loysingarpropa- ganda í 1946 gav helst nøkur eyka prosentir til loysingina, og hetta man hava givið okkara propagandaministara, Høgni Hoydal, blóð upp á tonnina. Men nationalromantiskar myndatalur, líknilsir ella allegoriir uttan realpolitiskan substans er ikki nóg mikið fyri Føroya fólk anno 2000. Í tvey ár hevur okkara propaganda- ministari brúkt um 20 mill. krónur úr Landskassanum til einvegis loysingar propaganda. Svarandi til danska fólkatalið hevði upphæddin verið 2 milliardir krónur. Úti í heimi fær slíkt avleiðingar, men í Føroyum gongur tað — enn? Ístaðin fyri at savnast um faktuel virðir í ríkisfelagsskap- inum hava ávís innan loys- ingarrørsluna spesialiserað seg í at tala niðrandi um danir og ríkisfelagsskapin bygt á ó- grundaða útspilling og illgit- ing. Til tíðir hava hesir loys- ingar haturfuglar eitt so ónærisligt flog, sum bert fjøtr- aðar undirlutakenslur ella íbor- ið trælalyndi kann geva íblást- ur til, men sjáldan verður hann lukkuborin, ið sinni ber av trælli! Blokkstuðulin, sum so mikil hávi verður gjørdur burturúr, er eingin fortreyt fyri ríkisfe- lagsskapin, men ein kærkomin útjaðarastuðul tá brúk er fyri honum. Gera vit blokkstuðulin til nakað odiøst ella til synda- bukk, renna vit okkum føst í okkara egna praksis av út- oyggja stuðuli, og niðurgera tey sum har búgva, tí at tey taka ímóti útjaðarastuðuli. Blokkstuðul ella útjaðarastuðul er ein politisk avgerð, sum ikki eigur at verða brúktur sum moralsk kastibløka. Trongdskygdur nationalromantikkur Loysingarrørslan hevur við sínum trongdskygda natio- nalromantikki avdúkað eitt óføroyskt fundamentalistiskt grundstøði, sum frammanund- an útihýsir eini demokratiskari framferð. Við áhaldandi pro- pagandatiltøkum, har bert loys- ingar meiningar vinna frama, verður roynt at snara og reingja veruleikan. Trúttað verður nið- ur í fólk, at tað er óføroyskt at vera samríkissinnaður, og at samríkisfólk eru ábyrgdarleys. Hetta hóast nógv tann størri parturin av Føroya fólki sam- bært seinastu meiningarkann- ing er samríkis sinnað, og at flestu ynskja eina nýskipan innan fyri ríkisfelagsskapin. Enn eru ongar ítøkiligar konsekvensrelateraðar ætlanir gjørdar fyri fullveldið Føroyar, sum lýsa korini her á landi undir einum tilhugsaðum full- veldi. Tá hugsað verður um, at vit liva í einum landi, har tú ikki fært lán til eitt høsnarhús, uttan at bæði náðgreiniligar tekningar og fíggjarætlan fyri- liggja, kann ein spyrja hvar ábyrgdarkenslan er í hesi ”prøv lykken” loysingini? Hóast alt tosið um loysing og gylt lyftir so fyriliggur heldur ikki so mikið sum eitt uppskot til eina tentativa ella ætlandi ”fullveldisfíggjarlóg”. Sambært íslendsku kanningina fellur vælferðin hjá Føroya fólki við 24% um loysing verð- ur. Eisini danir meta, at ein loysing kemur at geva før- oysku vælferðini eitt skot fyri bógvin, soleiðis at okkara vælferð eftir eina loysing kemur niður á støði hjá skotum ella kanska heilt niður á støði hjá teimum í Portugal. Loys- ingin kemur sostatt at krevja, at tað almenna skal spara hundraðtals mill. krónur um árið, við hópuppsagnum hjá tí almenna til fylgju. Trongdskygdur national- romantikkur er eitt haft um beini hjá frælsis hugaðum fólki, tí hann fastlæsir bæði tað persónliga — og demokratiska frælsið. Guð náði tann loys- ingar arminga, sum her hjá okkum vendir sær frá síni ein- oygdu nationalromantisku ideologi og mennist fram til eina meiri fjøltáttaða konse- kvensrelateraða ideologi, har realiteturin stendur við stýris- vøl. Onkur fráfallin loysingar romantikari hevur enntá verðið kravdur at skrifta í bløðunum! Nationalromantikkur av øllum slagi hevur altíð kling- að væl í oyrunum á ungdóm- inum, og tað er eisini har loys- ingarrørslan við síni propa- ganda hevur stóra undirtøku. Ungdómurin er kensluborin og lættur at ávirka, og tekur ikki altíð dagar ímillum veruleika og propaganda, sum vit eisini kenna alt ov væl frá týsku ungdómsrørsluni undir seinna heimsbardaga. Ríkisfelagsskapurin sum familjuband Loysingarrørslan tosar ofta um ríkisfelagsskapin sum eina familju, sum vit eiga at vaksa okkum úr og flyta heimanífrá. Um vit blíva í myndataluni, so er ríkisfelagsskapurin ikki so ólíkur einum hjúnabandi, har ávísar avtalur og tilhoyrandi bindingar eru galdandi, og at hvør parturin ger tað, sum hon/ hann er best/bestur til. Úrslitið er trygd og trivnaður, har fa- miljubond røkka hvørjum øðrum í einum fíggjarligum fyrimuni og útjavnan. Loys- ingarrørslan konkluderar har- afturímóti, at frælsi finst ikki í einum hjúnarbandi (ríkisfe- lagsskapi), men at bert ”singl- ar” tvs. gamlar gentur og gamlir dreingir hava frælsi til at føla seg fræls og frí? Ynskir ein at standa uttanfyri ein felagsskap - tað veri seg hjúnaband ella ríkisfelagsskap — so fella felagsrættindini og skyldur burtur. Loysingarrørsl- an eigur at gera sær hetta greitt og gevast við síni snúltandi og mannminkandi framferð á økinum. Í okkara 600 ára gamla ríkisfelagsskapi við Danmark hava vit í Føroyum megnað at tryggja okkum eitt nútímans samfelag við eini vælferð og einum útbúgvingarstøði og persónligum frælsi, sum fá av okkum vilja vera fyri uttan. Danska Stjórnin og Fólka- tingið hava eisini latið okkum vitað, at ein møguligur nýskip- anarsáttmáli innan fyri ríkis- felagsskapin kemur at hava bæði høgt til loft og vítt til veggja, eisini tá talan er um frælsi og ábyrgd. Tað er púra burturvið, at loysingarrørslan í Landsstýr- inum ikki vil kanna møgu- leikarnar fyri eini nýskipan innan fyri okkara 600 ára gamla ríkisfelagsskap, tá hetta sambært fleiri meiningarkann- ingum er fólksins vilji. Hvussu kann loysingarrørslan siga, hvat ið er best fyri Føroyar og Føroya fólk, tá tey bert kenna loysingar møguleikarnar í propaganda stíli og als onki kenna til møguleikarnar fyri eini nýskipan innan fyri ríkis- felagsskapin? Gjørdu vit ístaðin sum Ís- land, og arbeiddu fyri at eitt samt Løgting kundi staðið sum garantur fyri einum grund- leggjandi nýskipanaruppskoti, sum bygdi á ítøkiligar og ob- jektivar framtíðarætlanir, høvdu vit eitt ástøði eins og Ísland hevði, bæði við einum politiskum vilja og einum fólkavilja til at fremja eina realistiska nýskipan, sum fyri Føroyar p.t. liggur innan fyri ríkisfelagsskapin. Íslendska framferðin var demokratisk fyrimyndarlig og úrslitið í 1918 og 1944 tala fyri seg: Bæði í Altinginum og til fólkaatkvøðurnar lógu ja-at- kvøðunar millum 90 og 100%, tvs. næstan full semja ella konsensus. Naggatódnin í verandi loys- ingar samráðingum millum Føroyar og Danmark ber boð um, at einvegis ”statspropa- ganda” ikki megnar at vinna á fólkaviljanum, og tað eiga øll demokratisk sinnað at frøast um. Sitandi samgonga er kom- in upp í rasshaft av politiskari ómegn og tvørrandi virðing fyri sakligar upplýsing, og átti at kent sín vitjunartíma og ikki sent fleiri ”Jákup Sibba” delegatiónir til Kjøpinhavnar at samráðast á hesum sinni! Regin Eikhólm Loysing fyri loysingina skyld lítla undirtøku millum fólk – heldur frælsur í felagsskapi enn snúltari uttanfyri! Heldur frælsur í felagsskapi Viðmerking: