Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-08-03, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. august 2000síða 4

‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 7 tíðindablaðið sosialurin tíðindablaðið sosialurin Nr. 146 - 3. august 2000 Nr. 146 - 3. august 2000 gult cyan magenta svart - Skuldi Signar veri› fríkendur, átti ta› at veri› tí hann handla›i í gó›ari trúgv og í ney›stø›u, og ikki vi› skítb‡ttu grundgevingini hjá kanningar- stjóranum Jákup Mørk Somiki› kontantur er Bjørn á Heygum, tá vit í gjár hittu hann á máli, og spurdur hann um júst lidnu frágrei›- ingina, sum fríkennir Signar á Brúnni. Andsøgnin Hin 25. mars stó› at lesa í Sosialinum, at Bjørn á Heygum var ikki í iva um, at Signar á Brúnni átti at fari frá sum landsst‡risma›ur í stundini. Orsøkina seg›i Bjørn á Heygum tá vera, at hann púra greitt hev›i broti› st‡risskipanarlógina. Tá vit í gjár spurdu hann, um hann framvegis stó› fast vi› hesi or›, var hann púra avgjørdur, og seg›i at ta› gjørdi hann so sanniliga. Orsøkin til framhaldandi fastu stø›utakanina hjá Bjørn er petti »Eru goldnu útrei›slurnar heimila›ar« sum stendur at lesa á sí›u 82 í frágrei›ingini frá kanning- arstjóranum. »Hvat vi›víkur støddini á útrei›sluni, so er talan um útrei›slur fyri íalt kr. 1.652.739,67. Virksemi› hjá SvF er á fíggjarlógini játta› undir játtanarslagnum »landsfyritøka«, i› merkir, at ikki er ásett neyvt hvør upphædd er játta› til hetta virksemi›, tá SvF bert í rakstri sínum skal uppfylla ta nettojáttan (inntøkur min- us útrei›slur fyri vi›kom- andi játtanarár) ásett er í fíggjarlógini. Nettojáttanin fyri virksemi› hjá Svf fyri 1999 er í fíggjarlógini fyri hetta ár ásett til kr. 0, i › merkir, at raksturin fyri SvF ikki má geva hall fyri ári › 1999. Kanningarstjórin vísir í hesum sambandi á, at tá talan er um vanligar lønarút- rei›slur til starvsfólk hjá SvF fyri juli 1999 og vanlig rindan fyri sjónvarpsrætt- indi og UMMS samstundis hevur havt sær fyri eyga›, at nettojáttanarkarmurin hjá SvF fyri 1999 skal halda og hevur grundarlag fyri at meta um hetta er gjørligt, so metir kanningarstjórin at goldna upphæddin í stødd liggur innanfyri játtanaru- pphæddini á fíggjarløg- tingslógini.« – Har stendur, at sambært kanningarstjóranum er eitt 0 ikki longur eitt 0, sigur Bjørn á Heygum. Hann vísir á, at fyrst í pettinum stendur, at SvF skal uppfylla treytir- nar um, at inntøkur minus útrei›slur skulu geva 0 sam- anlagt. – Seinni stendur at lesa, at goldna upphæddin liggur innanfyri játtanarupphædd- ina á fíggjarløgtingslógini. Hetta hongur als ikki sam- an, sigur fyrrverandi løg- tingsma›urin, sum eisini hevur veri› vi› til at smí›a› st‡risskipanarlógina. B‡ttisligt Ví›ari sigur Bjørn á Heyg- um, at hann hev›i rokna› vi›, at um so var, at kann- ingarstjórin frammanundan hev›i gjørt av, at Signar á Brúnni skuldi fríkennast, so hev›i hann helst víst á, at landsst‡risma›urin handl- a›i í gó›ari trúgv og í eini ney›stø›u: – Eg hev›i í øll- um førum ikki rokna› vi›, at hann fór at koma nøkrum so skítb‡ttum. – Hatta er jú grundleggj- andi í strí› vi› tey argu- ment, sum Signar sjálvur førdi fram, tá máli› í sínari tí› var› reist. Frágrei›ingin sigur ikki eitt or› um, at tal- an var um ney›stø›u, men sta›festir bert, at ta› var í lagi at ávísa upphæddina, sigur Bjørn. Í sama vi›fangi leggur hann dent á, at um upphæddin var heimila› ella ikki, var als ikki nakar spurningur undan kanning- ini: – Øll vóru samd um, at har vóru eingir pengar at játta. Eisini Signar á Brúnni, tí annars hev›i hann onga orsøk til at spyrja seg fyri hjá fíggjarmálast‡rinum ella fíggjarnevndini. – Orsøkin til, at hann spurdi seg fyri, var jú grein 43, petti 2 í st‡risskipanar- lógini, har ta› greitt stendur, at peningur ikki kann ávís- ast, uttan at játtan fyriliggur. Ta› n‡tist tær als ikki at vera løgfrø›ingur fyri at skilja, leggur Bjørn áherslu á. – Hatta er akkurát sum í Pipar og Salt, har tey siga seg hava rætt, sjálvt um onnur hava argumentini, sigur núver- andi advokaturin heldur speiskur. Avlei›ingarnar Um avlei›ingarnar av kann- ingini grei›ir Bjørn á Heyg- um frá, at eftir hansara tykki er ni›urstø›an bæ›i skammilig og syrgilig. – Skal hetta skapa for- dømi, so n‡tist einum lands- st‡rismanni ikki longur at taka atlit til, hvørja játtan hann hevur at arbei›a undir. Líkamiki› um játtanin er 200.000, 500.000 ella 31 mió.kr., so ger ta› einki, um ein landsst‡risma›ur ávísur 43 mió.kr. – Avlei›ingin av hesum er, at løgtingi› fyri eftirtí›- ina er sett fullkomuliga út av spælinum, bæ›i sum játtan- ar- og eftirlitsmyndugleiki, og at úttinnandi valdi hevur frítt spæl, sigur Bjørn á Heygum at enda. Bjørn á Heygum: Grundgevingin heldur ikki Nú kanningarstjórin er li›ugur vi› arbei›i›, er Bjørn á Heygum ikki minni avgjørdur Sosialurin, 23. mars í ár. Bo›- ini frá Bjørn á Heygum kunnu neyvan misskiljast Vestmanna • Tel. 42 44 07 Okkara stóra útsøla byrjar leygardagin 5. aug. kl. 10.00 Opið verður til kl. 20.00 Fríggjadagin 4. aug. er STONGT Øll útsøluvøra fyri 1/2 prís. Restir fyri 99,- og 149,- NICLAS JOHANNESEN Signar sigraði. Men líkist kortini einum tapara í po- litiskum talvi. Sjálvur dylir fyrrverandi, og nú reinsaði, landsstýris- maðurin ikki fyri, at hann er fegin. Og vónbrotin. Fegin um, at tað loksins og endaligt bleiv staðfest týsdagin í 83 síðurs frá- greiðing hjá kanningar- stjóranum Petur Even Djur- huus, at Signar á Brúnni gjørdi onki galið, tá hann sum landsstýrismaður í snarari vending í fjørsumm- ar skrivaði illa sperda SvF ein tjekk upp á 1,6 milliónir krónur. Vónbrotin um, at lyftið um at sleppa aftur í Tinga- nes – um ein kanning reins- aði hann – ikki verður hild- ið. Herskin biti Signar vísir til niðurstøðuna hjá Tjóðveldisflokkinum og beinleiðis endurgevingar í eitt nú Sosialinum frá for- manni floksins Høgna Hoy- dal um, at varð Signar reins- aður, so bíðaði sami lands- stýrissessur eftir tí politiskt roynda fuglfirðinginum. Men nú tykist vera greitt, at nývaldi landsstýrismað- urin í undirvísingar- og mentamálum Tórbjørn Ja- cobsen verður sitandi. Ein herskin bitið at svølgja hjá Signari, sum ikki hevur gloymt, at tað var Tórbjørn, sum í mars í ár alment kravdi, at Signar mátti fara frá. Víst varð til frágreiðingina hjá løgtings- grannskoðarunum, sum funnust at embætismanna- førsluni hjá fyrrverandi landsstýrismanninum í sjónvarpsmálinum. Tór- bjørn segði í viðtal við Dimmalætting 28. mars, at var niðurstøðan hjá grann- skoðarunum røtt, so hevði maðurin við ábyrgdini brot- ið skottið millum tað útinn- andi og tað lóggevandi valdið. Og tí mátti Signar frá. – Tórbjørn var tann fyrsti at fella dóm í hesum máli, sigur Signar, ið kortini ikki vil siga stórvegis um tað, sum í síðsta enda eisini kann gerast eitt stríð um tjóðveldisatkvøður í Eystur- oynni. Men hann leggur kortini aftrat. – Eg haldi meg tó kunna siga við vissu, at var hann í mínari støðu og eg í hans- ara, so hevði eg aldrin funn- ið upp á at gjørt tað sama sum hann. Ja, eg føldi tað at vera óloyalt. Hann kundi um ikki annað ringt og spurt meg um málið. Blást upp Sjálvur ivast Signar á Brúnni onga løtu í, at mest oyðileggjandi fyri hann hevur verið trongdin hjá tí, hann kallar »pørtum av pressuni og ávísum politik- arum« at gera málið polit- iskt, uttan at seta seg inn í øll fakta. – Eg haldi, hetta málið bleiv frá byrjan blást upp til nakað, tað ikki var. Og lýsingin av málinum var serstakliga eintáttað. Okk- ara grundgevingar høvdu ongan áhuga, sigur fyrrver- andi landsstýrismaðurin, sum enn einaferð leggur dent á, at málið var serstak- liga væl viðgjørt og kannað av umsitingini í undirvís- ingar- og mentamálastýri- num, áðrenn gjørt varð av at flyta SvF pengar fyri løn- ir og rokningar til Gramex og Koda, sum skuldu rind- ast. Annars kundi svartur skíggi og í evsta enda húsa- gangur raka almenna sjón- varpið. – Okkara grundgevingar stóðu eisini at lesa í endur- skoðaðu frágreiðingini frá løgtingsgrannskoðarunum. Men kortini vóru hesar grundgevingar ongantíð tiknar upp á tungu í al- menna orðaskiftinum. Tær sluppu slettis ikki við í hetta Ein reinsaður Signar kennir seg svíktan av sínum egnu – Eg gangi út frá, at ein meiri- luti í Tjóðveldis- flokkinum hevur ringan smakk í munninum, sig- ur Signar á Brúnni, nú tað er greitt, at hann fær fult viðhald í síni embætismanna- førslu í sjón- varpsmálinum - men kortini missir landsstýr- issessin kjakið, sigur Signar á Brúnni og hann leggur aftr- at: – Trupulleikin er – og tað vita allir politikarar – at andsøgn ofta er millum ymsar lógir. Stýrini sita hvør í sínum lagi og gera lógir, sum løgtingið sam- tykkir, og brádliga situr tú sum landsstýrismaður við ábyrgd av einum málsøki, har lógirnar ikki eru í tráð við hvørja aðra. Ein grein sigur eitt, meðan ein onnur sigur okkurt annað. – Júst hesi støðu sat eg í. Hvat er so at gera?, spyr Signar og vísir á, at sjónvarpsmálið varð eisini sent út til økonomar hjá fíggjarmálastýrinum til við- gerðar, áðrenn tað loksins bleiv avgjørt at rinda 1,6 millión krónur til SvF. Ynskti sjálvur kanning Signar á Brúnni leggur dent á, at hann sjálvur mest av øllum ynskti at fáa eina kanning av málinum. Hann var fullvísur í, at ein kann- ing fór at reinsa hann. Tað var eisini Signar, ið sjálvur bað løgmann Anfinn Kallsberg loysa seg úr starvinum í vár. Men hann váttar, at hetta var ikki bara hansara egna hugskot. – Ja, eg kanska føldi tað sum eitt trýst at gera tað, viðgongur Signar á Brúnni. Trýstið varð eisini innan- borðs í Tjóðveldisflokki- num, har tað sum síðani al- ment hevur fingið heitið »minst møguligi meirilutin« fekk Signar at biðja løg- mann loysa seg úr starvi. – Eg má eisini viðganga, at eg haldi mannagongdin síðani hevur verið løgin. Eg dugi ikki rættiliga at skilja, hví tað mitt í tí annars tradi- tionelt friðarligu summar- frítíðini gjørdist so átroðk- andi at seta nýggjan lands- stýrismann. Serliga tá hugs- að verður um, at frágreið- ingin var so væl ávegis. Spyrt tú meg, so haldið eg, at tað hevði neyvan verið tann stóri skaðin, um bíðað varð eini 14 dagar aftrat, sigur Signar á Brúnni. Verður verandi Hóast Signar ikki kennir seg væl viðfarnan í hesum máli, so hevur hann ongar ætlanir um at stinga í sekkin. – Eg haldi, at málið um føroyskt fullveldið er meira týðandi enn so, og eg ætli mær at vera við til at gjøgn- umføra hesa stóru ætlan. So eg eri ikki á veg úr Tjóð- veldisflokkinum, sigur royndi løgtingsmaðurin, sum var valdur á ting fyrstu ferðina í 1970 og sum hevur røkt landsstýrissess undir trimum ymsum landsstýr- um. Hinvegin, so er síðsta orðið neyvan sagt í hesum máli. Signar vil nevniliga hava fund í Tjóðveldis- flokkinum. – Tað besta er, at eg eri reinsaður. Serliga stórt hev- ur trýstið verið á familjuna, sum í longri tíð hevur mugu liva við, at eg dagliga havi verið kriminaliseraður í fjølmiðlunum.