Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-08-03, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. august 2000síða 5

‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Tað søgdu teir í Signar-málinum Nógv umtala hevur verið av málinum um flytingina til Sjónvarp Føroya. Fyrst tá løgtingsgrannskoðararnir komu við síni frágreiðing, síðani tá Signar á Brúnni fór frá, tá Tórbjørn Jacobsen verður settur sum landsstýrismaður og nú Signar á Brúnni varð reinsaður. Her eru nøkur kut av tí, sum sagt varð Løgtingsgrannskoðararnir – mars 2000: »Talan er um brot á stýrisskipanarlógina.« Bjørn á Heygum, 25. mars 2000: »Heilt greið prógv eru fyri, at Signar á Brúnni hevur brotið landsins lógir, sum hann sjálvur umsitir. Tí má hann fara frá í stundini, skal Føroya fólk hava álit á rættartrygdini í landinum.« Anfinn Kallsberg, 29. mars 2000: »Ein landsstýrismaður, sum hevur framt lógarbrot, kann ikki verða sitandi.« Signar á Brúnni, 25. mars 2000: »Tá eg játtaði Sjónvarpinum peningin, ráðførdi eg meg við fíggjarfrøðingar og lógarkøn bæði innan mítt egna stýri og uttanfyri. Hesi vóru øll samd um, at eg skuldi gera, sum eg gjørdi. Tí meti eg meg einki skeivt hava gjørt.« Høgni Hoydal, 11. apríl 2000: »Hevur Signar á Brúnni ikki gjørt nakað skeivt, so eigur støðan at verða nullstillað og Signar á Brúnni settur aftur í landsstýrisstarvið.« Signar á Brúnni, 29. mars 2000: »Eg vil vera reinsaður.« Kanningarstjórin, 1. august 2000: »Avgerðin hjá landsstýrismanninum var í samsvari við tær lógir og reglur, sum eru galdandi fyri útgjaldi úr landskassanum.« Signar á Brúnni, 11. juli 2000: »Eg eri ógvuliga harmur um alla gongdina í hesum málinum, og eg kenni tað, sum eg eri offraður.« www.sosialurin.fo 8 9 tíðindablaðið sosialurin tíðindablaðið sosialurin Nr. 146 - 3. august 2000 Nr. 146 - 3. august 2000 EYÐUN KLAKSTEIN Seinastu fýra mánaðirnar hevur Signar á Brúnni verið sentrali persónurin í einum av heitastu málunum í før- oyskum politikki. Málið, sum snýr seg um eina eykajáttan til Sjónvarp Føroya, hevði við sær, at Signar á Brúnni noyddist úr landsstýrisessinum, meðan embætisførslan hjá honum varð kannað. Men áðrenn kanningarúrslitið var liðugt, noyddist hann at siga enda- liga farvæl til landsstýris- sessin, tí Tjóðveldisflokkur- in vildi hava annan mann at taka við. Nú kanningarúrslitið er greitt, er Signar á Brúnni fullkomiliga reinsaður í hes- um máli, men hóast hann er styrktur politiskt, situr hann eftir við svartaperi, tá hugsað verður um lands- stýrissessin. Tórbjørn Jacobsen, sum er floksfelagið og kapping- arneyti hjá Signari til løg- tingssessin hjá Tjóðveldis- flokkinum í Eysturoy, hevur tikið við sum landsstýris- maður í mentamálum, og har er eingin vegur aftur. Eftir fjølmiðlaliga plettskot- ið í Kunoy fyri næstan tveimum vikum síðani, tá løgmaður gav Tórbirni Jac- obsen handanarbrævið om- anfyri bøgarðarnar í Kun- oy, er og verður Torbjørn Jacobsen landsstýrismaður í mentamálum. Og Signar, hann verður verður verðandi løgtings- maður – fyribils í hvussu so er. Eingin ivi hesaferð Signar-málið byrjaði, tá løgtingsgrannskoðararnir løgdu eina frágreiðing fyri løgtingið síðst í mars mán- aði í ár. Í hesi frágreiðing vóru teir eirindaleysir í met- ingini av embætisførsluni hjá Signari á Brúnni, tá hann í 1999 flutti Sjónvarpi Føroya pengar, sum s t ov n - urin manglaði til lønir og aðrar útreiðslur. Landsstýrismaðurin bað 19. juli í 1999 fíggjarnevnd- ina um eykajáttan, men fíggjarnevndin vildi ikki spæla við og vísti til løg- tingið. Fýra dagar seinni gjørdi landsstýrismaðurin av, at Sjónvarpið skuldi hava pengarnar, sum stovn- urin manglaði, og tað er av- gerðin hjá Signari á Brúnni tann 23. juli 1999, sum síðani hevur verið løgd und- ir sjóneykuna. – Talan er um brot á stýrisskipanarlógina, stað- festu løgtingsgrannskoðar- arnir í síni frágreiðing í mars mánaði. Og hetta var byrjanin til eina tubulenta tíð hjá Sign- ari á Brúnni. Løgfrøðingurin og fyrr- verandi politikarin, Bjørn á Heygum, sum var við til at gera stýris- skipanarlógina, kravdi eftir frágreið- ingina at Signar á Brúnni fór frá sum landsstýrismaður. – Heilt greið prógv eru fyri, at Signar á Brúnni hev- ur brotið landsins lógir, sum hann sjálvur umsitir. Tí má hann fara frá í stundini, skal Føroya fólk hava álit á rættartrygdini í landinum, segði ein avgjørdur Bjørn á Heygum við Sosialin í mars mánaði. Hann helt, at tað fleiri ferðir hevði verið ivamál, um landsstýrisfólk høvdu brotið lógina, men at í máli- num um Signar var eingin ivi. Flokkurin vildi hava hann frá Anfinn Kallsberg, løgmað- ur, segði í viðmerking til frágreiðingina hjá løgtings- grannskoðarunum, at kom hann til somu niðurstøðu, so mátti Signar á Brúnni frá. Hann metti, at málið snúði seg um misálit á alt lands- stýrið, og tí var tað eitt álvarsmál. Signar á Brúnni helt alla tíðina fast um, at hann helt seg einki skeivt hava gjørt. – Eg ráðførsdi meg við fíggjarfrøðingar og lógar- køn bæði í mínum egna stýri og aðrastaðni, og øll hesi vóru samd um, at eg skuldi gera tað, sum eg gjørdi, segði hann við Sosi- alin í døgunum eftir frá- greiðingina hjá løgtings- grannskoðarunum. – Eg vildi, at alt skuldi ganga eftir lógini í hesum máli, segði hann. Flokkurin hjá Signar á Brúnni var ikki so sannførd- ur um, at landsstýrismaðuri- n hevði borið seg rætt at. Á fundi síðst í mars mánaði var málið viðgjørt. Signar á Brúnni slapp at grundgeva fyri síni avgerð, men hetta sannførdi ikki flokkin, sum helt, at Signar mátti úr sessinum og standa á síðu- linjuni, meðan málið varð kannað nærri. Undan samgongufundi um Signar-málið 28. mars segði løgmaður, at um Signar á Brúnni ikki sjálvur fór frá, so fór løgmaður at taka stig til, at játtanin fekk avleiðingar. – Ein landsstýrismaður, sum hevur framt lógarbrot, kann ikki vera sitandi, segði løgmaður við Sosialin hendan dagin. Og Signar á Brúnni valdi sjálvur at siga seg úr starvi, meðan málið varð kannað nærri. Hendan avgerðin varð tikin á samgongu- fundinum 28. mars, og eftir fundin segði landsstýris- maðurin, at hann vildi hava málið kanna út í æsir, so hann kundið verið reins- aður. – Eg havi einki skeivt gjørt, undirstrikaði hann fyri pressuni. Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldisflokkinum, vísti á, at Signar á Brúnni mátti fara frá fyri at verja stýris- skipanina. – Bert ivi er reistur um lógarbrot, er nóg mikið til, at fólk ikki hava álit á, at stýrisskipanin verður hildin, segði Høgni Hoydal eftir samgongufundin. Tvær vikur seinni var boðskapurin hjá varaløg- manni greiður. – Hevur Signar á Brúnni eisini skeivt gjørt, eigur støðan at vea nullstillað, og Signar á Brúnni settur aftur sum landsstýrismað- ur, segði Høgni Hoydal við Sosialin 11. apríl. Reinsaður Tað kom speril í, tá kann- ingarstjóri skuldi setast at kanna málið um flytingina til Sjónvarp Føroya. Hvørki løgmaður ella løgtingsfor- maðurin kundu av sínum eintingum seta ein kanning- arstjóra, men ein loysn fekst, tá 13 løgtingsmenn 14. apríl bóðu løgtingsformannin seta ein kanningarstjóra at kanna málið. 4. mai varð Petur Even Djurhuus, advokatur, settur sum kanningarstjóri, og hann skuldi meta um gongdina í málinum, sum førdi við sær, at Signar á Brúnni flutti 1,6 milliónir krónur til Sjónvarp Føroya úr gjaldføri landskassans. Kanningarstjórin skuldi gera av, um fyrisitingin í málinum var farin fram á lógligan hátt. Týsdagin var Petur Even Djurhuus liðugur við kann- ingina, og niðurstøðan hjá honum var púra greið. Sign- ar á Brúnni hevði einki ólógligt gjørt, tá hann gjørdi umstríddu flytingina til Sjónvarp Føroya. Alt var í samsvar við lógir og reglur. So skuldi málið verið loyst, og Signar á Brúnni skuldi verið settur aftur sum landsstýrismaður. Men so einfalt gjørdist tað ikki. Fyri næstan tveimum vik- um síðani gav løgmaður Tórbirni Jacobsen handan- arbrævið omanfyri bøgarð- arnar í Kunoy. Við hesum var Torbjørn Jacobsen enda- liga settur sum landsstýris- maður í mentamálum, eftir Tjóðveldisflokkurin á inn- anhýsis fundi varð vorðin samdur um, at nýggjur landsstýrismaður mátti setast fyri Signar á Brúnni. Eftir situr so ein reinsaður og styrktur Signar á Brúnni, sum ikki sleppur aftur í landsstýrissessin, sum hon- um varð lovað, um hann varð reinsaður av kanning- arstjóranum. Reinsaður – men tapti kortini Bakgrund: Signar á Brúnni varð reinsaður í málinum um flytingina til Sjónvarp Føroya, men hann fekk ikki landsstýrissessin aftur, sum honum annars varð lovað, tá hann fór frá Nú kanningarúrslitið er greitt, er Signar á Brúnni fullkomiliga reinsaður í hesum máli, men hóast hann er styrktur politiskt, situr hann eftir við svartaperi, tá hugsað verður um lands- stýrissessin. Jazzfestivalurin Jazzfestivalurin Stavanger Gospel Choir SQUARE ONE Lis Sørensen , KR. 80,- , KR. 150,- , Mikudag 9. august Hósdag 10. august Fríggjadag 11. august Leygardag 12. august Bjørn Thoroddsen (IS) JASSARNIR J.S.& Bach Trio 2/ASSIMILATION Trevor Hunter Folk Duo Shetland IVORY v/ Eivør Pállsdóttir og John Purcell A Tribute to Louis Armstrong SWINGING LINK v/Jens Nørholm Trevor Hunter Folk Duo Shetland Kurts Blues Band Åland JASSARNIR GREEN GATE PLÚMM PÁLL finnur PÁLL SQUARE ONE Blues trio (N) JASSARNIR Coco Nelegatti y su QUINTETO ARRABAL arg./tysk Tango ork. Trevor Hunter Folk Duo Shetland SOFIA FINNILÄ, vokal ( JAZZOASIS (FO) Arne Forchammer (DK) (FO) v. Holger Laumann & (FO) (FO) FIN) v. (FO) J S óhannes Andreassen & tamen Stantshev (FO) GR/IS/F0/DK trad. Jazz (N) v. Jørgen Dahl (DK) KR. 100,- , KR. 150,- HALLAS TRAVEL STAVANGER GOSPEL CHOIR LOST PILGRIMS LIS SØRENSENS GROUP LOST PILGRIMS 17. Tórshavnar Jazz, Fólka & Blues Festival 2000 Í Norðurlandahúsinum ATGONGUMERKI TIL ALLAR DAGAR: KR. 360,- Atgongumerki fáast í Norðurlandahúsinum, tlf. 317900 og á Kunningarstovuni, tlf. 315788 Fyrivarni verða tikin fyri broytingum