Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-30, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. desember 2004síða 18

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Krøvini til fótbólts- venjarar um útbúgv- ing økjast, og Fótbólt- sambandið hevur aft- ur í 2005 umfatandi virksemi við útbúgv- ingum av venjarum. Grundarlagið undir útbúgvingini er ein nýggj skipan hjá UEFA FÓTBÓLTUR Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Fótbóltssambandið hevur nú lagt skránni fyri útbúgv- ingartilboðini til fótbólts- venjarar næsta ár, og skráin er umfatandi. Fyrstu skeið- ini verða tíðliga næsta ár, og annars eru nógv skeið á øllum stigum á skránni gjøgnum árið. Europeiska fótbóltssam- bandið UEFA hevur gjørt minstukrøv til øll feløgini í europeiskum fótbólti, og ein partur av hesum krøv- um er, at venjarar skulu hava útbúgving. Hetta er ein standardiserað skipan, sum skal vera á leið tann sama í øllum limalondun- um hjá UEFA. FSF ætlar sær at fylgja krøvunum frá UEFA, og frá 2006 verður tað kravt, at venjarar í 1. deild hjá monnum skulu hava hægstu útbúgving hjá FSF ella verða byrjaðir at taka hesa útbúgving – í fyrstu syftu er hetta tann sonevnda B-út- búgvingin. Krøvini hava við sær, at fleiri av venjarunum, sum hava verið virknir í fremstu deildini, skulu taka út- búgving fyri at kunna halda fram sum venjarara. Krøv- ini eru tey somu til út- lendskar sum føroyskar venjarar, og í løtuni eru venjarar sum Piotr Krakow- ski, Heine Fernandez og Krzystof Popczynski í ferð við at taka nýggju UEFA- útbúgvingina í Føroyum. FSF fylgir við Krøvini um útbúgving hava eisini við sær, at Fótbólts- sambandið hevur fingið sær eina nýggja útbúgving- arskipan. Samstarvað verð- ur við danska fótbóltssam- bandið, men ætlanin er, at FSF sjálvt skal standa fyri allari útbúgvingini við tíðini. Nýggja venjaraútbúgv- ingin er á fleiri stigum, og næsta ár bjóðar FSF skeið á trimum stigum – A, B og C. Lagt verður fyri við C-stigi, har trý smærri og grund- leggjandi skeið eru á skránni. Tey snúgva seg um vøllin, bóltin, spælaran, venjing og venjaran. Síðani verður farið á B- stigið, sum er nakað væl drúgvari. Fyrsti parturin, B1, er í 40 tímar, og inni- haldið er fjølbroytt – alt frá tekniskari venjing til mál- mansvenjing og leiðslu. B2, sum er 50 tímar, heldur fram, har B1 sleppur, og aftur eru ymiskir partar av fótbóltvenjing á skránni. Eftir hetta kemur Slóðarin, sum er 30 tímar, og hesin parturin av útbúgvingin er lutvíst úti í feløgunum, har vegleiðarar fara út til venj- ararnar fyri at fylgja teim- um í dysti og til venjing. B-útbúgvingin endar við eini próvtøku, sum varðar í fimm tímar, og venjarar, sum koma so langt, fáa B- prógvið hjá UEFA, sum er eitt standardiserað prógv, ið kann brúkast í nógvum europeiskum londum. Í løtuni er FSF í holt við hendan partin av útbúgv- ingini, og teir fyrstu luttak- ararnir hava verið á hesum skeiðum. Fyrsta próvtøka verður í summar, og annars halda skeiðini á B-stigi fram. Fara undir A- útbúgving Í heyst fer FSF undir A- útbúgvingina, sum setir enn størri krøv til tey, sum skulu luttaka. Hendan út- búgvingin varðar í eitt ár, og á skránni er bæði vanligt skeiðvirksemi, uttanlands- ferð og vegleiðing úti í fel- øgunum. Hendan útbúgv- ing er ætlað venjarum á hægsta stigi. Eftir hetta kemur ein serlig yrkisútbúgving, sum ikki verður boðin út í Føroyum í løtuni. FSF hevur í nógv ár havt gott samstarv við DBU um útbúgvingarnar í Føroyum, og DBU er við í arbeiðnum at seta nýggju UEFA-út- búgvingina í gongd í Føroyum. Eftir fyrstu B- skeiðini, har danskur veg- leiðari hevur verið við, er líkt til, at føroyingar fram- eftir sjálvir taka sær av hes- um skeiðum. FSF hevur eina serliga útbúgvingarnevnd, sum leggur útbúgvingina til rættis, og í hesari nevnd eru Rúni Heinesen, sum er for- maður, Magnus á Stongum, Bjarki Mohr og Johan Niel- sen. Petur Simonsen sam- skipar skeiðini, og Virgar Hvidbro tekur sær av skriv- stovupartinum. Á heimasíðuni hjá FSF – www.footbal.fo – ber til at lesa meira um venjaraút- búgvingina og skránna. Nr. 250 • hósdagur • 30. desember 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo Økt krøv krevja eisini av FSF Størri krøv verða sett til fóbóltsvenjarar um, at teir skulu hava venjaraútbúgving, og í løtuni eru venjarar sum Piotr Krakowski, Heine Fernandez og Krzystof Popczynski í ferð við at taka nýggju UEFA-útbúgvingina í Føroyum