Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-30, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. desember 2004síða 19

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 250 - 30. desember 2004 19 Skipsførarin heldur fram við fótbóltinum Álopsessið hjá Skála- monnum er blivin skipsførari, men hann æltar sær ikki til sjós fyrsta árið. Fótbóltur- in verður tikin fram um FÓTBÓLTUR Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Fótbóltsspælarin Jónhard Frederiksberg kann nú kalla seg skipaførara. Fyri jól tók hann prógv á Sjó- mansskúlanum í Havn, og harvið kann hann fara at umhugsa vinnuvegin sum sjómaður. Tað hevur hann eisini gjørt, men fyrst niðurstøð- an er, at hann verður ver- andi í landi. – Fái eg eitt arbeiði í landi, so taki eg av tí og haldi fram við fótbóltinum, sigur Jónhard Frederiks- berg. Hann manglar eitt hálvt ár av siglingstíð, sum hann skal taka innan fimm ár. Hann kann bíða í fimm ár við at fáa sær vinnubræv, men tá ið hann hevur fingið sær vinnubræv skal hann sigla í minst eitt ár næstu fimm árini. Tí hevur tað ikki so øgi- ligan skund hjá Jónhardi at fara til sjós, og hann æltar sær tí at bíða eitt sindur við tí. Hugaligt ár Jónhard Frederiksberg hevði eitt gott kappingarár í 2004, har hann var ein av lyklaspælarunum hjá Skála og vann sær meira ella minni fast pláss á lands- liðnum. – Enn havi eg ikki gjørt nakra avtalu um næsta ár, men eg rokni við, at eg haldi fram við at spæla á Skála, sigur hann. Skálamenn vunnu púra óvæntað bronsumerkini í landskappingini í ár, og tað hevur við sær, at felagið skal út í Europa at spæla næsta summar. – Tað gekk sera væl í fjør, og tað gevur mær hug at halda fram har. Tað er eisini lokkandi, at Skála skal spæla í altjóða fótbólti fyri fyrstu ferð nakrantíð, sigur Jónhard. Við sínum 9 málum í landskappingini var Jón- hard ein týðandi orsøk til, at Skála var við í toppinum í føroyskum fótbólti. Hetta hevði eisini við sær, at boð vóru eftir honum til lands- liðið, og hann hevur nú spælt sjey landsdystir fyri Føroyar. – Tað er hugaligt, tá ið tað gongur so væl, og tí havi eg eisini betur hug at verða í landi og halda fram við fótbóltinum heldur enn at fara til skips, sigur hann. – Enn havi eg ikki gjørt nakra avtalu um næsta ár, men eg rokni við, at eg haldi fram við at spæla á Skála, sigur Jónhard Frederiksberg, sum fyri jól tók prógv sum skipsførari Mynd: Álvur Haraldsen Føroyski FCK álops- spælarin vónar at fáa nógv burturúr síðstu mánaðunum í hesum sáttmálaskeiðnum,og hann og FCK hava avrátt at tosa saman seinni í vár ÚTISETI Jóannes Hansen Tað kemur ikki óvart á Toda Jónsson, tá ið hann hoyrir, at Politiken hevur skrivað, at hann er á veg til Herfølge. Onkrir danskir miðlar hava longu spurt seg fyri hjá Toda, um nú nakað er í hesum tíðindun- um, og hann hevur givið teimum sama svarið, sum hann í eina tíð hevur havt á heimasíðuni, todi.fo. – Eg eri sáttmálabundin í FCK inntil í summar, og eg fari ongan veg, áðrenn sátt- málaskeiðið er liðugt. Næstu mánaðirnir fara at vísa, hvussu tað verður við fótbóltsspælinum eftir summarfrítíðina. Men hevur tú fingið til- boð frá Herfølge at spæla við teimum nú beinan- vegin? – Í FCK hava teir tann politikkin, at teir vanliga ikki gera viðmerkingar til tíðindi av sovornum slagi. Teir nýta formellu kanalir- nar, tá ið teir keypa og selja spælarar, og tað vil siga, at tað fyrst verður boðað frá, har partabrøvini í FCK verða keypt og seld. Tí ber tað ikki til hjá mær at siga so nógv um sovorðin tíð- indi, sigur Todi Jónsson. Men hevði tað ikki verið eitt gott høvi hjá tær at fingið spælitíð og harvið at fingið staðfest, hvør dugur er í tær, um tú flutti eitt nú til Herfølge? – Sum sagt, so eri eg sinnaður at halda meg til sáttmálan við FCK. Eg kenni meg sannførdan um, at tað framvegis er møgu- leiki hjá mær at vera við á hægsta støði. Forðingin hevur verið skaðarnir, sum so ofta hava plágað. Vandin fyri teimum lúrir støðugt, og hann er eins stórur í eitt nú Herfølge, sum hann er í FCK. Todi Jónsson sigur, at hann og FCK ikki enn hava tosað saman um møguleik- arnar fyri framtíðar sam- starvi. Teir hava avrátt at hittast um nakrar vikur. – Eg havi fleiri ferðir sagt, at mær dámar sera væl í FCK, og at eg hevði einki havt ímóti at hildið fram í felagnum eftir summarfrítíðina. Men tað er eisini ein veruleiki, at fótbóltsaldurin er so mikið høgur, at møguleikarnir fyri at royna okkurt heilt annað, um tað so hevði verið í Danmark ella onkra aðra staðni, ikki fara at verða so nógvir í framtíð- ini. Tí eri eg opin fyri møguleikunum, sum møguliga fara at vísa seg. Men í fyrstu atløgu verði eg í FCK inntil í summar, staðfestir Todi Jónsson. Og harvið kunnu vit staðfesta, at søgan í Polit- iken um, at Todi er á veg til Herfølge, ikki verður veru- leiki. Ikki í hesum umfar- inum í hvussu so er. Iva- leyst er tað nakað í tí, tá ið blaðið sigur, at Herfølge hevur áhuga í at knýta Toda afturat felagnum, og tað kann gott vera, at teir í FCK einki høvdu havt ímóti, at føroyski álops- spælarin hjá teimum flutti til Herfølge. Men sambært Toda sjálvum, so er hann sinnaður at stríðast fyri sessinum í FCK álopinum. Og um tað verður, sum tað plagar at vera, so fer hann at leggja alla orku í. (Hendan greinin kom av misgávum ikki við í prent- aða blaðið í gjár. Vit biðja lesararnar halda okkum til góðar) Todi: Eg fari ongan veg Todi Jónsson er sannførdur um, at hann framvegis kann vera við á hægsta støði