Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-01-26, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. januar 1999síða 5

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 16 — 26. JANUAR 1999 tíðindablaðið Gron vika a Hotel Føroyum Seinastu 10 årini hevur verid skipad fyri grónum vikum. Tórharda Blá- hamar fær fleiri áheitanir um vikuna um at skipa fyri hesum aftur og í feb- ruar verður aftur grón vika, hesaferð á Hotel Fóroyum DAGFINN OLSEN Frá 7. til 13. februar verður skipað fyri grønari viku á Hotel Føroyum. Tað er ho- tellið og Tórharda Bláham ar, ið skipa fyri og í hesum sambandi varð skipað fyri tíðindafundi í gjár. har fjøl- miðlafólk sluppu at royna grónu rættirnar. Og tað skal verða sagt beinanveg, at bæði tygara útsendi og myndamaðurin gjørdust mettir, tí væl smakkaði. Kokkurin á Hotel Føroy- um, Gundur Nielsen, og Tórharda Blåhamar høvdu ymiskt at bjóða, ið smakk- aði frálíkt. Nógv grønmeti, men eisini fiskarættir og kalkun. é Grøn vika Tey seinastu 10 árini hevur verið skipað fyri grónum vikum. Tær hava verið yms- astaðni, men nú verður hon so á Hotel Føroyum Sunnudagin 7. februar klokkan 13.00 kunnu gest- irnir skriva seg inn á kamar. Klokkan 18:00 verður vikan sett og fyrsta máltíðin er á skránni. Hvønn morgun verða gestirnir vigaðir. Grøna vikan verður eftir uppskriftini hjá Tórhardu. Sjálv tapti hon seg 40 kilo fyri eini 4 - 5 árum síðani. Fleiri minnast óivað mynd- irnar, ið vóru at síggja í bløðunum tá. Dentur verður lagdur á soltnan kost og gestirnir sleppa at røra seg. tí skipað verður fyri túrum. Tórharda Bláhamar og Gundur Nielsen við grónu rættunum. ið verða at fáa í Grønu Vikuni í februar Tí er best at hava góð klæði og gangiskógvar við. Um kvøldarnar sleppa gestirnir at hugna sær. Tó verður ikki sungið úr Grønu sangbók, men heitt verður á gestirnar um at hava Før- oya Fólks sangbók við. Á Hotel Føroyum er stór- skiggi, so har verður eisini okkurt at síggja Kosnaður fyri hvønn alla vikuna við kosti og uppi- „haldi er dupult kamari er 3.485 krónur. Eyka fyri einkult kamar er 1.200 krónur. Tað ber til at melda seg á Hotel Føroyum, tlf. 31 75 00. hjá Toru Tourist Traffic, tlf. 31 55 05. HM Ferðir Runavík, tlf. 44 94 94 og hjá Tórhardu á 31 43 53 millum klokkan 17 og 21 Dagsætlanin fyri vikuna sær soleiðis út. KI. 07:00 Gongutúrur KI. 08:30 Morgunmatur KI. 10:00 Mynd: Jens Kristian Vang Drekkamunnur KI Kl Kl Kl Kl Kl 12:00 13:30 15:00 18:00 20:00 21:00 Dogurði Gongutúrur The og frukt Nátturði Gongutúrur The framhald av síðu 2 rætti: hvat skulu tílík ósann indi brúkast ul. Hvat fær so- nevndar ábyrgdarpersónar í landsins og samgongunnar navni. at koma við sovorðnum tápiligheitum, at koyra ein dugnaligan og vælbegávaðan tænastumann til hús við dags varsil? Er hetta bara fyrsta nos 10 í einari stórri samansvorj ing? Er hetta ikki tekin um. at nakað er rívandi og rablandi galið. tå ið tú ikki tykist at fanga Ola Breckmann, Finn boga Arge og Vinnumálastýrið í einari sannheit í hesum máli? Hesir stamesisku tvillingar- nir í dagsins politikki: Oli og Finnbogi. sum ikki ber til at Skilja at. Annar kundi fingið starv sum undirhaldari á einum hvørjum cirkusi, og hin á somu scenu, sum Mr. "Dingl & Vingl" Eitt orðatak sigur, at tað ring- asta, sum ein hestaprangari kann hava í ogn, er ein sam- vitska. Um tað sama er at siga um politikarar. brúktbilaseljar- ar O.á., vent eg ikki Um til ber at "avrúsa" fólk fyri ósannindi. veit eg heldur ikki. Viðgerðarstovnurin á Vel bastað hevur klára so mangt Um teir kundu traðka til her, ber ikki til at siga. - men tað hevði kanska verið eina roynd vert Um at lúgva Herbert Tingsten (1896-1973), professari í nationaløkonomi, chefredaktorur í 25 ár Dagens Nyheter, eminentur stílistur og debattørur, sigur í endurminn- ingunum um sínar royndir av fólki, sum siga ósatt. 1. Ein lystlygnari er ein "kunstnari", sum livir í lygn- anna gleði og framleiðis 6- sannheitir líka lætt sum ein yrkjari slettir eina yrking úr ermuni Hann nevnir vin sin Olle Strandberg sum dømi, tå ið hesin vid Universitetid i Stock holm skuldi verja sina dokt ararttgerd um Urban Hjårne Herbert Tingsten var sjålvur annar oppunenturin, og hann sat skiftivis og øtadist, og var skiftvis um at skrædna i låtri um. hvussu Strandberg feiaði allar kritiskar spurningar av vegnum við einari óhoyrdari elegantari frekkheit. Eitt ótrú- igt talent á økinum! 2. Ein nyttulygnari, (og ver eru vit helst oll í vanda). er ein sum roynir at lita eina keði- iga stóðu til eina betri við einari sonevndan = ”hvitari ven“. 3. Ein maktlygnari, er tann farligasti av teim ollum lesin livir væl í politiskum umhvørvi, og er altíð í nánd av einaveldisharrum og in- trigumakarum, sigur Tingsten. (Hvat mundi hann sagt um Tinganes?) Nu er nokk å hesum sinni, og meðan vit bíða eftir, at landsstýrismaðurin og vinnu málastýrið taka betri partar tyri. og at Henning Jacobsen verður sum skjótast settur aftur í starv sitt, (Hans Biskopstø er ivaleyst altíð klárur at víkja sæti fyri honum) kunnu vit saman við Ola og Finnboga aftur lurta eftir orðunum hjá Hákuni Djurhuus. løgmanni: "Gud náði tann politikara, sum ikki sigur veljarum sín- UM .......! Arnstein Niclasen 20.01.99 Vikuskiftid hevur verið friðarligt kring landið og lítið hevur verið hjá løgregluni at tikid sær av DAGFINN OLSEN Sera fridarligt hevur verið kring landið i vikuskifti- num, men í Havn rendi ein bilur á eini hús. Leygarmorgunin rendi ein bilur á eini hús í Grím Kambans Gøtu í Havn. Á politistødini verður sagt, at bilurin var stjolin. Enn er ikki greitt, hvør koyrdi bil- in, men eigarin var tad ikki. Vidkomandi førari rymdi av staðnum og bilurin varð seinni funnin á parkerings- økinum við handilin hjá Eli. Annars hevur verið sera friðarligt í vikuskiftinum, verður sagt av politigarði- num í Havn. Lítið og einki er hent og eingin er tikin inn at sova rúsin av sær. Eisini i Suðuroynni, Klaksvík og í Runavík hev- ur verið sera friðarligt og einki av týdningi hevur ver- ið hjá løgregluni at tikid sær av. Savnsmynd