Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-01-26, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. januar 1999síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 16 — 26. JANUAR 1999 ítróttar Hondbóltur: Tað var stórur munur á, tá Tjaldrið vitjaði StIF á Skála sunnudagin StÍF-Tjaldur 34-16 (16-10) Em. L. JACOBSEN Framgongdin, sum hevur verið at hóma hjá Tjaldrin- um í seinastuni, hvarv aftur á Skála sunnudagin, tá FM kandidatarnir hjá Stal vunnu ikki minni enn 34- 16 á grannunum hinumegin Skálafjørðin. Tað er ikki stórt meir at siga um dystin enn at StIF, sum úrslitið vísir, var klárt betra liðið og í løtum mest- sum spældi Tjaldrið av vøll- inum. John Petersen gjørdist enn einaferð toppskorari við níggju málum, og honum næstur var Pauli Hansen sum skeyt átta. Mortan Hansen rakti beint seks ferðir fyri Tjaldrið Tað gekk annars javnt á fyrstu tjúgu minuttirnar av dystinum, men við støduni 8-7 til heimaliðið fór mun- urin at vaksa. Tað kom illa við hjá gestunum. at Kári Hansen, sum er farin út á vøllin at spæla, nú Jógvan Martin Hansen er komin í málið, beklaði og noyddist at gevast. Hann spælir á miðjuni. hevur gott eyga fyri spælinum og hevur styrkt um álopið hjá Tjaldr- inum, har venjarin Pole Hansen av tí sama er farin inn á strikuna at spæla. Tá Kári fór ut, øktist munurin sum sagt rættiliga skjótt. og serliga Pauli Han- sen á høgra vongi hevði góðar dagar móti endanum av fyrra hálvleiki, sum StIF vann 16-10. I seinna hálvleiki gekk sera illa í hond hjá Tjaldr- inum. og teir skutu bert seks mál seinna hálva tíman. Tá fekk StIF ikki færri enn 18 og vann sostatt 34-16 — ein ruddiligur sigur. og tað bleiv enn einaferð staðfest. at av teimum mongu ósigr- unum hjá Tjaldrinum í ár eru teir størstu komnir móti júst StIF. Tað hoyrir við til søguna, at Henning Jarn skor í StlF-málinum stóð væl í seinna hálvleiki. Hann spældi allan dystin, ti hin málverjin hjá strandingum. Johan Danielsen, fekk heilaskjålvta í dystinum móti KIF herfyri Nidurflytingin nærkast Bæði Jens Martin Knudsen og Pole Hansen hava i åvikavist Sosialinum og leikskrånni hjå Kyndli ført fram, at tað ikki er vist, at Tjaldrid endar nidast, men tad er greitt, at um tann spå- dómurin skal halda, er neyðugt, at vend kemur í, og tað ongantíð ov skjótt. Liðið hevur nú tapt 14 av 14 dystum, og hóast fleiri av ósigrunum hava verið teprir, eru eisini fleiri — sum nú sunnudagin — har mun- urin hevur verið stórur Sum nevnt í byrjanini hevur framgongd verið at sæð, og í seinastuni hava vit eisini sæð nøkur system í álopsspælinum hjá Tjaldr- inum. Menn eru um at koma í røttu venjingarstøduna, og »kenslan« av hondbóltinum í einum annars rættiliga fót- bóltsdomineraðum býi er vaksandi. Um nú Tjaldrið flytir niður — og nógv er, sum bendir tann vegin — er tað eingin katastrofa fyri felagið. men so ræður um at halda fram við uppbyggj- andi arbeiðnum í nýggja fel agnum, sum tykist vera komið fyri at verða Hjá StíF er stødan ein heilt onnur. Nógv meta liðið hjá strandingum sum tað mest seriðsa boðið upp á ein føroyameistara, og rætt er tað, at tá teir eru í rætta lagnum, spæla teir bæði besta og vakrasta hondbólt- in í landinum. Ein trupulleiki kann vera, at StIF ikki á sama hátt sum 15 Agnar Højgaard er ein av trimum á StÍF-liðnum, sum hava roynt at vunnið førovameistaraheitid í fótbólti. StIF hevur ikki verið førovameistari hjá monnum Savnsmynd: Alvur Haraldsen síðani 1945 Kyndil og VIF hevur vinn aratraditiónir í manshond- bóltinum, men hinvegin hava John Petersen, Henn- ing Jarnskor og Agnar Høj- gaard allir vunnið FM í fót- bólti, umframt at venjarin Jónleif Sólsker fleiri ferðir hevur verið foroyameistari við Kyndli. So kanska er ein broyting á veg hjá StIF. sum hevur verið føroyameistari tríggjar ferðir — 1943, 1944 og 1945, sum vóru trý tey fyrstu árini, kappast varð um føroyameistaraheitid í manshondbólti. og fleiri av núverandi |. deild- arfeløgunum — yvirhøvur vórðu sett á stovn. iðrenr GI/Tjaldrid mundi fingið tvey stig afturat Hondbóltur: VÍF tapti óvæntað móti GÍ/Tjaldrinum mikukvøldid, og sunnudagin mundi StÍF fingið somu lagnu móti samansetta eysturoyarliðnum, sum hevur tikið seg nógv fram í seinastuni StÍF-GÍ/Tjaldur 21-19 (11-12) EMiL L. JACOBSEN Tað var nær við, at Gl/ Tjaldur gjørdi tað sama móti StIF sunnudagin, sum tær gjørdu móti VIF miku- kvøldid. Tå vunnu tær ikki sért óvæntað, og á Skála sunnudagin vóru tær á odda stóran part av dystinum, men gjørdust ov stuttar móti endanum. Ein av orsøkunum til hetta var Sóley Mikkeisen, sum er greitt týdningar- miklasti spælarin hjá StIF. Sunnudagin skeyt hon níggju mál sjálv og hevði eisini fleiri fríspælingar inn á strikuna, fyrst og fremst Beinta Joensen skeyt fýra mál móti StIF — eitt upp á brotskast Savnsmynd: Jonhard Hammer til Alis Høghamar, men eis- ini til Jensiu Lamhauge, sum kom inn í seinna hálv- leiki og skapti ófrið í verjuni hjá Gl/Tjaldrinum. Hesar fríspælingarnar góvu antin mál ella brotskast. Sóley skeyt øll brotskøstini hjá StIF og fekk fulla årtøku úr øllum, fimm í tali. Gl/Tjaldrið var annars á odda allan fyrra hálvleik, tó ongantíð við meira enn tveimum málum. Hálvleiks- stødan var 12-11 til útiliðið, og hetta helt fram væl inn i seinna hålvleik. Tá tólv minuttir vóru farnir, var stødan 17-14 til samansetta eysturoyarliðið. og nógv bendi á, at tær fóru at tryggja sær okkurt stigið afturat eftir óvæntaða sig- urin á VIF fáar dagar frammanundan. Men seinni parturin av seinna hálvleiki var ikki góður fyri Gl/Tjaldrið. Tá fingu tær bert tvey mál, meðan StIF fekk sjey. So- statt vann StIF dystin 21- 19 og kom heilt upp á triðja plássið. GI/Tjaldrið verður standandi á fýra stigum, men framgongdin hevur seinastu dystirnir verið eyð- sýnd. Liðið er nýtt, og spælar- arnir kenna ikki allir hvønn- annan so væl enn, men tað gongur rætta vegin. Nú koma málini eisini, og sunnudagin skoraðu allar tær sjey, sum spæla úti. Ein veikleiki er í verjuni, har tað koma nógvar útvís- ingar og brotskøst. Einu løt- una spældi Gl/Tjaldrið við fýra útispælarum móti seks hjá SUF, og tílíkt kostar, ikki minst í orku. Ein týðandi vend í dyst- inum sunnudagin kom. tá liðskiparin Kristine Ellings- gaard fekk sína triðju útvís- ing. tá góðir fimm minuttir vóru eftir. Har var eitt hol eftir henni í miðverjuni, og hóast SUF longu tá var tvey mál frammanfyri, var dyst- urin á ongan hátt avgjørdur. Tað bleiv hann ein minutt seinni, tá Sóley setti sítt fimta brotskast í netið og skoraði til 20-17. Hóast GI/ Tjaldrið ikki gav upp. var munurin ov stórur nú, og StIF vann 21-19. StIF er nú aftur komið upp millum tey fremstu, eft- ir at tað fyri fáum døgum síðani sá út til, at tær høvdu mist ov nógv stig til at gera seg galdandi. Tað eru fram- vegis seks stig upp til Kynd- il, men StIF hevur framveg- is góðan møguleika fyri í øllum fórum at varðveita silverkrónurnar frá í fjør, og harafturat eru tær framvegis við í steypakappingini, har tær í annadkvøld skulu til Klaksvikar at verja eitt måls leiðsluna frá fyrra dystinum móti Stjørnuni. Gl/Tjaldrið skal komandi sunnudag til Vágs at spæla móti hinum botnliðnum í kappingini. Um tað eydnast Gl/Tjaldrinum at vinna tann dystin, hava tær møguleikar fyri at varðveita liðið í bestu deildini sóðar