Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-01-26, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. januar 1999síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Målmadi skeyt try mål Hondbóltur: KIF var ikki verra liðið í fyrra hálvleiki, men tapu kortini stórt móti Kyndli, sum átti allan seinna hálvleik. Hans á Lag ga orðinum >mál<maður týdning við at skjóta trý av slagnum KIF-Kyndil 17-29 (10-11) Emil L. JACOBSEN Málmaðurin Hans á Lag var millum toppskorararnar. tá Kyndil í seinna hálvleiki gjørdi KIF til statistar í høll- ini í Vestmanna. Fyrri hálvleikur hevði verið javnur, og hóast Kyndil vann hann 11-10, vóru teir ikki betri enn KIF fyrsta hálva tíman. Men í seinna hálvleiki setti Kyndil ferð á, kollfirðingarnir duttu burturimillum í væl gjøgn- ein nýggjan s CO umførdu systemunum, og havnarmenn vunnu seinna hálvleik so mikið sum 18- Tað sást. at Kyndil hevur nógv fleiri streingir at spæla uppá. og eitt gott døm: um hetta er, at Hannis Wardum, sum spældi so væl móti Neistanum fyrr i vikuni, bert skeyt eitt mál hesaferð. Beiggi hansara Uni bleiv toppskorari við seks mál- um. Regin Petersen skeyt fimm, og Hans-Aki Dahl- Christiansen. sum við sín- um avriki í seinna hálvleiki ítróttar > uVNC IP Nr. 16 — 26. JANUAR 1999 Hans á Lag skjýtir sítt triðja mál og leggur Kyndil á odda 28-17 móti KÍF. Í seinna hálvleiki var stórur munur á liðunum var millum teir bestu hjá Kyndli, skeyt fýra. Síðani komu nakrir við trimum málum. teirra millum mál- verjin Hans á Lag, sum byrjaði við einum brotskasti og síðani skoraði frálíkt úr spískum vinkli frá vongin- um, eftir at hann hevði sníkt seg fram við frameftir síðu- linjuni. Síðsta málið skeyt hann útifrá, tá KÍF langt síð- ani hevði mist hugin at verja. Serliga var tað syndarligt at síggja KÍF-verjuna, sum dysturin leið. Tað kom meir enn einaferð fyri, at menn blivu >gloy mdir< og ti høvdu lætt við at skora móti fyrst Ola Kristian Djurhuus og seinni Per Joensen. sum kom í málið og eisini hevdi nakrar góðar bjargingar. men sum ofta bleiv full- komiliga seldur av verjuni hjá sær. Men tað er ikki rætt at siga. at tað bert var verjan hjá KÍF. sum sveik. Sum Mynd: Álvur Haraldsen seinni hálvleikur leið. og munurin øktist, bleiv spælið hjá Kyndli meira frítt, og í løtum var tað rein uppvis- ing, tá teir taðaðu KIF-ver)- una sundur við sínum sys- temum, ið sum oftast end- aðu við, at Hans-Aki av- sluttaði og skoraði. Jacob Jónsson byrjaði sum so ofta fyrr uttanfyri, men so skjótt hann kom inn, fór KIF at mansverja hann, men so fór hann bara út- aftur. Kyndil valdi hinvegin ikki at mansverja Allan Mørkøre, sum heldur ikki fekk tað stóra burturúr móti målmonnunum hjá Kyndli. sum báðir stóðu væl. Ser- liga Hans á Lag. sum eisini visti, at hann kann brúkast sum útispælari, um tað nú skuldi blivið neyðugt hjá Kyndli, men eisini Petur Magnússon, sum vanliga ei sterkastur. tá skouð verður frá vonginum, men ikki dámar so væl langskotini, bjargaði eisini fleiri ferðir. tá KIF skeyt utifrå Sum dysturin leið. blen tað bara ein spurningur um. hvussu stórur sigurin bleiv, og hóast Kyndil ikki kom upp á 30 hesaferð, var tað fyri teir heldur ikki so galið at styrkja sær um málmun- n, tí hann kann fáa tydning seinni, tá endaliga stødan skal gerast upp. Hjá KIF ræður bert um at koma víðari og gloyma seinna hálvleik sunnudagin, tá tað í roynd og veru bert var eitt lið á vellinum s-Aki Dahl- Christiansen var ein av teimum bestu hjá Kyndli, sum sunnudagin vann 29-17 á Petur Martini Johansen og KÍF ; Mynd: Alvur Haraldsen