Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-01-26, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. januar 1999síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 16 — 26. JANUAR 1999 ítróttar 17 Hondbóltur: Sigurin hjá Stjórnuni í Vestmanna var í roynd og veru ein åvaring til kvinnurnar hjá Kyndli um ikki at kenna seg ov tryggar enn VIF-Stjørnan 20-22 (9-13) Emil. L. JACOBSEN Stjørnan trein fram sum fremsti avbjóðari hjá Kynd- li ul FM-tronuna, tá tær vunru 22-20 å VIF i Vest- manna. Samstundis liktist hetta mønustinginum hjå VIF, sum nú hevur tapt triggjar ferðir á rað í enda- spælinum. Saman við Neistanum sær Stjørnan í løtuni út sum einastu veruligu hóttanir hjá Kyndli, sum tó hevur greiða leiðslu í kappingini. Tað var týðiligt, at tað kom óvæntað hjá VIF, at Stjórnan byrjaði við skot- sterku Simonu Hansen á miðjuni og ikki á bakkinum. Tað var tó ikki Simona, men Joan M. Joensen, sum er komin við aftur eftir skaða, sum skeyt flestu málini hjá Stjórnuni í byrjanini av dystinum. VIF-liðið lítur so at siga bert á loanu Rapa og Jacklin Durhuus til at gera málini, og Stjørnan valdi at mans- verja Jacklin og trysta vong- irnir hjá VIF aftur. meðan loana Rapa fekk meira frítt spæl. Hóast mansverjuna av Jacklin, sum vardi allan dystin, fekk unga álitið hjá VIF heili átta av teimum níggju málunum hjá heima- liðnum í fyrra hálvleiki. Men taktikkurin loysti seg kortini væl hjá Stjørn- uni, tí tær vunnu hálvleikin 13-9. Sum nevnt var tað í byrjanini serliga Joan Mid- jord Joensen, sum skoraði, men seinni kom Simona Hansen eisini væl við, og eitt nú skeyt hon trý mál á rað innan tveir minuttir, og tá fór Stjórnan frá 9-10 upp á 11-10. Simona er góður skjútti, og í hinum endanum telist veteranurin Johanna Mikk- elsen millum frægastu mál- verjar í landinum, tá hon er í rætta lagnum — og tað var hon sunnudagin. loana Rapa, sum vanliga skjýtur fleiri mál, fekk bert tvey í fyrra hálvleiki, og hóast hon kom meira eftir tí í seinna, var tað Stjórnan, sum stýrdi gongdini og ferðini. Klaksvíksliðið dominer- aði í seinna hálvleiki og av- gjørdi dystin fyrstu tíggju minuttirnar, tá tær løgdu seg á odda so mikið sum 20-11. Sólvá Eystberg, sum er kan- ska týdningarmiklasti spæl- arin á liðnum, er vanliga ikki millum teir stóru mál- Jastrid Gullaksen roynir at sle á VIF í Vestmanna Anna Kristina Samson hevur eyguni á bóltinum, meðan Ioana Rapa roynir at verja fyri henni Mynd: Alvur Haraldsen skjúttarnar, men sunnudag- in skeyt hon seks mál (trý upp á brotskast). Eisini Anna Kristina Samson úti á vinstra vongi hevði sjálvs- álit og tordi at bjóða av. Stjørnusigurin sá tryggur út. og tí valdi venjarin at taka Sólvá Eystberg, sum kevdi trupulleikar við sina- drátti, út. Tað vísti seg at vera ein stórur missur hjá Stjórnuni, og so líðandi kom VIF inn í dystin aftur. loana Rapa og Laila Friis skutu tvey mål i part, so stødan bleiv 15-20, og síð- ani varð Simona Hansen víst av vøllinum í tveir min- uttir. Dysturin lá á vippuni — Stjórnan hevði ikki skorað í tólv minuttir, meðan VIF ppa framvið Jacklin Durhuus (11) og Randi Kúrberg. Stjørnan vann 22-20 hevði fingið fýra mål og så út til at kunna fáa enn fleiri. Tí var málið, sum Anna Kristina Samson skeyt eftir góða fríspæling frá Jastrid Gullaksen til 21-15 sera týdningarmikið fyri dystin, ja kanska avgerandi. Tað kom, tá seks minuttir vóru eftir, og tað lyfti Stjórnuna upp aftur, so tær megnaðu at koyra restina av dystinum heim. Stødan bleiv 22-16, og hóast VIF seinastu minutt- irnar fekk fýra mál, meðan Stjórnan einki fekk, var munurin ov stórur og tíðin ov stutt til, at veruligur spenningur kom í aftur dyst- in. Aðrenn dystin høvdu bæði liðini 11 stig. og dyst- Mynd: Alvur Haraldsen urin var í roynd og veru ein kapping um, hvat av liðun- um skuldi halda fram í FM- stridnum, og hvat skuldi detta burturímillum. Í dyst- unum frammanundan hevði VIF tapt móti bæði Kyndli og Gl/Tjaldrinum í lands- kappingini, meðan Stjórnan hevdi tapt móti StIF. Og harumframt høvdu bæði lið- ini tapt sínar fyrru hálvfin- alur í steypakappingini. So hvørgin av pørtunum hevði nøkur serlig úrslit at vísa á. og eisini tí stóð nógv upp á spæl sunnudagin. Stjórnan endaði omaná. og nú hevur tað alt at siga fyri tær at vinna mót Kynd- li í Havn nú sunnudagin. Á tann hátt kann dysturin — í sigast, at Vestmanna EMmit L. JACOBSEN Fyri ikki so langari tíð | síðani skrivaðu vit, at krossbandið hjá einum av lyklaspælarunum hjá Stjórnun. Anniku Ljós- stein, var slitnað eftir ein samanstoyt í fyrru hálv- finaluni móti StÍF fyri tveimum vikum síðani. Hetta var ein dyggur smeitur hjá liðnum, ti hennara leiklutur hevur verið stórur í ár. Mánadagin varð hon løgd undir skurð í knæn- um. og úrslitið var sera gott fyri hana og Stjørn- una. Tað visti seg nevni- liga, at krossbandið als ikki var slitnad, og at Annika Ljósstein kanska kann spæla aftur longu í sunnudagin var eitt slag av ávaring til kvinnurnar hjá Kyndli um, at tær ikki skulu kenna seg ov tryggar enn, og er tað nakað lið Kyndil hevur orsøk til at stúra fyri, er tað Stjórnan. sum í ársins lands- og steypakapping hevur vunnið tveir av trimum og spælt tann seinasta = javnan móti føroyameistarunum. VIF hevur nu helst tapt ov nógv til at kunna gera seg galdandi. Tær eru sjey stig aftanfyri oddaliðið og hava spælt ein dyst meir Urslitini hava verið ov ván- alig í seinastuni, og tað er spell. tí tað eru bert tvær vikur síðani. at VIF við at vinna á Kyndli í Havn kundi leggja seg á odda í deildini TL Annika við aftur Hondbóltur: Krossbandið var | kortini ikki slitnað, og Annika Ljósstein verður kanska við aftur longu móti StÍF í annaðkvold annaðkveld í semm hálvfinaluni móti Stil Hon hevði fingið tað i ett »træ | sum svarar t lær í knæið ein nevnd blóðsamling beint aftan fyri knæskelin: Hetta tóku læknarnir burtur, og møguleiki < fyri. at Annika Ljósstein spælir aftur longu í ann adkvøld. I ollum førum skuldi hon verið klár ti sera týdningarmikla dystin í Havn komandi sunnudag móti Kyndli Ein dystur, sum kann geva eitt endaligt svar uppá, um Stjørnan veru liga hevur møguleika fyri at gerast føroya- meistari hjá kvinnum fyri fyrstu ferð síðani 1977.