Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-01-26, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. januar 1999síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

18 5 £ [[. . [ ........———.——.— — a —øie€ericiWew — itrottar Hondbóltur: Jens Skipagøta í málinum hjá H71 syrgdi við framúrskarandi málmansspæli fyri, at hoyvíkingar sluppu til hús við báðum stigunum eftir dystin móti Neistanum sunnudagin H71-Neistin 24-20 (14-12) TERII! NIELSEN H71 hevur brukt triggjar málverjar í hesum kapping- arárinum. Jens Skipagøta stóð tað mesta av tíðini í byrjanini av kappingarárin- um, og haraftrat var hann tá liðformaður á liðnum Hann stóð sera væl fyrstu dystirnar, men tá ið tað so fór at ganga niður av bakka hjá honum, tók John Heri Dam yvir. John Heri hevur so staðið rímuliga fast í nógvar dystir inntil fyri stuttum, tá ið Ragnar Mou- ritsen tók yvir í dystinum móti StIF undanfarna viku- skifti Sunnudagin hevði venjar- in hjá hoyvíkingum, Hans Guðmundsson, valt at geva Jens møguleikan aftur, og tað vísti seg at verða ein gløgg avgerð, tí tað var Jens. sum vann dystin fyri hoyvíkingar. Neistaliðið óskipað Tað tóktist at erkymla d- lopsspælið hjá H71 nakað. at verjan hjá Neistanum frá fyrsta bríksli vardi rættuliga frammarlaga á vellinum Serliga fóru teir langt út at verja fyri stóra skjuttanum hjá hoyvíkingum Hans Guðmundssyni. At so Bogi Henriksen í Neistamálinum byrjaði við eini dupultbjarging gjørdi ikki støðuna betur hjá hoy- víkingum, men tað hjálpu tó nakað, at Jens Skipagøta byrjaði eins væl í hinum endanum. Neistin byrjaði best, og teir vóru eisini á odda 2-0, tá ið tríggir minuttir vóru leiktir. Síðani komu hoyvík- ingar við í dystin, og teir komu upp á javnleik løtu seinni, og síðani fóru teir frammum og løgdu seg á oGda 7-4, áðrenn Neistin fekk svarað eitt sindur aftur. Tað, sum ein serliga legði til merkis hesa løtuna, var, hvussu ótrúliga gott pláss Olaf Vestergaard á strikuni hjå H71 fekk. Um Olaf hevði verið eins stinnur í álopsspælinum, sum hann er i verjuni, so heyði hann órvað verið toppskjútti hjá hoyvíkingum henda dagin. Ferð eftir ferð gloymdu neistamenninir at ansa eftir honum. so fekk Olaf frí- spælingar, og hann skeyt eisini try mál fyrstu 20 min- ittirnar av dystinum. Haraftrat gjørdi Neistin alt ov nógvar persónligar villur í álopinum. har teir púra óneyðugt góvu H7I bóltin. Fleiri ferðir vórðu teir dømdir fyri álopsfeil, og eisini vóru nakrar óneyvar avleveringar, sum hoyvík- ingar fingu fatur á. Tá 10 so Neistin heyði mist bóltin í álopinum, og H71 fór í snarálop. tók tað alt ov langa tíð hjá teimum bláu at skipa verjuna aftur, millum annað tí fleiri av leikarunum vóru alt ov sein- ir aftur. Móti endanum av fyrra hálvleiki kom Neistin tó fyri seg, og fingu seinastu tveir minuttirnar minkað um munin frá 14-10 til 14-12, tá ið farið var til hálvleiks. Bíðaðu eftir dómarunum Tað gingu nakrir minuttir frá tí, at liðini bæði komu á vøllin til seinna hålvleik, til dysturin var bríkslaður í gongd aftur. Orsøkin var tann, at ikki fyrr enn liðini høvdu bíðað í einar fýra til fimm minuttir komu dóm- ararnir út á vøllin. Jákup Sverri Kass var stutt fyri steðgin komin inn á høgra vong hjá Neistan- um og Ler uppgåvuni kom hann stak væl frå, h6- ast hann fekk nakrar 6hepn- ar dómaraavgerðir im6ti sær seinasta korterið av dystinum. Neistin fór nú undir at mansverja Hans Guð- mundsson, men sum vit hava sæð tað so oftani áður í hesum Kappingarárinum, tá ið Hans verður mans- vardur, so tekur sonurin Finnur tá yvir sum tann stóri avsluttarin í álopinum hjá H71. Finnur gjørdist næst- besti målskjutti hjá hoyvik- ingum, eitt mál eftir pápa sín, og tað er ein frægd at síggja, hvussu hann sveimar yvir verjuni hjá m6tstødu- liðunum, áðrenn hann lang- ar bóltin í meskarnar. Um miðjan seinna hálv- leik kom verulig gongd á hjá Neistanum, og teir komu frå 19-16 upp á javn- leik 19-19. Høvdu teir so dugað at útnytta sínar møguleikar eins væl gjøgn- um allan dystin, sum teir gjørdu tað løtuna, so er lítið at ivast í, at teir høvdu vunn- ið dystin. Ferð eftir ferð gjørdust menn leysir í verj- uni hjá H71, men so stóð Jens Skipagøta í málinum har sum ein livandi múrur. Serliga væl royndist hann mótvegis skotum av vong- inum, har Neistin tykist at hava stórar trupulleikar við at skora. Somuleiðis tók Jens ikki færri enn trý brots- køst, og serliga var tað sein- asta av hesum ógvuliga týð- andi. H71 hevði tá júst lagt seg á xida 20-19, og ístaðin fyri at Tróndur B. Hansen fekk javnað fyri Neistan, so bjargaði Jens, og H71 kundi Nr. 16 — 26. JANUAR 1999 fara í álop og næstu løtuna økja um leiðsluna til 23-19. Liðini fingu síðani hver sítt mál aftrat. so at endaliga stødan gjørdist 24-20 til H71, sum avgjørt ikki leikti sum eitt oddalid í hesum dystinum, og sum noyðist at taka sær annað skinn um bak, skulu teir gera sær nakrar vónir um at vinna FM-heitið fyri fyrstu ferð í søgu felagsins. Jens í serflokki Tað kundi eins væl verið Neistin, sum sunnudagin fór av vøllinum í høllini á Hálsi sum sigursharrar, tá ið teir høvdu dystast ímóti hoyvíkingum. Hvorki av liðunum var omaná leikliga, og tey flestu av málunum komu eftir meiri ella minni einmansavrik. Skipað á- lopsspæl var lítið og einki at siga til, og høvdu neista- Hans Guðmundsson roynir seg móti Neistanum sunnudagin. Spælandi venjarin hjá H71 bleiv enn einaferð toppskjútti, hesaferð við seks málum Mynd: Jonhard Hammer Jens Skipagøta var munurin menn dugað betur at útnytta sínar mongu opnu møgu- leikar, so hevði úrslitið utt- an iva verið eitt heilt annað. Eingin ivi var um, at tað Jens Skipagøta, sum var klárt besti leikarin á vollin- um. Hann vann snøgt sagt dystin fyri H71, og tað var stuttligt at síggja, at hann nú er komin fyri seg aftur eftir eina tid, har hann fyri tað mesta hevur sitid á beinkinum. Hjá Neistanum royndist leikandi venjarin Andreas F. Hansen væl, men eisini Bogi Henriksen kom heilt væl frá dystinum, serliga í seinna hálvleiki. Dómararnir í dystinum komu rímuliga væl frá upp- gåvuni, hóast teir høvdu nakrar eitt sindur óhepnar avgerðir í seinna hálvleiki, sum fullu út til fyrimuns fyri hoyvíkingar. Les ítróttin á internetinum www.sosialurin.fo