mikudagur 27. januar 1999síða 19
‹ fyrra síða allar 30 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
På
Nr. 17 — 27. JANUAR 1999
tíðindablaðið
Utlendsku oljufeløgini og norski oljuídnaðurin:
Vilja hava norsku
stjórnina til at
broyta karmarnar
og linka krøvini
At oljufeløg steðgað ætlanum og fremja niðurskurðir í eitt
nú Norðsjónum merkir als ikki, at tey harvið eisini missa
áhugan fyri Føroyum. Feløgini gera bara ødrvisi priori-
teringar. Fóroyski landgrunnurin stendur framvegis
frammaliga í framtíðar ætlanunum hjá oljufelógunum
sigur Ben Arabo, stjóri í Amerada Hess í Fóroyum
JAN MØLLER
Nú marknatrætan millum
Bretland og Føroyar tykist
at nærkast eini loysn og
hetta av álvara letur upp
dyrnar fyri eini oljuleiting
á føroyska landgrunninum
stríðast altjóða oljufeløgini
við at fáa endarnar at røkka
saman. Hóast mong av fel-
øgunum klára seg og hava
yvirskot vid rættiliga lågum
prisum, ja heilt nidur å 5-6
dollarar fyri tunnuna, so
hevur tann lågi oljuprisurin
við sær hépuppsøgnir um-
framt at fleiri verkætlanir
bædi vid leitiboring og
framleidslu verda lagdar å
hyllina eina tíð.
Um henda gongdin eisini
fer at fáa ávirka á áhugan
fyri foroyska gkinum er enn
óvist, men roknast kann við,
at feløgini fara at fylgja væl
við, hvørjar treytir og hvørj-
ar skattir og avgjøld eitt nú
føroyskir oljumyndugleikar
fara at leggja á komandi
virksemið.
Sambart sendingini
„Grannar okkara“ í UF í
farnu viku, so hevur ein
kenningur frá okkara leið-
um, Amerada Hess gjørt av
at útseta einar 12 ætlaðar
boringar í danska partinum
av Norðsjónum. Tað kann
als ikki koma uppá tal at
fara undir boring við ver-
andi prísum uppá 10-11
dollarar. Prísurin skal upp á
14-15 dollarar fyri at tað
kann loysa seg at fara í
gongd sigur leiðarin á skriv-
stovuni hjá Amerada Hess í
Danmark, Søren Holm.
Avmarka eisini i
Noregi
Eisini í norska partinum av
norðsjónum er felagið eins
og mong onnur feløg eisini
farið at taka „fólihornini“ til
sín. Sambart norska blaðn-
um „Netavisen“ umhugsar
felagið at gevast við leiting
á norska landgrunninum
fyribils. Lági oljuprísurin
og harðar treytir og karmar
frá norsku myndugleiku-
num fara helst at gera, at
Amerada Hess møguliga
ikki verður við í næstu út-
bjóðing á landgrunninum.
Stjórin í Amerada Hess í
Noregt, Nils Gulnes sigur
við Stavanger Aftenblad, at
altjóða oljuídnaðurin kann
gera íløgur í SO londum. Nú
koma eisini lond sum
Saudi-Arabia og Kuwait av
álvara sær uppí stríðið um
fløgurnar, og har eru olju-
goymslurnar = ómetaliga
stórar. Haraftrat er bíligt at
fáa hana upp. Við einum
oljuprísi uppá 10 dollarar og
einum í Noregi, sum vendir
tyngra endan niðureftir, er
tað sera trupult at fáa pengar
til at gera íløgur á norska
landgrunninum sigur Hess-
stjórin.
-Olja er vorðin handils-
vora sum allar aðrar, har ein
má rokna við, at prísurin
fer upp og niður. Tá eigur
oljuídnaðurin heldur ikki at
verða harðari skattaður enn
annar ídnaður. Vit, sum
standa á odda fyri virksemi
hjá útlendsku oijufeløgun-
um í Noregi, eru bestu am-
bassadørar fyri norska land-
grunnin. Vit gera alt vit
kunnu fyri at útvega kapital
og virksemi til Noregs. Men
vit eru bundnir av, at mynd-
ugleikarnir geva okkum
kappingarførar karmar at
arbeiða undir. Myndugleik-
arnir tóku hetta til eftir-
tektar, tá prísurin fór niður
í 86, og tað eiga teir eisini
at gera nú sigur Gulnes, sum
verður mettur sum ein av
undangongumonnunum i
norska oljuídnaðinum.
Hann arbeiddi undir Jens
Evensen, tá hesin var í
oljuráðnum hjá landinum.
-Tá góvu vit oljufeløgun-
um lægri skatt enn øðrum
ídnaði - fyri at lokka tey at
gera íløgur í Noregi leggur
hann aftrat.
Norski oljuídnaðurin
róðar varskó
Lágu oljuprísirnir hava eis-
ini fingið stóran part av
norskum oljuídnaði at rópa
varskó. Víst verður á, at
Co? avgjaldið má burtur, og
serskatturin má burtur ella
minkast. Luturin - luttókua
- hjá statinum í oljuloyv-
unum má minkast. Hetta eru
nøkur av krøvunum, sum
OLF, Oljeindustriens lands-
forening, 10 umbodar 17
oljufeløg og 48 fyrttøkur,
sum lata vørur og tænastur
til oljuvinnuna, kemur við.
Norsku tyrtøkurnar
royna at koma við einum
boði uppá. hvat kann gerast
soleiðis at norski land-
grunnurin verður kapping-
arførur við onnur pláss í
heiminum.
Stjórin í OLF, Finn Aa-
modt sigur við Stavanger
Aftenblad, at oljuvinnan í
Noregi hevur ongantíð havt
eina so torføra tíð sum nú,
og ger stjórnin ikki karm-
arnar lagaligari, so kann
hetta fáa heilt álvarsligar
avleiðingar fyri norskan
ídnað.
Ein sokallad „perspektiv-
analysa“, sum OLF ger í
løtuni, verður løgd fram 15.
mars og fer hon helst at
verða tikin við í viðgerðina
í Stórtinginum í vár, tá pol-
itikarnir skulu til at umrøda
„Oliemeldingen“ og endur-
skoða fíggjarlóg.
Umframt at skula gjalda
rættiliga fitt í Co2 avgjaldi,
so er eisini ein serskattur
uppá 50% omaná tann van-
liga vinnuskattin uppá 28%.
Við øðrum orðum gjalda
oljufeløgini 78% í margi-
nalskatti fyri at arbeiða á
norska landgrunninum.
Í Noregi er so eisini tann
skipanin galdandi, at tað
almenna eigur upp í 30%
av teimum bestu lisensun-
um. Hetta er ein serskipan
fyri norska landgrunnin og
er landins partur av oljuinn-
tøkunum við hesum nógv
stórri enn tað, sum Statoil
stendur fyri.
Umboð fyri norska olju-
ídnaðin vísa á, at um part-
urin hjá norska statinum í
lisensunum varð minkaður,
heyði tað eisini blivið meira
áhugavert at gjørt fløgur á
norska landgrunninum. Eis-
ini verður víst á, at olju-
feløgini eiga at fáa størri oki
á leita á kring verandi felt,
og haraftrat eigur útbjóðing
at verða oftari.
Føroyar ókent og
harvið spennandi oki
Nú fleiri av oljufeløgunum
steðga ætlaða leiting í
grannalagnum, í Norðsjón-
um er spurningurin, um
henda gongdin eisini kann
fáa avleiðingar fyri áhugan
fyri føroyska landgrunnin-
um
Vit hava spurt Alex Bu-
vik. sum í dag starvast hjá
SUM Í
fy Uricitino 1
Oljufyrisitingini os
Mangt bendir á, at marknaósemjan við bretar skjótt verður loyst. I næstu fara okkara
politikarar at viðgera uppskot til kolvetnisskattalóg og í heyst fara teir at viðgera
fyrstu utbjøding.
17 ár arbeiddi hjá ameri-
kanska oljufelagnum Amo-
co, hvønn tydning lági olju-
prisurin og tær ymsu skerj-
ingarnar hjá oljufeløgunum
kunnu hava á áhugan fyri
Føroyaøkinum.
-Eg veit sjålvandi ikki,
hvat oljufeløgini hugsa,
men av ti at Føroyar kunnu
koma at gerast ein nyggj
oljuprovins, so fer gkið
uttan iva at hava åhuga mill-
um mong oljufeløg. Tað
skal nógv henda, áðrenn tey
taka seg aftur av økinum,
men hetta hevur eisini nógv
at gera við, hvørjar treytir
føroyskir myndugleikar fara
at seta oljufeløgunum, sum
vilja arbeiða her.
Alex Buvik vísir á, at
hóast tað sjálvandi eru fleiri
onnur øki í heiminum at
gera iløgur í, so er Atlants-
mótið og harvið eisini Før-
oyaøkid ein heilt náttúrlig
víðkan av Norðsjónum, har
tað verður hildið ósannlíkt,
at tað verða gjørd fleiri stór
fund.
Oljufeløg vísa eisini van-
liga sokallaðum prospek-
tivum nýggjum økjum stór-
an ans, eitt nú tí tey kanska
hava vónir um at finna stór
felt.
Skerjingar aðrastaðni
raka ikki Føroyar
Ben Arabo, stjóri hjá Ame-
rada Hess í Føroyum heldur
ikki, at nøkur orsøk er hjá
føroyingum at óttast, at eitt
felag sum Amerada Hess
skal leggja árarnar inn í
Føroyum fyri tað. at niður-
skurðir verða gjørdir aðra-
staðni og arbeiði stegðað.
-Hvat danska økinum
viðvíkur, so mugu vit ikki
gloyma, at Amerada Hess
júst er í ferð við at seta Syd
Arne feltið í framleiðslu, og
hetta er ein stór verkætlan.
Hetta verður helst tað næst-
størsta feltið í Danmark og
fer undir framleidslu i år.
Størsta feltið í Danmark er
Danfeltið, sum framleiðir
80.000 tunnur um dagin.
Hvat norska landgrunnin-
um viðvíkur, so royna olju-
felog og haraftrat eisini
norskur oljuidnadur sum
sagt at fáa stjórnina at linka
um krøvini til oljuteløgini.
soleiðis at karmarnir hesi
arbeiða undir verða ødrvisi
og lættari.
Ben Arabo vísir eisini til
tað, sum oljufyrisitingin
hevur sagt, nevniliga, at
eingi tekin eru til, at olju-
felog vegna lágu oljuprís-
irnar hava ella fara at taka
seg úr føroyskum eki til
fyrimuns fyri onnur øki í
heiminum.
Vit spurdu Ben Arabo,
hverja trygd teir føroyingar,
sum seta pengar í Atlantic
Petroleum hava, at ikki eitt
felag sum Amerada Hess
ein dag verður keypt upp av
øðrum og kanska tekur seg
úr The Faroes Partnership.
-Tað haldi eg ikki nakar
skal bera ótta fyri. Sjálvandi
kann eingin kenna seg
100% tryggan, men tað er
ikki rætt at lata seg ræða her
av tí, at skerjingar og nið-
urskurðir verða gjørdir
aðrastaðni. Øll umráðandi
eru so ymisk. Tað, sum man
ger í donskum sjógvi, vísir
bert prioteringina í mun til
onnur eki.
Ben Arabo vísir á, at tað
føroyska økid hevur als
einki vid tad danska at gera,
so ein må ikki fåa ta fatan,
um felagið stedgar virksemi
í Danmark, at hetta so eisini
fer at henda i Føroyum.
Hann heldur fyri, at felagið
er kanska rættiliga nógv
betri fyri enn nógv onnur.
Taka vit so Freia feltid,
sum er vorðið útsett orsakað
av lágum oljuprísum, so eru
eisini feløg sum Statoil við
í hesum feltinum.
Kolventisskattalóg
fyri tingið í næstum
Um eina viku ella so fer
landsstýrið at leggja fyri
tingid uppskot til kolvetnis-
skattalóg.
Uppskotið hevur verið til
viðgerðar í Figgjarmålastyr-
inum og liggur í løtuni til
endaliga viðgerð hjá olju-
målarådharranum, sum skal
geva endaligt grønt ljós fyri
uppskotinum.
Tað er greitt, at hóast
hetta uppskotið ikki fer at
siga nakað um, hverjar ser-
skattir landsstýrið fer at
leggja oljufeløgini, so er
kolveinisskattalógin = ein
týðandi brikkur í ollum
oljutalvinum. Tað er ti við
Tá markið er komið uppá
pláss, eftir ollum at døma
um ikki so langa tíð, fer
oljumálið inn í eina heilt
nýggja fasu, nevniliga til
fyrstu utbjødingina. Kortið
vísir gråsonurnar, sum eru
komnar av tveimum ymisk-
um útleggingum av fiski-
markinum
stórum áhuga, at oljufeløg-
ini bíða eftir tí útspælinum.
sum føroyskir møgleikar
koma vid.
Uppskotið fer so eisini at
hava ávirkan á, hvønn á-
huga oljufeløgini fara at
hava fyri at gera iløgur við
Føroyar. Eru krøvini hørd
og td. hægri enn tey hjá
okkara grannalondum Bret-
landi, Danmark og Noregi.
so kann roknast vid, at
oljufeløg fara at umhugsa
seg fleiri ferðir, áðrenn tey
gera av at bjóða her. Verða
krøvini hinvegin rímulig.
hvat tað so enn merkir, og
verða tey á sama steði ella
lægri enn krøvini í eitt nú
Bretlandi, so kann hugsast.
at ikki bert tey umleið 25
feløgini, sum í løtuni eru við
í kapprenningini , verða við
í endaspurtinum, tá útbjóð-
ingin verður, men at eisini
onnur feløg, sum enn bara
standa á síðulinjuni og
fylgja gogndina, koma sær
uppí leikin.
Tað er greitt. at ein
útbjóðing á føroyskum oki.
verður eisini tíkin við í sa-
mlaðu metingarnar hjá olju
feløgunum, tá tey skulu
gera av, hvar tey vilja gera
íløgurnar komandi árini
T.d. er hugsandi - eftir at
marknatrætan er loyst - at
bretar fara at geva felos
unum sera lagaligar treyti:
fyri at fáa tey at bjóð:
Hvítu sonuni, sum higar!
hevur verið forboðið oki
Spurningurin er so. hvorj
treytirnar verða til somu
øg, sum vit ynskja at b;
í sama umráði men okkar
megin markið.
Ahugavert
frætta. hvat landsstýrið f
1
at mæla til - og at hov:
hvat tinemenn fara at 5
til uppskotið frá lands
inum.
verður