mikudagur 29. desember 2004síða 2
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 251 - 31. desember 2004
Tíðindaflutningur nú á
døgum er ikki tann sami,
sum hann var fyri nøkrum
fáum árum síðani. Nýggjar
tøkniligar
uppfinningar
hava gjørt, at tað gongur al-
samt skjótari við tíðindum.
Internet, parabolsjónvarp
og digital tøkni av ymsum
slagi hava havt nógvar
nýggjar møguleikar við
sær, men við nýggjum
møguleikum koma eisini
ofta nýggj krøv og nýggir
vansar.
Tað hevði borið illa til hjá
føroysku tíðindabløðunum
at komið út annan hvønn
dag, sum tey gjørdu fyrr, og
uttan heimasíðu á interneti
er tað skjótt at detta niður-
ímillum. Nú skulu bløðini á
gøtuna minst fimm ferðir
um vikuna, og tey skulu
verða á tremur við øllum tí
nýggjasta, sum er hent
seinastu dagarnar – ja, sein-
astu tímarnar – áðrenn út-
gávuna. Tað er eisini pláss
fyri
meira
tíðarleysum
greinum, interviewi og
kjaki, men tíðindi, mein-
ingar og myndir eru ein
týðandi partur av blaðút-
gávum nú á døgum.
Bløðini eru nú væl útgjørd
við nýggjastu tøknini, og
hon lættir nógv um í ger-
andisdegnum. Internetið er
alneyðug uppfinning, sum
ger tað lætt at senda tilfar
millum teldur, býir og lond.
Tað snýr seg um sekund
ella í ringasta føri minuttir
at fáa greinar, myndir, upp-
lýsingar, tíðindaskriv, mein-
ingar, boð ella annað fram á
rætta stað. Tað er ikki long-
ur neyðugt at sleikja frí-
merki fyri at fáa eitthvørt
blaðtilfar úr einum staði til
annað. Samskifti á interneti
er skjótt og praktiskt – eis-
ini hóast nógv óneyðugt
samskifti eisini fer fram –
og bløðini njóta gott av tí.
Fartelefonin hevur eisini
broytt nógv í samfelagnum.
Nú er lættari at fáa fatur á
fólki. Tað er eingin orsøk at
fara umvegir fyri at fáa fat-
ur í einum fólki, øll hava
fartelefonin, og líka so irri-
terandi, hon kann vera í
skeivu løtunum, líka væl-
signað er hon ofta í ger-
andisdegnum, og so skuldi
næstan ikki verið neyðugt
at endurtikið hatta um
óneyðugt samskifti sum ein
partur av handlinum.
Fyri nøkrum árum síðani
var tað ofta spurt, um nakar
mundi havt tikið myndir av
eini hvørjari hending, sum
var farin fram, har blaðið
ikki hevði havt fólk úti. Nú
er ikki neyðug spyrja tann
spurningin longur. Nú ljóð-
ar spurningurin bara, hvør
mundi taka myndir. Alt,
sum fer fram nú á døgum,
verður fotograferað úr høvd
í r…
Sosialurin hevur í ár, sum
so mong onnur ár, verið
við, har nakað hendir. Blað-
ið hevur fólk kring landið
og uttanlands, og tíðind-
indaflutningurin í blaðnum
er fjølbroyttur og umfat-
andi. 2004 varð eitt hend-
ingaríkt ár, og nú árið
syngur sítt síðsta vers, hava
vit í hesum eykablaðið tikið
fram
nakrar
av
hendingunum, sum hava
sett dám á hetta árið. Hetta
er ikki ein roynd at gera
eina fullkomna mynd av
árinum, ið fór, men heldur
at geva fólki eina kavalkadu
av tí, sum Sosialurin hevði
at bjóða í 2004. Hetta er
bert ein lítil brøkpartur av
tí, sum hevur verið at finna
í teigunum í Sosialinum,
men
her
eru
nakrar
hendingar, meiningar og
myndir, sum vóru frammi í
2004.
Ger so væl og gott nýggjár!
2004 – hendingar, meiningar og myndir
Tað sigst, at ein klaksvík-
ingur eina ferð skuldi siga,
at hann tímdi ikki longur at
arbeiða í grótbrotinum. Or-
søkina segði hann vera, at
arbeiðið ongantíð varð lið-
ugt!
Nakað soleiðis er tað at
vera til arbeiðis á einum
blaði. Áðrenn dagsins blað
er farið út av húsinum og í
pressuna, so er sjøtul settur
á næsta blaðið, og støðugt
verður hugsað og lagt til
rættis, hvussu næstu og
uppaftur
næstu
bløðini
skulu síggja út, og hvat
innihaldið skal verða.
Talan er um serliga
bransju, og tað er einki
loyndarmál, at kappingin er
rættiliga tøtt. Søgan sigur,
at føroysku bløðini vóru
væl fleiri fyri 20 árum síð-
ani, enn tey eru í dag. Fleiri
hoyknaðu og komu ikki fyri
seg aftur. Men hugurin at
fara undir nýggjar blaðút-
gávur tykist framvegis at
vera góður. Fleiri royndir
hava verið gjørdar. Onkur
er dottin niður fyri í ár-
inum, sum nú er um at vera
runnið, og onnur hava brot-
ið upp um armar, tí tey hava
hildið seg sæð ein nýggjan
glotta og møguleika. So-
leiðis hevur tað altíð verið,
og soleiðis fer tað at vera.
Møguleikarnir og avbjóð-
ingarnar eru víðopnar.
Sosialurin verður hvønn
einasta dag mintur á,
hvussu karmarnir og fyri-
treytirnar at liva í og undir
eru.
Gott ár
Ársskiftið er ikki høvi bert
at leggja seg afturá og í
sjálvsgleði at staðfesta, at
tað eisini í hesum árinum
eydnaðist at fáa blaðið út
hvønn dag. Avbjóðingar
liggja fyri framman. Tær
eru nógvar, fjøltáttaðar og
spennandi, og framtíðin fer
at vísa, hvørjar tær eru.
Men áðrenn onkur teirra
verður nevnd, so loyva vit
okkum at siga, at 2004 hev-
ur verið eitt hampuliga gott
ár fyri Sosialin.
Lesararnir og lýsararnir
hava tikið so mikið dyggi-
liga undir, at tað hevur ver-
ið møguleiki at styrkt um
blaðið. Samlaða síðutalið
er stórt, og upplagið økist
støðugt. Í hesum árinum
hevur tað eydnast prent-
kvøldið at fáa blaðið út til
ein ógvuliga stóran part av
haldarunum og mest sum
allar leysasølurnar.
Nøkur av innihaldsligu
málunum eru eisini rokkin.
Eitt nú at styrkja um viku-
skiftistilfarið, uttanlandstil-
farið og navnatilfarið, og
tað hevur eydnast hesar
seinastu vikurnar at hava
serligt vinnutilfar. At hetta
síðsta hevur fingið góða
móttøku gevur treysti at
halda fram við hesum.
Gamli dreymurin at birta
undir og kveikja debatttil-
farið tykist eisini verða um
at gerast til veruleika. Tá ið
tað eftir summarfrítíðina
varð farið undir at styrkja
um vikuskiftisblaðið, varð
sagt, at ætlanin var við-
hvørt at geva kronikkirnar,
tinghelluanalysurnar og re-
levant debattilfar annars út
í bóklingi. Hetta er fram-
vegis ætlanin.
Nýggjar ætlanir
Hvat nýggja árið fer at bera
við sær, fer tíðin at vísa.
Mennesker spår, men Gud
han rår, plagar at vera tikið
til. Katastrofan í Bengalsku
víkini í hesi vikuni er enn
ein undirstriking av, at tað
kann vera so skjótt, at fyri-
treytirnar gerast heilt øðr-
vísi, enn tær tóktust at vera.
Eingin skal ivast í, at á
Sosialinum verða ætlanir
lagdar. Í einum blaðhúsi er
tað
sjúkueyðkenni,
um
nýggjar hugsanir og ætlanir
ikki verða klæktar. Summar
gerast til veruleika heilt
skjótt, meðan aðrar bíða
ella kanska detta heilt niður
fyri. Avbjóðingin er ikki at
seta seg upp afturá og at
vera nøgdur við tað, sum er.
Tað hevði verið tann vissi
deyði.
Onkrar ætlanir hjá okk-
um eru so tætt undir borð-
inum, at vit avgjørt rokna
við, at tær fara at gerast
veruleiki. Ein er, at Sosial-
urin um ikki so langa tíð fer
at flyta av Argjum og heim
í miðbýin í Havn, har
handilin hjá Valdemar Lüt-
zen verður karmur um
framtíðar virksemið hjá
blaðnum.
Blaðnum er kanska ikki
heilt tað rætta orðið. Av-
bjóðingarnar í miðlaheim-
inum eru nógvar og stórar.
Ein er, at traditionellu bløð-
ini gerast til margfaldir
miðlar ella miðlahús. At
Sosialurin
skal
gerast
miðlahús, sum er í uppaftur
tættari samskifti við brúk-
ararnar, enn hann higartil
hevur verið, er ein av
dreymunum. Flytingin í
miðbýin í høvuðsstaðnum
fer at fjøltátta møguleikar-
nar. Hvussu hetta ætlast at
verða gjørt, og harvið
hvussu hetta ætlast at kenn-
ast aftur í samskiftinum
millum blaði og lesararnar
og lýsararnar fer at verða
meiri at frætta um seinni í
vetur og í vár. Avbjóðingar-
nar bíða, og blaðið og tað
vil siga starvsfólkini eru
eisini í hesum førinum
sinnað at taka við teimum.
Sosialurin vil takka lesar-
um sínum fyri 2004, og vit
ynskja øllum eitt gott
nýggjár.
Jan Müller,
ábyrgdarblaðstjóri
Serblað hjá Sosialinum desember 2004 • Lagt til rættis: Eyðun Klakstein • www.sosialurin.fo • post@sosialurin.fo
Avbjóðingarnar hava
ongantíð verið størri