Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-29, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. desember 2004síða 3

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 251 - 31. desember 2004 3 Stóra og stásiliga ferðamannaskipið bar við land og fekk skaða. Eingin vandi var fyri ferðafólki umborð, men nógv fólk á landi mundu fáa ein kvøkk av hendingini Óhappið hendi, tá Norröna hósdagin 15. januar brád- liga fekk nógvan vind inn á síðuna, og tí misti skiparin tamarhaldið á tí stóra far- inum, sum bleiv trýst á land. Tá hann so skuldi út- aftur av vágni rendi aftur- endin á skipinum í molan. Tá Norröna so aðru ferð kom innaftur um molan fór hon á land á sama staði við ískeiina. Havnarmaðurin Jákup Sjatlá var staddur á eystara- mola, tá Norrøna bar við molan. Hann koyrdi bil, tá ið hann varnaðist, at okkurt var áfatt við Norrönu, tá ið hon kom inn eftir Havnar- vág. Hann fór úr bilinum og leitaði sær yvir á Tinganes at fregnast. Tá legði hann til merkis, at Norröna hevði kós ímóti molanum Hann var skjótur at sleppa sær yvir á eystara mola og kom- in á molan, steig hann úr bilinum. Jákup var kortini skjótur inn aftur í bilin, tí Norröna hevði beinleiðis kós ímóti bilinum. – Eg varð noyddur at flyta meg í skundi, tí Nor- röna hevði kós ímóti mær, greiddi Jákup Sjatlá frá. Hann var skjótur at flyta bilin og stutt eftir bar Nor- röna við sjálvan molan, og hol kom á síðuna. Tá vóru fleiri fólk komin molan at fregnast og telefonirnar kimaðu fyri boða frá, at nú var hol komið á Norrönu. Høvdu tamarhald Sjóbjargingarstøðin, MRCC, hevði fult tamarhald á støð- uni á Havnarvág hósdagin. Djóni Weihe sigur, at van- liga eru óhapp á sjónum ein marra fyri eina bjargingar- støð, men tíbetur gjørdist støðan aldrin hættislig hós- dagin. Spurdur, um MRCC hevði verið til reiðar at flyta fólk burtur, um Norröna var fullsett, svarar Djóni Weihe, at hevði talan verið um júst somu støðu, hevði MRCC ikki havt nakrar trupulleikar at flyta fólkini. – Vit høvdu góðar møgu- leikar at flyta fólk, tí vit kundu flyta frá landi og frá sjósíðuni. Umframt Triton høvdu vit eisini tyrlu, og tí var møguleiki at flyta fólk loftvegis, um neyðugt var við tí, segði Djóni Weihe. JANUAR Nørrøna rendi á land Tann fyrsti var úr Klaksvík Klokkan tjúgu minuttir í nýggju nýggjársmorgun sá ársins fyrsti nýføddi føroyingur dagsins ljós. Tað var á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, at drongurin á 3800 gramm og 52 sentimetrar varð føddur. Foreldur vóru Barbara Biskopstø og Leivur Thorsteinsson úr Klaks- vík. – Galið, tað er stuttligt at fáa eitt barn. Eg hevði als ikki ímyndað mær, at tað fór at verða soleiðis, segði tann fegna mamm- an. Sambandið er cool »Sambandsflokkurin er cool« vóru boðini, sum fylgdu við øllum sms- boðum send umvegis Oli- vant einu tíðina. Hetta var ein lýsing og eitt dømi um, at alt varð nýtt í val- stríðnum undan løgtings- valinum. Sms-boðini komu víða, tí fleiri túsund verða send hvønn mánað. Virðislønir til føroyingar Tá ið íslendingar heiðr- aðu øll tí besta innan tón- leikin, fekk føroyska songkvinnan Eivør Páls- dóttir tvær tónleikavirðis- lønir. Aðru fekk hon fyri at verða besti kvinnuligi sangari og hin fyri at duga besta at framføra sín tónleik. – Hetta var eitt rørandi upplivilsi. Eg púra sjok- erað, tá eg vann hasar virðislønirnar, segði Ei- vør Pálsdóttir. Eisini í Danmark var ein virðisløn latin føroy- ingi. Tað var Teitur Las- sen, sum fekk Rødovre Musikpris 2004. Toran loypti kvøkk á Eitt leygarkvøldið í janu- ar var ógvusligur toru- sláttur um landið. Onku- staðni gekk toran ógvu- liga hart á, og børn vóru órógvað og tordu illa at ganga ímillum húsini. So harður var tann eini bresturin, at hús á eystara armi á Skálafjørðinum meira at kalla skulvu. – Toran gongur, tá ið luftin er óstøðug. Hendan dagin var rættiliga lýtt í veðrinum. Samstundis kom ein kuldabrúgv inn yvir okkum við tí úrsliti, at tað var lýtt í neðra og kalt í erva. Undir slíkum umstøðum fáa vit snar- ljós og torusláttur, sigur veðurfrøðingurin Petur Skeel Jacobsen. Tað var dramatiskt, tá ið Norrøna tríggjar ferðir rendi á land í Havn. Hol kom á Norrønu, men eingin fekk tó skaða av hendingini, og øll ferðafólkini vóru flutt trygt í land, har tey fingu sálarliga fyrstuhjálp Politikkur er í veruleikanum eitt fullkomið sjónleikarhús. Politikkarar lova tað, teir ikki klára at halda. Eg lovaði viðvind á súkklubreytunum og stytri bíðirøðir í keypssamtøkunum á sinni. Johan í Kollafirði eigur at lova føroyingum fleiri fiskar og lekrari grind – Jacob Haugaard, undirhaldari » Tá ið mann skýrir ein bólk av fólki, ið hevur eina aðra kynsliga orientering enn onnur, at vera vilst kynsliga og harafturat metir, at hesin bólkur kann grøðast ella venjast av við hendan atburð, tá leggur mann ótrúliga hart út eftir hesum bólki. - Eyðun Joensen, sálarfrøðingur « » « Løgtingsval var 20. januar. Fólkafl.: 7 limir - Sambandið: 7 - Javnaðarfl.: 7 - Sjálvstýrið:1 - Tjóðveldið: 8 - Miðfl.: 2