Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-29, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. desember 2004síða 4

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 251 - 31. desember 2004 – Føroyingar eru teir norðurlendsku muslimarnir, segði danski politikarin Naser Khader, sum á føstulávint fór í før- oysk klæði Danska Ekstrablaðið gjørdi eitt sindur burtur úr føstu- lávintshaldinum. Blaðið fekk til stuttleikar kendar danir at lata seg í øðrvísi klæði, og síðani vórðu myndir tiknar av teimum. Danski politikarin Naser Khader, sum hevur havt sínar greiðu meiningar um føroyskan heilsupolitikk, valdi at fara í føroysk klæði, og tað vóru ikki júst rósandi orð, hann hevði at bera føroyingum. – Føroyingar eru teir norðurlendsku muslimar- nir. Nógvir av teimum eru sera víðgongdir, segði hann við Ekstrablaðið, tá ið blað- ið vildi hava at vita, hví hann valdi tey føroysku klæðini sum grýluklæði. Ekstrablaðið helt, at Nas- er líkist einum veruligum føroyingi, tá ið alt kemur til alt. – Nógvir føroyingar eru sera myrkir í húðini, tí muslimskir sjórænarar plagdu at fara í land í Før- oyum og neyðtaka kvinnur- nar, tá ið teir vóru á ráns- ferðum, skrivaði danska blaðið. Antin føroyingur ella brotin sigarett Naser Khader hevði hug at draga eitt sindur í land, tá ið Sosialurin bæð hann greiða frá, hví hann helt, at føroy- ingar eru teir norðurlend- sku muslimarnir, sum hann varð endurgivin fyri at siga við Ekstrablaðið. – Eg haldi, at Ekstrablað- ið hevur strammað mína út- søgn eitt sindur, tí eg havi ikki hug at generaliserað allar føroyingar. Eg kenni eisini føroyingar, sum eru tolerantir og frísinnaðir, og eg havi onkrar føroyskar vinir, segði Naser Khader. – Men teir føroyingarnir, sum eg havi havt samband við í kjakinum um fostur- tøku, brúka argument, sum líkjast teimum hjá funda- mentalistiskum muslimum. Teir brúka millum annað avgjørdar og guddómligar sannleikar fyri at vísa á, at teir hava rætt. Og umvalið at brúka før- oyska tjóðarbúnan í í føstu- lávintshaldinum hjá Ekstra- blaðnum, segði hann: – Tá ið eg eri við í slík- um, brúki eg haldi høvið at koma við einum politiskum boðskapi. Tað gjørdi eg eis- ini í hesum føri. Eitt annað mál, sum eg fari at arbeiða fyri í næstum, er at fáa fleiri roykfrí øki í Dan- mark, og tí stóð valið hesa- ferð millum at lata meg í sum ein brotin sigarett ella sum ein føroyingur, segði Khader. Fráráddur at fara til Føroya Naser Khader er føddur í Damaskus í Sýria. Hann kom til Danmarkar saman við foreldrum sínum í 1974. Síðani hevur hann búð í Danmark, hevur gingið í skúla, tikið útbúgving sum cand. polit. og hevur verið við í donskum politikki. – Eg var ein demokratiskur analfabetur, tá ið eg kom til Danmarkar, men eg havi integrerað meg í danska samfelagið, og nú meti eg fólkaræðið verða mítt lívsprojekt. Umframt at verða politikari er Naser Khader eisini íðin viðmerkjari og fyrilestrahaldari, og hann hevur altíð okkurt upp á hjartað. Av og á eisini um Føroyar. Naser Khader hevur ongantíð verið í Føroyum, men hann segði seg júst hava fingið nakað sum líkist eini innbjóðing. – Onkur hevur rátt mær frá at fara til Føroya, men fái eg eina innbjóðing, so taki eg av, segði Naser Khader. FEBRUAR Khader brúkti føroysk klæði sum grýluklæði Nýggj samgonga Leygardagin vátta Fólka-, Sambands- og Javnaðar- flokkurin eitt nýtt lands- stýrissamstarv við at skriva undir samgonguskjal teirra millum. Landsstýrismenn fyri Fólkaflokkin verða Bjarni Djurholm, Jógvan á Lakjuni og Jógvan við Keldu. Sambandsflokk- urin velir Bárður B. Niel- sen og Johan Dahl til landsstýrismenn (seinni tekur Bjørn Kalsø við), og umframt løgmann Jóan- nes Eidesgaard verður Hans Pauli Strøm lands- stýrismaður fyri Javnað- arflokkin. Edmund Joen- sen verður løgtingsfor- maður. Ice Lady í havsneyð Farmaskipið Ice Lady kom leygardagin 8. feb. í rættiligt ódnarveður vest- anfyri Føroyar. Farma- skipið fekk stóra slagsíðu og bingjurnar á dekk- inum slitnaðu. Ice Lady legði kortini í øllum góð- um at bryggju í Havn seinnapartin sunnudagin. Tá stóð sjógvurin hálvan annan metur í lastini. Menn av Brimli tømdu skipið við pumpum, og Skipafelagið Føroyar tók bingjurnar av dekkinum. Tær vóru allar í sorli, og allar vørurnar vóru farnar fyri skjeyti. Farmaskipið, sum er skrásett á Karib- isku oyggjunum, men sum norðmenn eiga, var á veg úr Íslandi til Póllands Petsi strálaði í regninum Føroyska Petsi Tvørfoss var við í danska Grand Prixnum og stóð seg væl. Hon endaði sum nummar fimm av tíggju luttakar- unum. Hon sang ein sang hjá donskum tónaskaldið. Sangurin kallaðist »Mest når det er regn«. – Eg fekk eitt risa upp- livilsi burturúr, og eg eri glað fyri, at eg var við, segði Petsi Tvørfoss eftir kappingina. Bispur misnøgdur Hans Jacob Joensen, bisp- ur, finnist at nýggju sam- gonguni, tí hon hevur valt Jógvan á Lakjuni til landsstýrismann í menta- málum – og harvið eisini hjá kirkjuni. – Tað er heilt burtur við, at nýggja samgongan hevur sett ein lim í brøðra- samkomuni í landsstýrið at umsita fólkakirkjuna, sigur hann. – Jógvan á Lakjuni er hampamaður, og hann fer avgjørt ikki at leggja kirkj- uni eitt holmstrá í vegin, svarar Jóannes Eidesgaard. Naser Khader valdi føroysk klæði, tá ið danska Ekstrablaðið bæð hann lata seg í onkur grýluklæði í sambandi við føstulávintshaldið. Khader vildi við hesum koma við einum politiskum boðskapi um víðgongdar føroyingar Mynd: Polfoto Tað er ikki mín uppgáva at stýra listini. Eg havi kortini fullgóðan rætt at hava mína hugsan og siga mína meining um listina. Fólk skulu ikki vænta stórvegis broytingar á listarliga økinum. Eg má eisini hyggja realistiskt upp á tað. – Jógvan á Lakjuni, nýggjur landsstýrismaður » Øll eru neyvan líka fegin um, at kirkja er farin at hýsa rockbólkum og lova fólki at klappa. men skal kristni boðskapurin yvirliva, má kirkjan duga at bera hann víðari í tráð við tiðina, vit liva í. Hetta er ikki eitt val, men ein treyt. – Hans Eiler Hammer, prestur í Klaksvík « » « Steypafinalurnar í hondbólti verða spældar í Havn. StÍF vinnur hjá monnum, og Stjørnan vinnur hjá kvinnum.