Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-29, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. desember 2004síða 5

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 251 - 31. desember 2004 5 Sangleikurin um Jósef og tað ótrúliga litfagra dreymakotið var eitt av teimum heilt góðu mentanar- ligu tiltøkunum í 2004. Sangleikurin, sum varð spældur av miðnámsskúlanæm- ingum, gjørdist ein ordans succes, og 6.450 fólk sóu leikin Álvarsamt, yndisligt, stutt- ligt, syrgiligt, ferðmikið, stórfingið… Listin hjá ummælaranum á Sosialinum var langur, tá ið hann skuldi skriva um frumsýningina av sangleik- inum Jósef og tað ótrúliga litfagra dreymakotið. – Orð eru ov fátøk og av- markað at fevna um uppliv- ingina, vit fingu í einum stúgvandi fullum Norður- landahúsi undir frumfram- førslu, tá næmingar úr Hoy- dølum við sangleikinum tóku áskoðarar og áhoyrar- ar við á eina litfagra og fjølbroytta ferð aftur í bíbliusøguna, skrivaði um- mælarin Heini í Skorini. Útselt varð til allar sýn- ingarnar av sangleikinum, og hevði møguleiki verið at spæld longur í Norður- landahúsinum, so hevði søgan verið tann sama. Stórbært Ummælarin á Sosialinum hevði nógv rósandi orð at bera sangleikinum, og her er ein úrdráttur av tí, hann skrivaði: »Tað er ein løgin og sera torfør uppgáva at skriva um sangleikin »Jósef og ótrú- liga litfagra dreymakotið«. Fyrst og fremst tí nakrar hendingar her í lívinum einfalt skulu upplivast, tí orð eru nevniliga ikki ment at lýsa og fevna um stór- bæru frumframførsluna í Norðurlandahúsinum týs- kvøldið. Fyri tað næsta vóru áskoð- arar og áhoyrarar vitni til eina so ferðmikla fram- førslu við so nógvum og fjølbroyttum listagreinum samstundis í fokus, at hyggjarar og lurtarar (og ikki minst ummælarar) kenna seg hjálparleysar at lýsa sangleikin og hvørja einstaka umboðandi lista- grein til fulnar. Tó sita vit eftir við eini heildaruppliv- ing, og tað er hana, vit eru noydd at krøkja okkum í. Jósef fullførdi dreymarnar Sum heild er talan um eitt satt meistaraverk, sum man- ar fram so ymsar og sterkar kenslur í áhoyrarum og hyggjarum, samstundis sum ymsu listagreinirnar gjørdu Norðurlandahúsið til eitt hav av mentanarlig- um tilfeingi á hægsta stigi við mest professionellu karmum, vit í Føroyum kunnu ynskja okkum. Tor- ført er at skilja, at talan er um amatørar, sum fram- føra, og at sangleikurin í veruleikanum er ein skúla- verkætlan við Rytmiska kórinum í Hødoylum sum grundstammu, men sum síðani hevur fingið sam- starv í lag við aðrar bólkar uttanfyri skúlans gátt. Stóra finalan móti end- anum er kanska absolutta klimaksið í leikinum, har Jósef vísir náði og fyrigev- ur brøðrum sínum, áðrenn faðirin Jákup aftur hittir eygnastein sín, sum sam- bært skriftunum tá hevði verið 22 ár í útlegd, harav fleiri ár í fongsli. Í eini kombinatión av rokki og blásarum við títtum fim- leikaserium og nærum øll- um leikarum á palli endar eitt dreymakent kvøld við lógvabrestum frá fjøldini. Gjøgnum líðing og neyð stríddi Jósef seg til heiður og æru. Við íblástri frá dreymunum varð vónin hildin á lívi, sjálvt tá hann varð vrakaður, seldur og settur í fangahús. Við eyg- unum vendum samstundis móti idealunum og veru- leikanum vann hann á vón- loysi og mótgongd. Jú, dreymurin gjørdist av sonn- um veruleiki, bæði fyri Jósefi og fyri okkum mongu, sum týskøldið høvdu leitað okkum niðan í Norður- landahúsið.« MARS Dreymurin hjá Jósef gjørdist veruleiki Russar njósnað- ust í Føroyum Føroyar lógu verjuleysar undir kalda, krígnum, og væl hevði borið til hjá russum at hersett oyggj- arnar. Eftirlitið við mongu vitjandi úr Sovjet- samveldinum var ikki nóg gott, og eisini bendir nógv á, at russisku fiski- førini høvdu til uppgávu at savna upplýsingar um Føroyar og føroyska sam- felagið. Tað var niður- støðan í sonevndu Reyðubók, sum Bent Jen- sen, professari, skrivaði um tíðina undir kalda krígnum. Hann hevði kannað skjalasavn eyst- anfyri, og í mars mánaði læt hann løgmanni eina frágreiðing um sínar kanningar. – Eg havi einans fingið atgongd til brotpart av til- farinum um Føroyar, ið liggur í russisku skjala- goymslunum. Nógvar av skjalagoymslunum, ið vóru latnar upp fyrst í ní- tiárunum, eru í dag latnar aftur, og tí fáa við helst ongantíð alla søguna, segði Bent Jensen um sína frágreiðing. Gud til arbeiðis – ikki í kríggj – Tað hvílur ein serligur andaligur friður yvir fólkinum her, tí tey hava Gud við sær í gerandis- degnum. Eg eri meir von við, at fólk hava Gud við sær í kríggj. Tað segði Sarah Munro úr Norðurírlandi, sum eitt skifti var lærari á Tekn- iska skúla í Klaksvík. Havið sum ruskpláss Havið um Føroyar verður brúkt sum eitt ruskpláss. Sambært serfrøðingum verða umleið 500.000 kilo av húsarhaldsburtur- kasti blakað fyri borð av teimum føroysku fiski- skipunum til stóran skaða fyri fugl og havum- hvørvi. Bert heilt fáir bát- ar taka ruskið við í land, og avleiðingarnar eru týðuligar í føroysku fjør- uni. Jónsvein Joensen hevur verið fiskimaður í tíggju ár við umleið 12 ymisk- um fiskiskipum. – Havumhvørvispoli- tikkurin á skipunum er hesin: koyr alt í havið. Eg skammist yvir, at Føroyar reklamera við tí reinu luftini og reina havinum. Tað, sum gongur fyri seg á havinum. er reint sagt nakað svínarí, sigur Jón- svein Joensen. Jóannes Lamhauge hevði leiklutin sum Jósef, men samanlagt vóru 80 ungfólk við í sangleikinum, har eisini nógv dugnalig fólk vóru aftanfyri leiktjøldini Mynd: Jens Kristian Vang Føroysku fjølmiðlaleiðslurnar eiga at skapa betri umstøður til dýbd og atfinnandi tíðindaflutning, og undanførslurnar um vantandi pening og starvsfólk eru ikki nøktandi, um tað bert verður raðfest rætt. – Dánjal Højgaard, Ársins Tíðindafólk 2004 » Lat tey ungu sleppa at brúka sína orku og sítt hugflog til at skapa nakað, so tey sleppa frá at fara út á gøturnar at sláa seg leysan. Eg eri púra vísur í, at ongin, sum sleppur at buka mínar trummur, fer út at buka nakra ommu á gøtuni. – Karl Anton Klein, tónleikalærari « » « Mjølnir úr Klaksvík vinnur FM-heitið í flogbólti – bæði hjá monnum og kvinnum – eftir avgerandi dystir ímóti ÍF á Kambsdali.