mikudagur 29. desember 2004síða 6
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 251 - 31. desember 2004
20. apríl var ein søgu-
ligur dagur í Klaks-
vík. Hetta var dagur-
in, tá fyrsta skotið
fyri undirsjóvartunl-
inum var latið av
Borðoyarmegin. Stór
mannamúgva var
savnað í Borðoyarvík
klokkan trý, men
orsakað av tekniskum
trupulleikum, var
skotið næstan hálvan-
annan tíma seinkað
»Góðan dagin hetta er Dáv-
ur Reinert Hansen frá Norð-
oyatunlinum. Vit standa her
uppi í Borðoyarvík og
skulu til at spreingja fyri
fyrstu ferð, men sært tú,
spreingitólið hjá okkum er í
ólagi. Kundu vit lænt eitt
frá tykkum?«
Tað, sum ikki mátti henda,
hendi, tá fyrsta skotið til
Norðoyatunnilin Borðoyar-
megin skuldi latast av. Tá
alt var tilreiðar, nógv fólk
var samankomið, streykaði
spreingitólið, og onki bar
til.
Tá Dávur Reinert Hansen
var liðugur at tosa í telefon,
vendi hann sær til stóru
mannfjøldina og greiddi
teimum frá støðuni. Orðini
hjá honum fingu lív í
mannfjøldina, sum fór at
rópa, bríksla og klappa.
Menn undraðust tó á, at
spreingitólið ikki virkaði, tí
teir høvdu roynt tað stutt
frammanundan. Men hvussu
var og ikki, so vildi tað
hvørki eitt ella annað júst
tá.
Tað gekk tó ikki so long
tíð, so var alt fingið upp á
pláss aftur, og tað vísti seg
at vera ein menniskjasligur
feilur, varð sagt á staðnum.
Klokkan knapt hálvgum
fimm seinnapartin týsdagin
varð fyrsta skotið Borðoy-
armegin latið av, og mong
fegin og spent fólk vóru til-
staðar.
Drúgt at bíða
Dávur Reinert Hansen,
stjóri í pf Norðoyatunlinum
bjóðaði øllum vælkomnum,
og síðani kom Svein Christ-
ensen frá NCC og greiddi
frá sjálvum skotinum. Síð-
ani vórðu øll fólkini beind
antin oman móti bátahyl-
inum ella hin vegin, soleið-
is at ongin stóð ov nær, tá
skotið fór at ganga av. Men
tað bleiv ein drúgv bíðitíð
hjá øllum fólkunum.
Fyrst tók tað sína tíð at
fáa alt fólkið burtur frá
staðnum, og tá so menn
endiliga fingu grønt ljós,
vísti tað seg, at spreingitól-
ið ikki virkaði.
Norðmaðurin, sum skuldi
vinda tólið, svór við, tá
hann gjørdist greiður yvir,
at har var onki at gera.
Tólið virkaði ikki. Okkurt
lat til at vera galið við tann-
hjólunum, tí kastið tyktist
bara at mala leyst, og tenn-
inar tóku als ikki við.
Tá helt 98 ára gamli
Eliesar
Sørensen,
sum
skuldi skjóta skotið, helt
skemtandi fyri, at teir máttu
latið Jógvan Gerðalíð tikið
sær av tí, tí hann hevur ar-
beitt nógv við spreingi-
stoffi.
Hetta tekniska brekið má
sigast at vera sera óheppið,
men stjórin í pf Norðoya-
tunlinum segði, at har var
ikki nógv at gera.
– Slíkt er altíð forargiligt,
men tað fær ein ikki gjørt
nógv við, segði hann og
ypti øksl.
Annað spreingitól
Tað var Jógvan Gerðalíð,
annar av teimum eldru
monnunum, ið vóru tilstað-
ar, sum helt fyri, at teir áttu
at ringt norður á Strond, tí
har
mundu
teir
eiga
spreingitól. Dávur legði í
telefonina, og hann fekk
avtalað, at onkur skuldi
koyra norður á Strond eftir
einum tóli. Men tað var
kortini ikki neyðugt. Brád-
liga rópti onkur, at nú fór at
bera til. So fór norðmaður-
in aftur at vinda, og hesu-
ferð bar til.
Lítla løtu seinni kundi
Steinbjørn trýsta á knøttin,
meðan teir báðir, 87 ára
gamli Jógvan Gerðalíð og
98 ára gamli Eliesar Søren-
sen, hugdu at. Hetta hendi
næstan hálvanannan tíma
seinni enn ætlað. Men hó-
ast tað var gleðin stór, og
fólk klappaðu og róptu, tá
skotið var latið av.
Summi ógvaðust við, at
tað buldraði so hart. Tað
kendist væl í fótunum, at
tað sprongdist. Beinanveg-
in fóru fólk tysjandi niðan
aftur til tunnilsmunnan.
Roykurin stóð frá munnan-
um, og ein væntaði tað heilt
stóra.
Men nei! Holið var ikki
meira enn átta fermetrar.
Svein Christensen frá NCC
segði í frágreiðing sínari
frammanundan skotinum,
at talan var bert um eitt
symbolskt hol. Hetta kemur
av trygdini, sum jú er í há-
sætinum til tílíkar verkætl-
anir.
Vanliga verður løtt við
650 kg av dynamitti, men
til tað allar fyrsta skotið
vóru einans 35 kg lødd.
Hátíðarhald var í eini
høll, sum NCC hevur leig-
að, í sambandi við fyrsta
skotið
Borðoyarmegin.
Fyrsta skotið í Leirvík varð
longu latið av í desember
mánaði í fjør.
APRÍL
Tvørligt skot setti hol á
Fjølmiðlar
hava ikki tol
við kvinnur
– Tíðindaflutningurin hev-
ur ikki tíð at bíða eftir
kvinnum, sum skulu hava
eina viku at hugsa seg um
í. Tí detta teirra meining-
ar niður ímillum, meðan
mannfólkini sleppa at
fylla dagligu tíðindasend-
ingarnar.
Tað segði Katrin Peter-
sen, tíðindaleiðari í SvF, á
kvinnuráðstevnu,
sum
varð hildin á Hotel Hafnia.
– Í politikki tosa vit
ofta um at broya karmar-
nar soleiðis, at teir hóska
kvinnum betri. men í
tíðindaflutningi ber tað
snøgt sagt ikki til at laga
seg eftir eini kvinnu, sum
skal hava eina viku at
hugsa seg um í. Tað skal
vera her og nú, og kann
tað ikki tað, so verður tað
av ongum, segði hon.
Nýggjur
FSF-bossur
Óli Holm verður á aðal-
fundi hjá Fótbóltssam-
bandinum
valdur
til
nýggjan formann. Eftir
drúgva togtogan um, hvør
skuldi verða tann nýggi
bossurin, eftir at Dánjal
Andreasen valdi at leggja
frá sær, samdust føroysku
feløgini at enda um, at
Óli Holm skuldi verða
nýggjur formaður.
– Tíðin er nú komin at
vaska talvuna reina. Vit
mugu skapa frið, trygd og
trivnað í Fótbóltssam-
bandinum, og vit mugu
leggja gomlu ósemjurnar
á hillina, segði Óli Holm
eftir valið.
Olaf heiðraður
Føroyski
sjónleikarin
Olaf Johannesen, sum
hevur starvast í Danmark
í nógv ár, fekk í mars eina
virðisløn fyri sítt virk-
semi. Tað var Olad Poul-
sens Mindelegat, sum var
latin Olafi, og saman við
heiðrinum fylgdu eisini
30.000 krónur. Nógvir
kendir danskir sjónleikar-
ar hava gjøgnum árini
fingið hesi virðisløn.
Fimm ær
brendu inni
Tað fekk rættiliga óhepnar
fylgjur, at tveir smá-
dreingir spældu við eld í
einum neysti í Fuglafirði.
Neystið brendi í grund og
fimm ær brendu inni.
Dreingir spældu við eld,
og tað festi í hoyggj, sum
var inni í neystinum.
Sýslumaðurin í Eystur-
oynni segði, at dreingir
høvdu ikki sett eld á við
vilja, men at hetta var ein
dýrur læripengi fyri teir.
Jógvan Gerðalíð, Steinbjørn O. Jacobsen og Eliesar Sørensen høvdu gott tol, tá ið fyrsta skotið
varð latið av fyri Norðoyartunlinum Borðoyarmegin
Tað nyttar einki, at onnur siga við teg, at tú ikki skalt gera
tað og tað, tí tað er bert tú, sum kanst broyta teg. Øll
broyting má koma innaneftir, og tað má vera eitt hjá tær
sjálvum.
– Jákup Magnussen, útvarpsmaður
»
Vit mugu ásanna, at tað í poltikki altíð eru ymiskar
meiningar um, hvussu veruleikin sær út, og tað ger, at tað
altíð eru ymiskar meiningar um, hvat er upplýsing, og hvat
er propaganda. Markið er ógvuliga flótandi.
– Sjúrður Skaale, fyrrverandi kunningarráðgevi
«
»
«
Kyndil úr Havn vinnur føroyameistaraskapið í manshondbólti, og hjá kvinnum vinnur Stjørnan úr Klaksvík FM.