Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-29, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. desember 2004síða 7

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 251 - 31. desember 2004 7 Nógv varð gjørt burt- ur úr, tá ið Fríðríkur krúnprinsur og Mary krúnprinsessa giftust í Vor Frue Kirke í Keypmannahavn. Sálarfrøðingur held- ur, at fólk hava brúk fyri einum ella øðrum slagi av ævintýrligum upplivingum í einum gráum gerandisdeg- num Fríggjadagin 14. mai fekk danska ríkið eitt nýtt krún- prinsapar. Fríðrikur og Mary vórðu gift í Vor Frue Kirke í Keypmannahavn. Ein stórhending, sum fekk úti við 250.000 fólk út á gøturnar í Danmark. Eisini í Føroyum fylgdu flestu fólk við, tá parið undir ein- ari sera vakrari brúðar- vígslu góvu hvør øðrum sítt ja. Manntómar gøtur og hvør handil, sølubúð, fyri- tøka og so framvegis mundi hava eitt ella fleiri sjónvarp tendrað hendan dagin. Men hvat er tað so, sum hendir, tá ein slík stórhend- ing fer fram, og hvat ger, at fólk verða so hugtikin og áhugað í hesum? Eyðun Joensen, sálar- frøðingur, heldur, at øll menniskju hava tørv á at uppliva eitt hvørt estetiskt og flott. Eitt ævintýr, sum kann fáa øll at dagdroyma eina løtu. – Hetta er ein so sjáld- som hending. Hetta er ikki nakað, sum hendir fleiri ferðir í lívinum hjá okkum, so eg skilji tað væl, sigur Eyðun. Hann vísir á, at føroying- ar somuleiðis fylgdu væl við, tá norski krúnprinsur- in, Haakon, giftist Mette- Marit. – Áhugin hjá føroyingum fyri norska kongshúsinum er ikki eins stórur, men tá tað ikki var danski krún- prinsurin, so var tað tað næstbesta, sigur hann. Onki er at taka seg aftur í at norska hjúnarbandið var enn meira ævintýrakent enn tað danska. Við tað at borg- arliga einliga mamman fekk sín prins og kongarík- ið. Øll livdu við Eyðun Joensen heldur, at tað, sum var áhugavert við brúdleypinum var, at øll livdu við í hendingini. Høg sum lág. Og hann sigur, at sjálvur varð hann bergtikin av øllum vakurleikanum. – Eg haldi, at øll, sum hava tað soltið á ein ella annan hátt í gerandisdeg- num, treingja til at sleppa at uppliva slíkan vakurleika og eitt tílíkt ævintýr, sum at ein krúnprinsur giftist ein- ari púra vanligari kvinnu, sigur hann. Fyri at seta hetta saman við tí heilt vanliga gerand- isdegnum, spyr sálarfrøð- ingurin til dømis, hví so mong keypa romanbløð og líknandi. Hann ivast ikki í, at tað er tí, at tørvurin fyri at uppliva eitt hvørt rom- antiskt, vakurt, eksotiskt er tilstaðar hjá øllum í teirra vanliga lívi. – Nú skal eg ikki fara at draga hesa hendingina fríggjadagin niður á tað støðið, men dagdroymarí er ikki ólógligt, og øll eiga at kunna droyma seg burtur eina løtu. Nevniliga tí tey hava brúk fyri tí, slær hann fast. Og hann leggur aftur- at, at hann fegin vil síggja tann, sum sá vígsluna fríggjadagin og ikki helt tað vera tað vert. Menniskjasligur Tá tosið kemur inn á krún- prinsin er sálarfrøðingurin ikki í iva um, at øll fóru frá aftur sjónvarpinum nakað ríkari enn frammanundan. Tí til vígsluna vísti buldri- bassin í danska kongshús- inum seg frá einari heilt aðrari síðu. Mong mundu tey vera, ið vórðu rørd av hansara tár- um, stutt áðrenn Mary sam- an við pápa sínum kom gangandi inn eftir kirkju- gólvinum. Í sjónvarpinum sóust hann og beiggin, Joakim prinsur, standa og smápráta eina góða løtu, áðrenn brúðurin kom. Men tá bert nakrir fáir minuttir restaðu í, tóku kenslurnar ræði á tí annars altíð róliga krúnprinsinum, og tárini komu fram. Hetta heldur Eyðun hev- ur gjørt, at fólk hava fingið eina aðrar mynd av krún- prinsinum. – Eg trúgvi, at hasi tárini vóru ektað. Alt tað, sum krúnprinsurin er kendur fyri, her hugsi um hansara djørvu brøgd og allar tær venjingarnar, sum hann hevur gjøgnumført, hava givið fólki eina ávísa mynd av honum. Men fríggjadag- in kom tann menniskjasliga síðan veruliga fram, sigur sálarfrøðingurin, sum sjálv- ur als ongar ætlanir hevði um at hyggja at brúdleyp- inum. Men hann setti seg eina løtu og varð fangaður av øllum tí stórbæra vakur- leikanum, sum har var at síggja. MAI Brúdleyp sum í ævintýri Bjargaðir sjó- menn vitjaðu Bert fimm av teimum 37 umborð yvirlivdu, tá ið russiski Mechanik Tara- soc sakk í 1982 á Flemish Cap. Føroyska Sigurfarið var bjargingin hjá teim- um fimm, og 22 ár eftir hendingar vitjaðu tveir av teimum bjargaðu sjó- monnunum í Føroyum. Skiparin á Sigurfarinum í 1982, Mikkjal Olsen, tók ímóti russunum, tá ið teir komu í Vágarnar, og í Klaksvík hittist megin- parturin av monnunum umborð á Sigurfarinum og teir russisku sjómenn- inir. Tað var ein rørandi løta, har tað fyri fyrstu ferð bar til at tosa um til- burðin á Flemish Cap. Hondbólts- kvinnur fóru á flog Kvinnulandsliðið í hond- bólti stóð seg sera væl í eini altjóða kapping í Italia. Tað eydnaðist før- oyska liðnum púra óvæntað at spæla seg í finaluna í kappingini, har liðið tapti fyri italsku favorittunum. Eingin var tó keddur eftir tapið, tí silvurið var eitt nógv bet- ur úrslit, enn nakar hevði droymt um frammanund- an. Nýggjur professari Mikudagin 19. mai tók Malan Marnersdóttir al- ment við sum professari á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya. – Eg havi altíð roynt at arbeitt miðvíst ímóti góð- um úrslitum. At vera framsøkin er bæði spenn- andi og avbjóðandi. Tað er altíð gott at seta sær nøkur mál og vita, um tú røkkur teimum, segði Malan Marnersdóttir. Hon er 52 ára gomul og hevur verið í starvi á Fróðskaparsetri Føroya síðani 1983. Nazi-skúli í Kirkjubø Tað vóru nøkur undarlig tíðindi, sum ein heima- síða á internetinum kundi bera. Sambært heimasíð- uni hevur tað síðani á heysti í 2003 verið ein privatur nazi-skúli í Kirkjubø. Endamálið við skúlanum er at skapa ein mótpol til »skaðiligu sosialdemokratisku heila- vaskingina í norðurlend- ska skúlaverkinum«. Heimasíðan kundi eis- ini vísa eina mynd av nazi-skúlanum, og tað var einki minni enn ein mynd av Norðurlandahúsinum. Jú, mangt løgið er at finna á internetinum… Fríðrikkur krúnprinsur, buldribassin í danska konghúsinum, vísti seg frá nýggjari síðu, tá ið hann giftist við Mary. Eisini føroyingar fylgdu væl við í kongaliga brúdleypinum Tað er ein rúgva av fordómum um fólk í pornoídnaðinum. Porno verður av fleiri framvegis ett at vera hálvgum kriminelt. Í mínum føri sett eg eitt mark alt fyri eitt, og eg kom tískil ongantíð í óføri. Eg vil ikki beinleiðis verja vinnuna, men eg eri so eitt dømi um, at tú kanst vera í vinnuni uttan at taka skaða. – Katja Kean, fyrrverandi porno-stjørna, á vitjan í Føroyum » Sjálvandi hugsi eg við hvørt, um eg ikki havi mist okkurt. Eg havi jú ikki havt heilt vánlig ungdómsár og havi ikki upplivað sama ungdómslív, sum míni vinir har heima hava. Men eg havi fingið so nógvar aðrar góðar og spennandi upplivingar við fótbóltinum, so tað er avgjørt einki, sum eg angri. – Ingi Højsted, yrkisspælari í Arsenal « » « Guri Poulsen og Bjartur Lamhauge úr Havnar Badmintonfelag vinna føroyameistaraheitini í badminton fyri einstaklingar