Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-29, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. desember 2004síða 8

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 251 - 31. desember 2004 Kenslurnar fingu frítt at fara, tá Todi Jóns- son boðaði frá, at hann aftur var til reiðar at spæla fyri føroyska fótbólts- landsliðið Eisini í einum hjá einum topp-professionellum fót- bóltsleikara, sum er kendur fyri stóra kropsliga og sál- arliga styrki, býr eitt við- kvæmt menniskja. Hóast hann fleiri ferðir hevur sagt, at hann ikki kendi seg trýstan, so fall fasadan hjá Tóda Jónsson, tá hann á tíðindafundi fyrst í juni mánaði segði frá, at hann nú aftur er til reiðar at spæla fyri føroyska fót- bóltslandsliðið. Hevur tikið fast Tárini fingu frítt at fara, tá ein rørdur Todi Jónsson boðaði frá, at hann nú aftur er tøkur til landsliðsfótbólt. – Tað eru 13 ár síðani eg leikti fyrsta landsdystin, og tað hevur altíð verið ein heiður hjá mær at umboða Føroyar. Tey 11 árini, sum eg havi verið í Danmark, havi eg eisini verið fegin um tann áhuga, sum før- oyskir áskoðarar og fjøl- miðlar hava sýnt mær. Eg gav fyri trimum árum síð- ani avboð til landsliðið, tí eg kendi meg ikki vera nóg væl fyri, men tann støðan er øðrvísi nú, og eg havi boðað FSF og Henrik Lar- sen frá, at eg eri til reiðar at spæla fyri Føroyar, um eg verið úttikin. Hevði einki val Eftir at staðfestingin var veruleiki, stóðu fjølmiðla- fólkini klár við spurning- um, men hetta mátti bíða eina løtu. Eins og Allan Simonsen gjørdi tað – ta ferðina segði hann farvæl – so rullaðu tárini eftir kjálk- unum hjá fremsta fótbólts- leikara okkara, og tá mundi tað standa øllum greitt, at tað ongantíð hevur verið nøkur løtt avgerð hjá Toda, ikki at vera tøkur til lands- liðsfótbólt. Og hóast hann hevur tik- ið tað sum ein part av spæl- inum, so staðfesti hann eis- ini, at tað hevur tikið fast, tá orð sum landasvíkjari við meira hava verið at sæð í føroysku miðlunum. – Tað hevur nokk rørt meg eina ella aðrastaðni. Annars hevði eg ikki sitið soleiðis í dag, helt hann. – Men eg hevði einki val. Eg var greiður um, at helt eg á fram at spæla við landsliðnum, so var ikki heilur nakrastaðni. Hvørki fyri Føroyar ella fyri FCK. Tað vildi ikki nyttað mær nakað, um eg bara kundi givið meg 80% framman fyri t.d. 40.000 áskoðarum í Parkini. Drúgv viðgerð og nógv servenjing hevur verið upp- skriftin, sum hevur havt við sær, at Todi nú heldur seg kunna staðfesta, at mongu vøddaskaðarnir eru søga. Eisini hóast hann júst hevur verið skaddur í hálvt ár. – Tá var talan um heilt annað slag av skaða, enn teir skaðarnir vóru, sum gjørdu, at eg ikki metti meg vera føran fyri at spæla á landsliðnum. Skaðin, sum eg fekk í fjør, hevði einki við fipurskaðar at gera. Á jøvnum føti við hinar Tað varð í síni tíð gitt, at tað var eftir hørðum trýsti úr FCK – og serliga frá ítróttarstjóranum, Niels Christian Holmstrøm – at Todi í síni tíð gav avboð. At talan var um trýst, avvís- ir Todi ikki, men hann legg- ur dent á, at hetta var hans- ara egna avgerð. Og hann segði somuleiðis, at tað er hansara egna avgerð, nú hann hevur tikið endaligu støðu. Ein støða, sum held- ur ikki leiðslan í FCK visti av undan tíðindafundinum. Og so legði hann at enda eisini dent á, at nú hann kemur aftur á landsliðið, verður tað á jøvnum føti við allar aðrar. – Eg havi tosað við Hen- rik Larsen um tað, og hann segði alt fyri eitt, at eg so standi á sama stigi sum ein hvør annar leikari. – Og sjálvur eri eg heldur ikki áhugaður í, at talan skal verða um sertreytir. Tað havi eg roynt fyri ein- um sjey-átta árum síðani, tá eg vildi hava meira pengar enn hinir fyri at spæla. Tað var nokk ikki nakað gott hugskot, so tað ynski eg ikki at gera aftur. Eg eri komin aftur á landsliðið fyri at gera mítt besta, og vónandi kann tað vera gagns fyri landsliðið, segði afturkomni Todi Jónsson. Todi varð úttikin til før- oyska landsliðið, men hann kom ongantíð á vøllin í dystunum, sum vóru spældir í 2004. Skaðar forðaðu honum hvørjaferði í at spæla, og tí eigur hann landsliðscomebackið til góðar í 2005. JUNI Todi græt av gleði Skipasmiðjan varð seld Á fyrsta tíðindafund- inum, sum nakrantíð hev- ur verið á Tórshavnar Skipasmioju, varð boðað frá, at Skipasmiðjan seint hóskvøldið 3. juni skifti eigara. Nýggi eigarin eit- ur Notio, og er eitt fram- taksfelag, ið longu hevur gjørt íløgur í fleiri aðrar føroyskar fyritøkur. – Hetta er beiskt og tungt, men vit meta, at hetta er tað rætta at gera, segði stjórin Poul Mohr á tíðindafundinum. Hanus og Ólav- ur heiðraðir Mentanarvirðisløn Lands- ins varð í 2004 latin Hanusi Kamban, rithøv- undi, og Ólavur Hátún fekk Heiðursgávu Lands- ins. Tað er landsstýrismað- urin við mentamálum, ið letur virðislønirnar eftir tilmæli frá nevnd umboð- andi føroysk listafólk og Mentamálaráðið. Mentan- arvirðislønin er 150.000 krónur og tann størsta av sínum slagi í landinum. Heiðursgávan er 75.000 krónur. Reagan doyði Leygardagin 5. juni doyði fyrrverandi amerikanski forsetin Ronald Reagan eftir drúgva sjúkralegu. Hann var 93 ára gamal. Ronald Regan var films- sjónleikari, áðrenn hann fór upp í politikk, og tað vóru tey, sum søgdu, at leikluturin sum forseti var tann besti leiklurin, hann nakrantíð hevði spælt. Ronald Reagan varð mintur sum tann bjart- skygdi forsetin, og tá ið hann legði frá sær í 1989 eftir átta ár sum forseti, var hann tann best um- tókti forsetin, sum USA hevði havt. Nýtt flogfar Hósdagin 17. juni lendi nýggja flogfarið hjá Atlantsflog á flogvøll- inum í Vágum. Áðrenn nýggja flogfarið lendi, høvdu hini bæði flogfør- ini hjá føroyska flog- felagnum verið á veingj- unum og tikið ímóti nýggjasta liminum í Atlantsflog-familjuni. Nýggja flogfarið hjá Atlantsfloi er frá 1988, og tað er tí eitt sindur nýggjari enn hinu bæði flogførini hjá felagnum. Tað kostaði millum 15 og 20 milliónir at keypa. – Hetta setur sjálvsagt stór krøv til okkum sum flogfelag, og tí er tað ein stór avbjóðing fyri okk- um at finna nóg mikið av uppgávum til øll trý flog- førini, segði Magni Arge. Tárini trillaðu, men hesaferð var tað av gleði. Eftir tíðindafundin hjá Toda Jónsson mundi eingin vera í iva um, at hann hevði eitt brennandi ynski um aftur at umboða føroyskan fótbólt á altjóða pallinum Mynd: Jens Kristian Vang Politiski hugburðurin er, at gransking og vinnumenning eru útreiðslur og ikki neyðugar íløgur, soleiðis sum tað í veruleikanum er. Vit svíkja ungdómin við at arbeiða soleiðis politiskt, og vit nokta teimum ta vælferðina, sum vit halda er ein sjálvfylgja í dag. – Tróndur Djurhuus, menningarstjóri hjá Føroya Tele » Vavsturin av vinnulívi, politikki og fjølmiðlum í Føroyum minnir ikki sørt um støðuna í Italia, har mørkini millum fjølmiðlarnar øðrumegin og vinnulívið og politikkin hinumegin eru alt annað enn sjónlig. Hesin vavstur er ómetalita skaðiligur fyri føroyska fólkaræðið. – David Trads, blaðstjóri á Information. « » « Hestprent og Dimmalætting leggja sítt prentvirksemi saman, og úrslitið verður nýggja felagið Føroyaprent. Jon Hestoy er stjóri.