mikudagur 29. desember 2004síða 9
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 251 - 31. desember 2004
9
Veðrið var av tí allar-
besta, og nógv fólk
vóru úti á gøtum og
stratum, tá ið Ólav-
søka varð hildin í
høvuðsstaðnum.
Hetta var eitt Ólav-
søkuhald at teimum
bestu
Føroyska summarstevnur-
nar eru prísgivnar til veðr-
ið. Hóast tær bestu fyrireik-
ingarnar av nýggjum og
gomlum tiltøkum, so veldst
nógv um, hvussu veðrið er.
Tann stóri óvissi faktorurin
kann gera av, um ein stevna
eydnast væl ella ikki, og
við tí veðurlagnum, sum vit
hava um summarið, kann
eingin kenna seg tryggan at
fáa gott veður.
Ólavsøkuveðrið
kann
vera svikaligt, hóast tjóðar-
hátíðin
liggur
mitt
á
summrinum, men í ár var
veðrið av tí besta, og tað
ger eina góða ólavsøku enn
betri. Eisini feløgini og
onnur, sum skipa fyri,
merkja størri áhuga og fáa
meira burtur úr, og á gøtuni
er lagið og lívið av tí besta.
Midnáttarsangurin
á
ólavsøku ein ein tann vakr-
asti mentanarliga siðurin,
vit eiga, og í ár var aftur í
túsundtalið av fólki á Vagl-
inum og sungu við. Tað er
veruliga eitt hugtakandi
mynd at síggja tey mongu
fólkini stúvað saman í mið-
býnum í Havn.
Løgmaður út úr
skápinum
Nakað av tí, sum varð nógv
umtalað í sambandi Ólav-
søkuna var, at løgmaður
Jóannes Eidesgaard helt
røðu til eitt tiltak, sum
felagið hjá teimum sam-
kyndu, Friðarbogin, skipaði
fyri í Grasagarði.
Summi funnist at løg-
manni, tí hann var við til
eitt tiltak hjá teimum sam-
kyndu, men løgmaður helt
einki verða skeivt í hesum.
– Andsfrælsið gevur mær
rætt at hugsa og hava eina
áskoðan. Tolsemið vísir
mær á, at somu rættindi og
sømdir hava eisini onnur.
Skulu vit kunna liva lið um
lið er alneyðugt í orði og
verki at sýna medmenniskj-
um somu virðing, sum ein
sjálvur vil hava, og at við-
urkenna rættin hjá øðrum at
hava aðra sannføring enn
ein sjálvur, segði løgmaður
millum annað í røðu síni.
Vinnarar í kappróðri
Eitt tað stórsta tiltakið á
Ólavsøku er kappróðurin.
Her skulu føroyameistarar-
nir finnast, og tey, sum
longu eru blivin meistarar,
royna av øllum alvi at vinna
seinasta róðurin á árinum.
Hjá 5-mannaførum við
dreingjum var Blikur langt
undan øllum hinum bát-
unum í FM-kappingini, og
hjá
6-mannaførum
við
kvinnum var støðan tann
sama hjá Jarnbardi. Sunda-
báturin var eisini tryggur
vinnari hjá 6-mannaførum
við monnum, og í kapping-
ini hjá 8-mannaførunum
var tað Argjabáturin, sum
var betur enn allir hinir.
Serligur spenningur var
til tvær kappingina – hjá 5-
mannaførum við gentum
og hjá 10-mannaførunum,
tí her var alt opið undan
seinasta róðrinum.
Endin var, at Blikur vann
hjá gentunum, og Havna-
báturin hjá 10-mannafør-
unum.
Ikki alt upp á stás
Tað var tó ikki alt, sum
gekk eftir ánni á Ólavsøku.
Eitt av stóru tiltøkunum
fyri ungdómin er Ólav-
søkukonsertin, sum hevur
verið afturvendandi táttur í
nógv ár. Hetta er eitt av
størstu konserttiltøkunum í
landinum yvirhøvur, og
vanliga er undirhaldið á
pallinum fjølbroytt og gott.
Ummælarin hjá Sosial-
inum var ikki serliga hug-
aður at rósa ársins konsert.
– Tað gekk ikki upp í eina
hægri eind í Kommunu-
skúlagarðinum.
Ársins
Ólavsøkukonsert
fer
í
minnið sum ein hin ringasta
seinnu árini, skrivaði um-
mælarin Heri á Rógvu.
Tvey føroysk fótbóltslið
vóru á ólavsøku í Letlandi
og spældi fótbólt, og har
gekk heldur einki serligt.
Samanlagt taptu B36 og
B68 16-1, so tað var ikki
tann allarbesta ólavsøkan.
JULI
Fantastisk Ólavsøka
Mazda skiftir
adressu
Mazda-umboðið í Føroy-
um verður alment latið
Bilasøluni hjá Øssuri
Johannesen, eftir at Berg
Motors við Johannes
Berg síðani 1968 hevur
verið
innflytari
av
Mazda-bilunum til Før-
oya. Fyrstu tíðina verður
tað tó hørð kapping um at
selja Mazda-bilar, tí Berg
Motors liggur inni við
nógvum Mazda-bilum.
– Vit fara at byggja
hetta upp róliga. Tað er
ósunnt fyri eina fyrtøku
at blásqa nakað upp at
byrja við, og so ikki
kunna liva upp til tað. Tað
fara vit ikki at gera, og tí
verða vit ikki við í nakr-
ari skilaleysari kapping,
sigur Øssur Johannesen.
Sum nakað nýtt fer
Berg Motors undir at
selja merkið Suzuki.
FCK vinnur
og tapir
Danska meistarliðið FC
Keypmannahavn vitjar í
Føroyum og spælir dystir
ímóti KÍ og HB. FCK
tapir dystin ímóti KÍ 1-0,
meðan teir vinna 4-1
ímóti HB. Todi Jónsson
er liðformaður hjá FCK
undir dystunum í Føroy-
um. Ein av spælarunum
hjá FCK fær eitt serligt
minni viðaftur heim, tí
hann verður tikin fyri at
hava koyrt við kenning í
Havn.
G!ekk væl
Lisa Ekdahl er stóra
navnið á G! Festivalinum,
sum verður hildin fyri
triðju ferð í Gøtu. Eisini
útlendsk nøvn sum Russ
Taff og Kashmir lokka
nógv fólk til Gøtu.
– At spæla her var ein
fantastisk uppliving. Vit
vóru sera glað og væl
nøgd við framførsluna,
segði Lisa Ekhdal eftir
sína framførslu á sand-
inum í Syðrugøtu.
112 misti
sambandið
Ein mikumorgun í juli
var nakað serligt áfatt á
Alarmsentralinum í Havn.
Øll teldu- og telefonskip-
anin hjá løgregluni í
Havn virkaði brádliga
ikki, og harvið reyk eisini
sambandið til tann lands-
umfatandi alarmsentral-
in, sum skal hjálpa fólki í
neyðstøðu. Orsøkin var
ein kortslutningur í ein-
um kaðali uttan fyri
Politistøðina í Havn. Fólk
við skili fyri slíkum vóru
alt fyri eitt boðsend, og
tey arbeiddu alt, tey vóru
ment, fyri at rætta brekið,
og tað eydnaðist seinni
um dagin.
Tað var dramatiskt, tá ið Norrøna tríggjar ferðir rendi á land í Havn. Hol kom á Norrønu, men eingin fekk tó skaða av
hendingini, og øll ferðafólkini vóru flutt trygt í land, har tey fingu sálarliga fyrstuhjálp
Tá ein knappliga gerst akutt sjúkur, er vanliga stór umsorg-
an millum avvarðandi fyri viðkomandi. Men tá tað dregur
út, og sjúklingurin ikki gerst frískur aftur, fánar umsorganin
so líðandi, og einsemið byrjar at gera um seg, meðan vónin
spakuliga fer. Mong sálarsjúk liva júst í hesum myrka ein-
semi uttan vón og umsorgan.
– August Gabriel Wang, sálarlækni
»
Velur tú eina tilveru sum politiskur boksari, mást tú skjótt
venja teg til at liva eitt sindur einligt. Mítt lyndið hevur hin-
vegin ongantíð verið, at eg havi kent meg noyddan at vera
miðdepil í einum sosialum meldri. At vera partur av »betra
akademiska ella sosiala slagnum« hevur ongantíð verið
nøkur tráan.
– Óli Breckmann, politikari
«
»
«
HB vinnur kappingina um løgmassteypið eftir finalu ímóti NSÍ, og KÍ vinnur steypafinaluna hjá kvinnum.