Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-29, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. desember 2004síða 10

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 251 - 31. desember 2004 100 mió. krónur í reiðum peningi og seks prosent av parta- brøvunum í Eimskip mátti leiðslan í Eim- skip lata fyri Skipa- felagið Føroyar – Størsta flutningsfyritøka í Norður Atlantshavi. Tað er skoðsmálið, sum nýggja samanlagda flutn- ingsfelagið gevur sær sjálv- um. Leiðslurnar í Skipafelag- ið Føroyar og Eimskip hava gjørt av at leggja flutnings- fyritøkurnar saman. Fyri samanleggingina fáa eigar- arnir í Skipafelagið Føroyar 100 mió. krónur í reiðum peningi, og seks prosent av partaprøvunum í Eimskip. Í tíðindaskrivi týsdagin 17. august verður boðað frá, at samanleggingin fer at tryggja báðum pørtum betri rakstur og kundanum betri tænastu. Bæði Skipa- felagið og Eimskip hava verið marknaðarleiðandi hvør á sínum heimamarkn- aði seinastu mongu árini. Nýggja felagið metir, at samanleggingin fer at geva ein umsetning í Føroyum millum 345 og 430 mió. krónur. Samanløgdu flutn- ingsfeløgini vænta eisini at spara góðar 45 mió. krónur árliga. Yvirtaka virksemið Nýggja felagið arbeiðir miðvíst við at leggja flutn- ingskervini hjá feløgunum saman, umframt at áherðsla verður løgd á at saman- sjóða virksemið hjá feløg- num í Danmark og menna samstarvið innan sølu- og marknaðarføring. Frá einum føroyskum sjónahorni verður sagt, at Skipafelagið miðar ímóti at yvirtaka núverandi virk- semi hjá Eimskip í Føroy- um. Eftir samanleggingina verður árligi umsetningurin hjá báðum feløgunum mill- um 2.400 og 2.600 mió. krónur, og ætlaði vinning- urin verður mettur at verða millum 260 og 300 mió. krónur. Veruleikin – Vit hava bara sæð veru- leikan í eyguni. Tað førir ongan veg at klórast um minkandi virksemið her á landi. Tí hava vit valt at leggja saman til tess at út- nytta kapasitetin, sigur for- stjórin í Skipafelagnum Føroyar, Árni Joensen. Hann sigur, at tað so av- gjørt er fyri at spara, at samanleggingin er gjørd. Hann vísti á, at Skipafelag- ið eitt nú hevur leigað eitt skip, sum siglir so at siga viðsíðuna av skipunum hjá Eimskipum, og at hetta er ein eyðsædd sparing at leggja hetta skipið. Upp á fyrispurning um Skipafelagið Føroyar nú fer í søguna, segði Árni Joen- sen, at tað fer gamla skipa- felagið ikki. – Vit vilja bara hava skip- að viðurskifti. Felagið held- ur fram á sama hátt, við somu deildum og somu leiðslu. Vit fara eisini at fasthalda marknaðarrøkt og kundarøkt. Feløgini fara at virka sum tvey feløg, men fara at útnytta og brúka sama kapasitet, sigur Árni Joensen. Stjórin á Skipafelagnum Føroyar viðgongur kortini, at tað er við sorgblídni, at ein slík avgerð verður tikin. – Men vit sum minnast pínufullu avgerðirnar, vit máttu taka í kreppuárunum, vilja ikki ígjøgnum hetta einaferð afturat. Vit eru ikki noyddir til at taka hesa avgerðna, men vit hava bara sæð í eyguni, at tað førir ongan veg at liggja her og klórast um minkandi virksemið her, sigur Árni Joensen. AUGUST Eimskip keypir Skipafelagið SÚF Landsstýrismaðurin við mentamálum boðar av- gjørdur frá, at Sjónvarp Føroya og Útvarp Føroya skulu leggjast saman í ein nýggjan loftmiðlastovn. Leiðari fyri samanlegg- ingini verður Jógvan Jespersen, útvarpsstjóri, og harvið verður stjórin í SvF koyrdir út á eitt síðu- spor. – Endamálið við saman- leggingini er at rationali- sera raksturin hjá stovn- unum mest møguligt, so tað besta útvarps- og sjónvarpstilboðið kann fáast burturúr tøku fíggj- arorkuni hjá stovnunum. Eisini er endamálið við samanleggingini, at stovn- arnir skula gerast betur førir fyri at røkja sínar public serviceuppgávur, sigur Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður. Nýggjur Jupiter til Gøtu Stórt hátíðarhald er í Gøtu, tá ið nýggjur og prýðiligur Jupiter kemur til bygdina. Tað er parta- felagið Driftin, sum hev- ur latið skipið byggjað. – Hetta er eitt dømi um menn, sum vilja fram- burð og sum ikki eru ræddir fyri at at taka ábyrgd, segði Halldóra Ranghamar, borgarstjóri, í sínari røðu á hátíðar- haldinum. Oddvør vann Oddvør Johansen átti besta handritið, sum varð sent til skaldsøgukapp- ingina hjá Listastevnu Føroya. Heili 28 handrit vóru latin inn til kapping- ina, og dómsnevndin, sum var mannað við Bergi Hansen, Katrin Næs og Turið Kjølbro, valdi skaldsøguna »Sebast- ians hús« fram um allar hinir. Vinningurin var 150.000 krónur. Listastevnan verður aftur hildin við nógvum tiltøkum, og høvuðsnavn hesaferð er songkvinnan Kiri Te Kanawa. Summar á festivali Fyrsti Summar Festival- urin í Klaksvík eydnast betur, enn nakar hevði droymt um frammanund- an. Eini 4000 fólk eru til stóru útikonsertini, og hundraðtals fólk eru eis- ini til hini tiltøkini. Ken Hensley, Boney M og ein rúgva av øðrum føroysk- um og útlendskum nøvn- um spæla, og góða summarveðrið virkar við til, at fólk streyma til Klaksvíkar á festival. Óli P hevði eina skemtiliga viðmerking um keypið hjá Eimskip Undurverkið er ikki, hvussu heimurin er, men at heimurin er. Eg upplivi hvønn dag eina sorg um, at lívið er so stutt. At eg bert eri ein stuttvitjandi gestur á hesi fold. Hevði eg kunnað valt millum deyða og ævigt lív, hevði eg umgang- andi valt æviga lívið, tí alt í mær skríggjar eftir at vera ver- andi í hesum ævintýrinum. – Jostein Gaarder, norskur rithøvundi á vitjan í Føroyum » Eg meini tað í rama álvara, tá eg sigi, at børnini ongantíð fyrr hava verið so fitt og góð at fáast við, sum tey eru í dag. Men tey bera seg annarleiðis at, enn vit gjørdu, tí sam- felagið krevur nakað annað av teimum. Tey sussa, tey snakka, siga sína hugsan og taka tað ikki altíð sum givið, at lærarin veit best. – Rógvi Thomsen, lærari og pedagogur « » « Føroya U17 landsliðið hjá dreingjum vinnur púra óvæntað 1-0 á Danmark í NM-kapping í Finlandi.