Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-29, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. desember 2004síða 11

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 251 - 31. desember 2004 11 Størsta ítróttarhend- ingin í Føroyum í 2004 var, tá ið franska fótbóltslandsliðið vitjaði. Tórvøllur var fullsettur, tá ið før- oyska landsliðið megnaði at spæla upp ímóti fronsku heims- stjørnunum, sum tó vunnu dystin 2-0 Tað var ein ítróttarvitjan av teimum heilt óvanligu, tá ið heimsstjørnurnar Thierry Henry, Patrick Vieria, Ro- bert Pires og liðfelagararnir á franska fótbóltslandslið- num komu í Gundadal at spæla ímóti føroyska lands- liðnum. Síðani lutakastið var gjørt um hesa HM-undan- kappingina, høvdu fólk bíðað við spenningi eftir, at Frakland skuldi koma til Føroya at spæla. Og áhugin fyri dystinum var eisini ovurhonds stórur. Øll setrini á Tórsvølli vóru seld, og fólk úr øllum land- inum leitaðu sær til Havnar at hyggja eftir dystinum. Fáar dagar áðrenn fronsku vitjanina, hevði føroyska liðið roynt seg ímóti Sveis og varð avhølv- að. Tí vóru vónirnar ikki tær bestu til dystin ímóti Fraklandi, sum var ein nógv meira ræðandi mót- standari enn sveisarnir. Vieira útvístur Tað gekk nógv betur hjá føroyska liðnum, enn nakar hevði torað at vónað frammanundan. Føroyska liðið var sjáldan niður- spælt, og fram eftir vøll- inum royndu føroyingarnir at bjóða av, og onkrir góðir málkjansir vóru. Franska liðið tóktist ikki vera so væl upplagt, og tað var bert í smáum løtum, at spælararnir veruliga vístu, hvat teir eru so víðagitnir fyri. Frakland koma á odda 1-0 í fyrra hálvleiki, men eina løtu vóru gestirnir óró- ligir, tí liðformaðurin hjá fraklendingum, Patrick Vieira, fekk reyða kortið, og so tóku føroyingarnir alt meira yvir eina løtu. Tað eydnaðist tó Fraklandi at skapa frið við at skora eitt mál afturat, og 2-0 gjørdist úrslitið av stórdystinum. Venjarin bangin um úrslitið Franski landsliðsvenjarin, Raymond Domenech, við- gekk eftir dystin, at hann í løtum var bangin um úrslit- ið. Hann hevði til tíðir hevði kent seg hart kroyst- an, tí at fraklendingar ongantíð av álvara megn- aðu at seta seg á dystin. – Fleiri mettu, at eftir 0-6 ósigurin hjá føroyingum í Sveis um vikuskiftið, fóru vit at vinna stórsigur her, men eg var greiður yvir, at so fór ikki at verða. Tað eru nógv dømi um, at føroyska landsliðið hevur spælt upp til stórar tjóðir so sum Týskland, Skotland og onn- ur, segði franski landsliðs- venjarin. Spurdur um tað ikki eig- ur at verða størri munur á franska liðnum, sum liggur nummar tvey á FIFA- styrkislistanum, og so før- oyingar ið eru nummar 137, svaraði Raymond Dome- nech: – Tað eru ellivu móti ellivu, og føroyingarnir stríddust væl, meðan okk- ara kundu havt sýnt størri stríðsvilja. Mótstøðan var hørð, og eg haldi, at fleiri veikleikar hjá okkum komu til sjóndar í dystinum í dag, segði franski landsliðsvenj- arin. Larsen errin Føroyski landsliðsvenjarin, Henrik Larsen, var errin av sínum monnum eftir dystin ímóti Fraklandi, og hann fegnaðist um, at liðið hevði fótað sær stóra tapið ímóti Sveis. – Vit hava einar tríggjar 100% møguleikar, men skora ikki. Teir hava kanska fýra slíkar og skora tvær ferðir. Tað er kanska mun- urin at vera millum heims- ins bestu og ikki, segði Henrik Larsen Og hetta avrikið ger iva- leyst, at tað er lættari at ar- beiða fram móti næsta dyst- inum? – Sjálvandi, men vit skulu samstundis minnast til, at eru vit ikki á topp- inum, so kunnu vit saktans fáa onkran avsmurning afturat. Í dag var avrikið bara framúr, vit stríðast ófatuliga væl, og tað hava allir leikararnir uppiborið rós fyri, staðfesti føroyski landsliðsvenjarin. SEPTEMBER Fransarnir stúrdu Stjórin sigur upp Mikkjal Sørensen, stjóri í Suðuroyar Sparikassa, sigur seg úr sínum starvi. Hann hevur verið stjóri í sparikassanum í 19 ár, men heldur nú, at tíðin er komin at gevast. – Einasta orsøkin til, at eg nú leggi frá mær, er, at eg vil sleppa at royna okkurt annað eftir 31 ár í banka og sparikassavinn- uni og 19 ár sum stjóri í Suðuroyar Sparikassa, sigur Mikkjal Sørensen. Hann gevst í starvinum 31. desember. Nýggj Kelda Nýggi samkomubygning- urin hjá Kelduni í Skála- botni verður tikin í nýtslu. Byggingin hevur verið eitt ódnartak, men tað hevur fingið góða undirtøku, tí nú húsið er liðugt, stendur tað í 15 milliónum krónum, men eingin skuld er. – Eitt Guds undur, sigur samkomuleiðarin, Pauli Høj, um nýggju Kelduna. Føroya Tele nýtt høvuðssæti Føroya Tele tekur nýggja høvuðssæti hjá sær í Hoyvík í nýtslu. Talan er um ein risabygning, sum skal brynja føroysku tele- fyritøkuna til framtíðina. – Vit hava verið spjødd í einum seks ymiskum bygningum, men nú eru vit øll her á nýggja høvuðssætinum. Hetta er uttan iva ein styrkur fyri samanhaldið í fyritøkuni, og vónandi fer tað at speglast aftur í trivnað- inum, sigur Andras Róin, stjóri á Føroya Tele. Millum 1000 og 2000 fólk vóru inni á gólv- inum, tá ið móttøka var í nýggja. Kongaligur skilnaður Joachim prinsur og Alex- andra prinsessa boðað frá, at tey eru farin frá hvørjum øðrum. Tey hava verið gift í 9 ár og eiga tvey børn, men nú hava tey gjørt av, at tey skulu skiljast. Alexandra prin- sessa verður búgvandi í Danmark, og teir báðir smáu prinsarnir, Felix og Nicolaj skulu búgva hjá mammuni. Einki verður sagt um orsøkina til, at prinsapar- ið er farið frá hvørjum øðrum, men Ekstrablaðið leggur ikki fingrarnar ímillum í sínari viðgerð av skilnaðinum og hevur nógvar greinar um ein lívligan prins, sum dámar væl at verða í býnum. Julian Johnsson stríðist við Patrick Vieira. Fraklendingarnir høvdu onga lætt uppgávu á Tórsvølli, har føroyska landsliðið stríddist sum fyri lívinum Mynd: Álvur Haraldsen Eg veit altíð, hvar hon er, og hvat hon ger, men eg havi ongantíð roynt at stýrt henni. Mín einasta ambitión fyri hana er, at hon verður eitt eydnuríkt menniskja. Onki annað hevur týdning, tá saman um kemur. – Sædis Eilifsdóttir, mamma Eivør Pálsdóttir » Sjálvt um eg kanska ikki síggi soleiðis út, so havi eg altíð havt eitt lætt lyndi. Hetta stavar helst frá mammu míni. Eg havi ongantíð morgungron, hóast eg gott kann vera álvar- samur. Tað liggur snøgt sagt ikki til mín at vera í ringum lag. – Edmund Joensen, løgtingsformaður « » « KÍ endurvinnur føroyameistaraheitið í kvinnufótbólti. Liðið vann allar 10 dystirnar, sum tað spældi í landskappingini.