Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-29, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. desember 2004síða 12

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 251 - 31. desember 2004 Í meira enn 20 ár hev- ur Gud talað til heim- in gjøgnum egyptisku kvinnuna Vassulu Rydén. Og hesi árini hevur hon ferðast verðina runt og hildið meira enn 800 fyri- lestrar. Nú kom til Føroya við einum boðskapi um frið og samstarv Vassulu Rydén segði seg vera komin til Føroya fyri at bera boðskapin víðari frá Gudi, sum tosar gjøgnum hana. – Eg fari at greiða frá hvussu mítt lív varð, áðr- enn Gud tosaði við meg fyrstu ferð, og hvussu mítt lív hevur verið eftir hetta. Eg fari at siga frá øllum tí, sum er komið frá Gudi hesi 20 árini. Vassulu heldur, at henn- ara uppgáva er ikki at sann- føra nakran. – Mín uppgáva er at vera boðberi. Uppá fyrispurning hví fólk skulu trúgva, at hon er ein profetur, nú tá so mong onnur fólk eisini siga seg tosa við Gud, sigur Vassulu, at hetta er nakað, sum fólk mugu meta um sjálvi við at kanna hennara fortíð og lív og tað, sum hon hevur bor- ið víðari fram frá Gudi. Tá kunnu fólk so døma ella meta um seg. Liva í friði Hvat er høvuðsboðskapur- in? – Tað er at liva í friði við Gud og skapa frið millum manna. Tað er ein sann- roynd, at kirkjunar standa ikki saman í dag. Gud vil, at tær at semjast og virka saman. Gud veit, at dialog- ur er millum leiðararnar innan tær ymsu kirkjurnar, og hann heitir á tær um at finna og standa saman. Hetta er ein av høvuðsboð- skapunum, men Gud vil eisini hava meg at siga fólki, hvat tað vil siga at liva eitt lív saman við Gudi. Hann vil eisini í samband við øll vanlig fólk, sum eg sjálv eri, og vil hava okkum at skilja seg. Vassulu sigur, at Jesus er Gud. Hon sigur, at tað hava verið nógvir falskir profet- ar. Ein má skilja millum hesar og veruligar profetar. – Vit hava Bíbliuna. Hon er liðug skrivað. Men Gud fer ongantíð at gevast at tosa við okkum. So hann heldur fram at tosa við fólk og velur út tey, sum hann heldur skulu bera boðskap- in víðari. Vassulu sigur víð- ari, at hennara uppgáva er ikki at finnast at, døma ella krevja nakað av nøkrum. Gud er á lívi, og hann er okkara dómari. Seinasta dagin verða vit øll dømd av honum, so vit hava ongan rætt til at døma hvørannan, sigur Vassulu. Fólk kunnu velja at trúgva Vassulu Ryden sigur, at hon metir seg sum eitt vanligt menniskja, sum hevur bæði bein á jørðini, men sum hevur móttikið eina gávu frá Gudi, og tað er hana, sum hon ber fram til onnur. Hans Jákup Joensen, bispur er rættiliga fegin um at hava fingið vitjan av hesi dámliga og spennandi kvinnuliga profetinum, sum hann heldur vera eitt vanligt og lítiðlátið menn- iskjað. Hann sigur, at hon er sera áhugaverd at hoyra. Men hvat sigur hann til eina slíka kvinnu, sum sig- ur, at Gud tosar gjøgnum hana. Onkur vil kanska siga, at tað er blasfemi, tá slíkt kemur fram: – Tað segði man væl eis- ini um Jesus. Men við Vas- sulu er tað soleiðis, at hetta er nakað, sum hon fær og ikki biðjur um. Hon fær nakað, sum hon fær boð um at bera fram og so kunnu fólk velja at lurta ella trúgva tí , um tey vilja. Eg fari at lurta og í spenningi. Hetta er eitt sindur óvanligt fyri okkum. Tað er ikki heilt ókent tað Jesus segði við lærusveinarnar, at "eg havi so nógv annað at siga tykkum, men tað tola tit ikki nú. Men tá Heilagi Andin kemur, so skal hann sannføra osfr. Tað, sum Vassulu sigur, nýtist tí ikki at vera í stríð við tað sum er, tað kann vera í samsvar við tað, sigur bispur. OKTOBER Profetur vitjaði Maersk gevst Fyri seinastu ferð kemur eitt rutuflogfar hjá Maersk Air í Vágarnar. Danska flogfelagið hevur gjørt av, at tað gevst at flúgva til Føroya, eftir at tað hevur røkt leiðina heilt og lut- víst í 33 ár. Stjórin í Maersk Air, Finn Øelund, viðurkenn- ir, at bonusskipanin hjá felagnum var ein høvuðs- orsøk til, at felagið mátti gevast at flúgva til Føroya. Bonusskipanin noyddi fólk at velja flogfelag, og føroyingar valdu Atlants- flog í so stórum tali, at tað sveið hjá Maersk. Føroyingur til Everton 16 ára gamli Johan Troest Davidsen úr Runavík skrivar undir trý ára sátt- mála við enska felagið Everton. Tað er ein dreym- ur, sum nógvir ungir fót- bóltsspælarara hava, sum verður veruleiki hjá Johan. – Eg havi vant miðvíst leingi, og serliga tey sein- astu trý til fýra árini havi eg vant sera nógv. Í veru- leikanum havi eg vant alt tað, sum eg havi verið førur fyri, sigur Johan Troest Davidsen. Nýtt sjúkrahús Nýggi bygningurin á Landssjúkahúsinum verð- ur tikin í nýtslu, og hetta verður hátíðarhildið. Landsstýrismaðurin við heilsumálum heldur røð- ur og leggur dent á týdn- ingin hjá sjúkrahúsverk- inum. – Heilsan skal hava eitt trygdarnet, sum virkar. Á hesum øki skulu meskar- nir vera ov smáir, heldur enn ov stórir. Og eitt sjúkrahúsverk fyri øll er ein av grundsúlunum í tí samfelag, sum tey flestu av okkum munnu ynskja, segði Hans Pauli Strøm. 12 ára gomul vinnur hús Størsti vinningurin nakr- antíð í eini lutaseðlasølu í Føroyum var upp á spæla, tá ið HB Stuðlar burtur- lutaðu eina íbúð í Havn. Tað gjørdist tann 12 ára gamla Marita Thorsteins- son úr Havn, sum vann høvuðsvinningin. Hon hevði keypt seðilin frá pápa sínum, Hera, sum hevði fingið ein bunti at selja. Íbúðin hjá Maritu liggur á Berjabrekku í Havn. Vassulu Rydén vitjaði í bispagarðinum, áðrenn hon skuldi halda talu í Vesturkirkjuni í Havn. Har tók Hans Jákup Joensen, bispur ímóti Mynd: Jens Kristian Vang Hava fólk sagt við hvønnannan, at tey vilja liva saman, hava børn og hús, eru tey eftir mínum tykki vígd fyri bæði Gudi og manni, hóast tey ikki eru vígd formelt. Hetta er eisini galdandi fyri tey samkyndu. – Kjartan Mørkøre, fyrrverandi prestur » Fólk, sum eta ósunt, gera tað tíverri ofta í góðari trúgv. Tey vita ikki betri, tí ongin hevur fortalt teimum tað. Tí má fremsta uppgávan hjá politisku myndugleikunum vera, at seta í verk skipaða fólkaupplysing um heilsugóðan mat. – Ulla Sissel Brandi, kostráðgevi « » « HB vinnur triðja árið á rað føroyameistaraheitið í mansfótbólti. Elsta felagið í landinum, TB, flytir uppaftur í 1. deild.