mikudagur 29. desember 2004síða 13
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 251 - 31. desember 2004
13
Sambandsflokkurin
og Fólkaflokkurin
hildu seg hava gjørt
eina avtalu um sam-
starv í Tórshavnar
býráð næstu fýra ár-
ini, men so skrivaði
Heðin Mortensen
undir eina nýggja av-
talu, har hann gjørd-
ist borgarstjóri
Tað var ein glæntrileikur av
teimum frægu, tá ið nýggj-
ur meiriluti skuldi finnast í
Tórshavnar býráði eftir
kommunuvalið 9. novemb-
er.
Fólkaflokkurin og Sam-
bandsflokkurin gjørdu tíð-
liga á náttini eina avtalu
um, at flokkarnir skuldu
halda fram við samstarv-
inum, og at teir skuldu tosa
nærri um hetta seinni. Teir
avtalaðu eisini, at teir ikki
skuldu tosa við aðrar flokk-
ar um samstarv.
Men Heðin Morntensen,
sum var ein av valdu komm-
unulimunum
hjá
Sam-
bandsflokkinum, fór seinni
somu nátt á fund við Javn-
aðarflokkin og Tjóðveldis-
flokkin, og har gjørdi hann
eina nýggja avtalu, sum
hevði við sær, at hann
gjørdist borgarstjóri í Havn.
Tað var grundarlagið undir
einari drúgvari søgu um
meiriluta í Havn, har tað
feyk við ákærum og skuld-
setingum, men har høvuðs-
persónurin sjálvur royndi at
vera róligur og helt fast við
avtaluna, sum gjørdi hann
til borgarstjóra í Havn.
Rýmdi úr flokkinum
Hini umboðini hjá Sam-
bandsflokkinum vóru tikin
á bóli, tá ið tey frættu um
nýggju avtaluna hjá Heðini
Mortensen við Tjóðveldis-
flokkin og Javnaðarflokkin,
men tey vildu ikki rýma frá
avtaluni við Fólkaflokkin
– Sambandsflokkurin hev-
ur skrivað undir eina avtalu,
og tað standa vit við. Vit
eru fullkomiliga skelkað av
tíðindunum um, at Heðin
hevur brotið avtaluna. Vit
vistu ikki betur enn, at tað,
sum vit skrivliga avtalaðu í
nátt, var galdandi, segði
Høgni Mikkelsen, morgun-
in eftir kommunuvalið.
Heðin Mortensen helt
seg ikki hava gjørt nakað
skeivt.
– Avtalan, sum varð gjørd
í nátt, var bert ein fyribils-
avtala. Vit høvdu hvørki
gjørt avtalu um borgar-
stjóra, samgonguskjal og
nevndarsessir, og eg var als
ikki nøgdur við útspælið
hjá Fólkaflokkinum, og tí
valdi eg at royna aðrar leið-
ir, segði Heðin Mortensen.
Stríðið gjørdist so hart, at
Heðin Mortensen rýmdi úr
Sambandsflokkinum
og
meldaði seg upp í Javnað-
arflokkin, og hann skal tí
næstu fýra árini verða borg-
arstjóri í Havn sum Javnað-
armaður.
Summir staðfestu
Aðrastaðni gekk tað ikki so
ógvusliga fyri seg eftir
kommunvalið. Í Klaksvík
varðveitt sitandi meiriluti
sín meiriluta, men tey
kundu ikki semjast um at
halda fram við samstarv-
inum, og tí fór Tjóðveldis-
flokkurin í part við størsta
flokkinum
í
Klaksvík,
Fólkaflokkinum.
Úrslitið var, at Steinbjørn
O. Jacobsen úr Tjóðveldis-
flokkinum skal halda fram
sum borgarstjóri í Klaksvík
næstu fýra árini.
Í Runavík hevði borgar-
stjóri Rodmundur Nielsen
eitt óføra gott val og heldur
fram sum borgarstjóri. Á
Tvøroyri fekk listin hjá
borgarstjóranum
Kristin
Michelsen meiriluta einsa-
mallur,
meðan
Jógvan
Krosslá hevði eitt so vána-
ligt val í Vági, at nýggjur
borgarstjóri varð valdur í
staðin fyri hann – og tað er
Kristin Strøm Bech.
Í Gøtu hendi tað merkis-
verda, at borgarstjórin sein-
astu fýra árini, Halltóra
Ranghamar, varð ikki aftur-
vald, og nýggjur borgar-
stjóri gjørdist tí Páll Is-
holm.
Í Vestmanna var ein mað-
ur valdur til borgarstjóra,
og valið fall á Karl Olsen.
NOVEMBER
Rok um Havnina
8 feløg
vilja leita
Átta føroysk og útlendsk
oljufeløg bjóðaðu seg
fram at leita eftir olju og
gassi á landgrunninum, tá
ið onnur útbjóðing lat aft-
ur. Millum teirra er fleiri
stór altjóða feløg.
– Eg eri sera væl nøgd-
ur við úrslitið av útbjóð-
ingini.Hon er sera positiv,
og tað at oljufeløg, sum
arbeiða báðumegin mark-
ið, vilja vera við í nýggju
runduni, er sera lovandi
og vísir, at tey síggja alt
økið sum eina heild. Og
tað er gott, sigur stjórin í
Oljufyrisitingini, Sigurd í
Jákupsstovu.
Bush vann
Stórur spenningur var um
forsetavalið í USA, har
John Kerry og George W.
Bush skiftust um at vera á
odda í veljarakanningum
undan valinum. Tá ið val-
ið so varð hildið tann 3.
november, vann Bush, og
hann kann halda fram
sum forseti í USA í fýra
ár afturat. Republikanski
flokkurin, sum hann um-
boðar, styrkti eisini um
sína støðu í Umboðs-
mannatinginum
og
í
Senatinum
Heimamissión-
in 100 ár
Føroyska Heimamissión-
in hátíðarheldur sín 100
ára dag við tiltøkum í
Leguhúsunum í Nesvík.
Eini 1300 fólk vóru til
haldið, og bæði løgmaður
og landsstýrismaðurin við
mentamálum bóru fram
røðu til Heimamissión-
ina.
– Stóra tøkk skal
Heimamissiónin eiga fyri
tað sera týdningarmikla
arbeiðið, hon ger fyri
samfelag okkara, heil-
hjartað og ólønt. Sam-
felagið hevur tørv á slík-
um uppbyggjandi virk-
semi, segði Jóannes Eides-
gaard í sínari røðu.
Nýggjur
mentanarstjóri
Danin Niels Holm verður
settur sum nýggjur stjóri í
Norðurlandahúsinum
í
Føroyum. Hanner 52 ára
gamal og hevur fram til í
summar verið leiðari av
»Internationalt Kultur-
sekretariat« undir danska
mentamálaráðnum.
– Eg haldi, at tað er
sera umráðandi, at Norð-
urlandahúsið verður ein
partur av øllum mentan-
arumhvørvinum í Føroy-
um, har tað finst eitt gott
samstarv millum ymsu
mentanarfeløgini og stovn-
arnar, sigur Niels Holm.
Heðin Mortensen skrivaði undir tvær avtalur náttina eftir kommunvalið, men helt seg til avtaluna, sum gjørdi hann til borgarstjóra í Havn ístaðinfyri Jan
Christiansen
Tað er fullkomiliga meiningsleyst, at tú ikki skalt tora at
leggja teg at sova eftir eitt býráðsval, tí so er stórur vandi
fyri, at tú endan uttanfyri ávirkan. Heldur hetta óskil fram,
missir borgarin fullkomiliga virðingina fyri demokratinum.
– Jógvan Mørkøre, samfelagsfrøðingur
»
Vit sita øll í sama toki og eru á veg til sama stað. Og Gud
hevur ikki givið nøkrum av okkum boð um ella rætt til at
blaka samkynd, útlendingar, kvinnur, fráskild ella nakran
annan út.
– Johannes Møllehave, prestur og rithøvundi
«
»
«
Fotografurin Per á Hædd vinnur gull í stórari danskari fotokapping, sum Dansk Fotograf Forening skipaði fyri.