mikudagur 29. desember 2004síða 14
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 251 - 31. desember 2004
Eitt risastórt oljufund
er gjørt skamt frá før-
oyska markinum. Tað
er eitt av heimsins
størstu oljufeløgum,
ChevronTexaco, sum
saman við Statoil,
Dong og OMV, ið
hevur funnið eina
oljukeldu bert 9
fjórðingar frá føroy-
ska markinum. Somu
feløg hava søkt um
teigar á føroyska
landgrunninum, sum
helst liggja tætt upp
at fundinum
Tíðindini kunnu skunda
nógv undir føroysku oljutil-
gongdina, nú nógv bendir
á, at jarðfrøðin føroysku
megin markið er tann sama,
sum har fund er gjørt í
grannalagnum.
Fundið,
sum ber heitið Rose-
bank/Lochnagar, er fyrsta
av sínum slag so langt
norðuri. Og ongantíð áður
er oljukelda funnin so tætt
upp at føroyska landgrunn-
inum heldur.
Tíðindini,
sum
fyrst
vórðu borin í Sosialinum
og síðani í altjóða oljublað-
num Upstream, vóru nú
váttað av oljufelagnum.
Tað var í heyst, at tíðindi
vóru likin út um, at West
Navigator, sum Chevron-
Texaco, Statoil, Dong og
OMV høvdu leigað til eina
boring norðuri á Atlants-
mótinum millum Hetland
og Føroyar, hevði rakt við
nógva og góða olju og nak-
að av gassi eisini. Tað hevur
ljóðað, at feløgini fóru ikki
at kunngera hetta soleingi,
at útbjóðingin á føroyska
landgrunninum ikki varð
latin aftur.
Tað
gjørdi
hon
17.
november. Og 8. desember
varð so alment váttað og
staðfest, at gjørt er eitt
»significant oilfind«, eitt
týðandi oljufund, sum á
oljumáli eisini kann tulkast
sum eitt risastórt fund, tá
hugsað verður um, at fund-
in helst er omanfyri hálva
milliard tunnur.
Framleiðsla
um fimm ár
Nú verður so arbeitt við at
finna boripall til at gera ein
ella tveir avmarkingarbrunn-
ar longu í næsta ár. Um
hesir vísa seg at liva upp til
vónirnar og metingarnar, so
kann her blíva talan um
oljuframleiðslu um kanska
eini fimm ár ella so. Tað vil
so vera tann oljuframleiðsl-
an, sum fer at liggja tættast
upp at føroyska markinum.
Tað ljóðar frá keldum, sum
Sosialurin hevur tosað við,
at tilfarið, jarðfrøðin og
umstøðurnar í undirgrund-
ini, har fundið er gjørt, eru
meinlíkar teimum, sum
feløgini longu halda seg
síggja
føroysku
megin
markið.
Og tað serstakliga áhuga-
verda í hesum er so eisini,
at júst í hesum økinum á
landgrunninum, beint við
markið har norðuri, er l.ítið
og einki basalt. Og tað
merkir so aftur, at lættari og
skjótari verður at koma nið-
ur á eitt møguligt líknandi
oljufelt í føroysku undir-
grundini.
Fær týdning
Gregory Himes, sum er
varaforseti fyri leiting hjá
Statoil í Europa sigur, at
felagið sær funið sum sera
týdningarmikið fyri arbeið-
ið hjá Statoil í hesum øki-
num.
– Vit vóna, at hetta fund-
ið fer at hava við sær meiri
leitisucces í bæði bretskum
og føroyskum øki.
Sosialurin hevur biðið
Rúna Hansen, stjóra hjá
Statoil í Føroyum um eina
viðmerking. Hann sigur, at
tíðindini gera ikki støðuna
verri fyri Føroyar. Heldur
tvørturímóti. Hann vísir tó
á, at enn skulu avmarking-
arbrunnar borast so einki
kann sigast við vissu enn.
Men um tað gongst væl, so
kann heta fáa positivan
týdning fyri leiting við Før-
oyar eisini.
– Men hetta sær spenn-
andi og lovandi út sigur
Rúni Hansen, sum í besta
føri heldur, at oljufram-
leiðslan kann byrja í 5 til 6
ár – um so er at alt riggar
sum tað skal. Og tað vita
vit ikki í dag, tí mugu øll
fyrivarni takast.
Tað er greitt, at tíðindini
um fundið, kunnu eisini
gera 2. útbjóðing á føroysk-
um øki uppaftur meira
áhugaverda. Hugsast kann,
at onnur feløg, sum ikki eru
við í 2. rundu, vilja »farma«
inn í komandi loyvi á øki-
num.
DESEMBER
Risastór oljukelda
funnin við markið
FJM í
samanlegging
Fyritøkurnar
FJM
í
Runavík og Tórshavnar
Skipasmiðja leggja sam-
an frá 1. januar at rokna.
Hetta boðaðu leiðslurnar
í feløgunum frá á tíðinda-
fundi. Feløgini hava sam-
starvað nógv seinnu árini,
men nú skulu tey verða
eitt og sama felag.
– Samanleggingin ger
samstarvið lættari, og vit
fáa tískil gagnnýtt góða
tilfeingið av starvsfólki
og útbúnaði hjá báðum
fyritøkunum enn betur,
sigur Frithleif Olsen,
stjóri í FJM.
Skiparin í land
Óhappið hjá Norrönu og
frágreiðingin hjá Skipa-
eftirlitinum fingu ta av-
leiðing, at skiparin á ferð-
ini, Ólavur Hovsgarð,
varð koyrdur í land.
Smyril Line boðaði í tíð-
indaskrivi frá, at arbeiðs-
viðurskiftini hjá Ólavi
Hovsgarð verða broytt, so
at hann frameftir skal
starvast á skrivstovuni hjá
Smyril Line.
– Har er tørvur á roynd-
um og góðum kreftum til
tær uppgávur, sum liggja
fyri
framman,
segði
Smyril Line í skrivinum
til almenningin.
Smyril Line staðfesti
samstundis, at Ólavur
Hovsgarð ikki verður
skipari umborð á Nor-
rönu aftur.
Løgreglan
bardist við
íslendingar
Løgreglan í Havn noydd-
ist at brúka kniplar, tá ið
teir eitt hóskvøld í desemb-
er skuldu handtaka tveir
íslendingar uttanfyri Café
Natúr í Havn. Løgreglan
fekk fráboðan um, at ís-
lendingarnir ikki vildu
góðtaka, at teir skuldu á
dyr á Café Natúr. Tað
eydnaðist ikki løgregluni
at sissa íslendingarnar, og
tað endaði við roki. Átta
løgreglufólk hjálptu til at
fáa teir báðar íslendingar-
nar í hondjørn.
Hotel Hafnia
selt
6. desember varð Hotel
Hafnia
í
Havn
selt.
Hotellið hevði eina tíð
verið til sølu, og bæði
føroyskur og útlendskur
áhugi var fyri hotellinum.
Endin var, at eitt nýtt
felag, har føroyingar eiga
meirilutin, men har eitt
norskt felag eisini er við,
keypti Hafnia. Tummas
Justinussen er stjóri í
nýggja felagnum.
Ongantíð áður er oljukelda
funnin so nær við føroyska
markið, sum ChevronTexaco
saman við Statoil, Dong og
OMV fann eitt týðandi fund
fáar fjórðingar úr føroyska
markinum
Tilvitanin um, at tónleikur er nakað veruligt her í lívinum,
er stóri munurin millum fyrr og nú. Fyrr var ein bara
apukattur, um ein spældi tónleik, men í dag er tað næstan
so, at ein er tað, um ein ikki spælir tónleik.
– Georg Eystaná, tónleikari
»
Føroyskir politikarar eru skjótir at fara til fjølmilarnar og
duga ov illa at loysa trupulleikarnar innanhýsis samanborið
við onnur lond. Tað eigur at skula meiri til, áðrenn stríðs-
málini gerast so opin, sum tey seinastu tíðina hava gjørt.
– Bogi Eliasen, stjórnmálafrøðingur
«
»
«
Tað kemur óvæntað á, tá ið B68 boðar frá, at landsliðsspælarin Julian Johnsson verður spælandi venjari hjá 2. deildarliðnum næsta ár.