Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-29, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. desember 2004síða 15

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 251 - 31. desember 2004 15 BROT ÚR 2004 KYNDIL Í SÍÐSTA SEKUNDI Tað vóru tvey sekund eftir á klokkuni, tá ið mest avgerandi brotskastið í hondbóltskapp- ingini 2003/2004 skuldi takast. Jónleif Sólsker tveitti bóltin í málið, og tað gjørdi Kyndil til føroyameistarar í manshondbólti. Mynd: Álvur Haraldsen TAÐ RÆÐUR AT BLÁSA Tónleikur setir stóran dám á føroyska samfelagið, og virksemið er bæði fjølbroytt og við- fevnt. Tað var nógv at fegnast um í føroyskum tónleiki 2004, og tað var eisini okkurt at flenna eftir – sum her norski skemtarin og tubaspælarin Eirik Gjedevik undirhelt á Musikkstevnuni. Mynd: Jens Kristian Vang AFTUR HB Tað var ein fegin Rúni Nolsøe, sum kundi taka ímóti føroyameistara- steypinum í fótbólti frá Óla Holm. HB vann í 2004 FM fyri triðju ferð á rað, og tað mundi verða besta løtan í ár- inum, har felagið í Havn og javnaldrin í Klaksvík fyltu 100 ár. Mynd: Álvur Haraldsen SANGFUGLAR Á GØTUSANDI Tríggjar av songkvinnunum, sum hava verið nógv frammi síðsta árið, hittust ein dag í Gøtu. Petsi Tvørfoss, Eivør Pálsdóttir og Arnfríð Lützen eru allar uppvaksnar í Gøtu, men í dag eru tær farnar í hvør sína ætt. Tónleikin hava tær tó allar framvegis til felags. Mynd: Jens Kristian Vang KVINNURNAR Í FINALUNA Føroyska kvinnulandsliðið í hondbólti stóð seg sera væl í altjóða kapping í Italia. Føroyska liðið kom púra óvæntað í finaluna, har tær tó taptu fyri italsku vertunum. Føroysku spælararnir vóru tó sera væl nøgdir við avrikið, sum var nógv betur enn væntað var frammaundan. Mynd: Álvur Haraldsen FÓLKAHAV Á FESTIVALI Eini 4000 fólk vóru til stóru útikonsertina á fyrsta Summar Festivalinum, sum varð hildin í besta summarveðri í Klaksvík. Á pallinum undirhildu nøvn sum Ken Hensley, Boney M, Frændur, Hjarnar og Rag Rags Mynd: Álvur Haraldsen