leygardagur 30. januar 1999síða 15
‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Ord og myndir:
Dagfinn Olsen
Sámal Petersen er millum
fremstu violinleikarar okk-
ara og í fleiri ár hava vit
hoyrt og sæð hann, tå klass-
iskar konsertir hava verið.
-Seinast sum nógv róstan
solist á árligu og væl
umtóktu nýggjárskonsertini
hjá Foroya Symfoniork-
estri. Sámal er útbúgvin
fióltónleikari og hann hevur
eisini tikið solistútbúgving.
Men í dag klokkan 16:00
stendur Sámal á odda fyri
aðrari og líka áhugaverdari
nýggjárskonsert. tí tá fara
næmingar hansara at vísa
síni kynstur.
Sámal hevur í fleiri ár
fingist við at undirvísa eftir
Suzuki undirvísingarháttin-
um. Hann hevur leingi verið
hugtikin av hesum og nú
fæst hann við at taka sær
útbúgving í hesum. Lærari
er Tove Detrekøy og hon
kemur hendaveg at halda
skeið.
Suzuki
Nógv hugsa ótvað um bilar,
prutl, motorar ella kanska
ljóðútgerð. tá navnið Suzuki
verður nevnt, men tað er
eisini annað og meira.
Nevniliga ein nåmsfrødilig
undirvísingarhugsan.
S. Suzuki var japanari og
andaðist í fjør. 99 ára gamal.
Sum ungur læs hann í Týsk-
landi. men heimaftur komin
vandi hann saman við
brødrum sínum. Tá gekk ein
dagin upp fyri honum. at oll
hava moguleika at færa at
leika violin, lika sum te;
læra seg sítt móðurmál
Nr. 20 - 30. JANUAR 1998
Hetta er hugsanin aftanfyri:
oll læra móðurmálið. oll
eiga eisini at kunna læra seg
at leika fról eftir somu treyt-
um
Suzuki fór síðani at gera
sær sínar hugsanir um,
hvussu hetta kundi gerast.
Og eftir hesum hugsanum
arbeiðir Sámal í fiólundir-
vísingini
Foreldrini við
Eitt tað fyrsta, ein leggur til
merkis á loftinum í holum
Musikkskúlans yviri á Frú-
utrød í Havn er, at ein rúgva
av foreldrum eru við børn-
unum. Og børnini verða
ikki bert latin eftir hjá Sám-
ali, sum vanligt er, ella hev-
ur verið, tá talan er um at
senda børnini til ymiskt fri-
tidarvirksemi. Nei. her eru
foreldrini vid. Børnini
hugna sær og tykjast spent
og hvórki pápar ella
mammur tykjast ótolin ella
Sámal Petersen nýtir
Suzuki undir ísingar-
háttin í violinundirvísing-
ini. Í dag kl. 16:00 hava
Sámal Petersen og næm-
ingar hansara nýggjárs-
konsert í Listaskálanum
Ungir violinleikarar
hava nýggjárskonsert
Í dag klokkan 16:00 fara Sámal Petersen og violinnæmingar hansara, at hava
nýggjárskonsert í Listaskálanum. Vitjar ein á loftinum yviri í Musikkskúlan-
um á Frúutroð í Havn, har Sámal og hansra fólk halda til, so leggur ein til
merkis, at foreldrini eru við alla tíðina: einki við at seta barnið av og koma
aftur ein tíma seinni. Sámal nýtir Suzuki undirvísingarháttin og eru foreldrini
ikki við, so er eingin undirvísing.
troytt. hóast hetta er beint
eftir vanliga arbeiðstíð
Foreldrini = luttaka og
skulu læra violinspæl og
venja við børnunum heima
við hús. Ein tekur ikki
munnin av fullan við at siga,
at her er talan um aðra
nåmsfrødiliga hugsan og
annan venjingarsid, enn vit
í Føroyum hava verið von
við.
Eg undirvísi við suzuki-
háttinum. Tað vil siga tað,
ið kallast móðurmálshátt-
urin. Ein lærir uttan nótar
fyrst, lurtar og spælir og for-
eldrini eru eisini við í leik
inum. Tey læra fyrstu sang
irnar og venja heima við
barninum. Tey eru við
hvønn tíma og skulu duga
og eisini skriva sær niður
tað, ið lærarin sigur. so tey
vita. hvat tað snýr s
HVA tå 1
Tá børnin eru komin nakað
ávegis. so byrji æra
notar, men framve )
ur lurtað og spælt. sigur
Sámal, sum leggur dent á.
at ikki fyrr enn nú undirvísir
hann í suzuki við útbúgving
og munurin er stórur. hóast
hann í eini 3 ár framman-
undan hevur nýtt suzuki
uttan útbúgving.
Sámal sigur, at best er at
byrja á heilt ungun aldri.
Yngsti næmingur í løtuni er
4 ár. Foreldrini skulu við
barninum. Eru tey ikki við,
so er eingin undirvísing.
- Ein einatími og ein
samanspælstími um vikuna
eru grundleggjandi. Trupult
er at verða annað fyri uttan.
M hava konsert er vanligt
aðrastaðni og vit hava kons-
ertir okkurt um einaferð um
mánaðin. Um góðan mánað
kemur Tove Detrekøv aftur
hendavegin og tá verður ein
stór konsert við næmingum
øllum Føroyum, ið hava
ngist við Suzuki háttin
Han er um emi /0 80
… Og 7 ára gamla Heiðr.
fólk. sigur Sámal Petersen.
Sjálvur vil Sámal íkki
siga, at hann beinleiðis hev-
ur nýtt suzuki háttin alla
tíðina, síðani hann byrjaði.
Ikki fyrr enn nú, ið hann
hevur útbúgvið seg á økin-
um, hevur hann veruliga
fingið innlit, hóast hann alla
tíðina hevur kent háttin og
nýtt nakað av honum.
Mennanst
sum menniskju
— Eg helt, at eg mátti finna
onkran nýtiligan undirvís-
ingarhått. Eg dugdi at
síggja, at tað sum hevur ver-
ið av violin undirvísing í
Føroyum., er tað. ein kann
kalla >gamaldags< undir-
vising. Ein krevur nógv av
næmingunum á ein ávísan
hátt. ístaðin fyri at spæla tað
inn við at lurta eftir bandi
og við samanspæli. Eg
hevdi hoyrt um Suzuki og
eg havi eisini verið tað. ið
ein kallar >kanin< á Kon-
servatoriinum hjá einum
Suzuki lærara. sum er út-
búgvin hjá Tove Detrekøy.
sigur Sámal Petersen. sum
byrjaði við hesum, tí hann
helt okkurt mátti henda og
hann ivast ikki i, at fram-
gongd nú verður í tónleika-
lívinum. eftir at hann og
onnur hava tikið útbúgving-
ina í Suzuki háttinum
Tove Detrekóy og mað-
urin hava ælt fleiri professi-
onellar tónleikarar í Dan-
mark, sigur Sámal. men
hann leggur dent á, at mein-
ingin og endamálið fyrst og
fremst er. at næmngarnir
skulu mennast sum menn-
iskju og fáa innlit i tónleika-
heimin
Suzuki hátturin verður
partvís nýttur runt um í Før-
ovum. Sámal og onnur und-
irvisa runt um í oyggjunum.
men hann sannar, at mið-
depilin er í Havn. hóast
ynskiligt er, at fleiri taka
undir við hesum kring land-
ið.
Konsertin
A skránni á nýggjárskons-
ertini í dag eru ymisk klass-
isk verk eftir t.d. Bach og
Vivaldi, ið Sámal Petersen
leikar á violin og Jóhannes
Andreasen leikar klaver.
A skránni hjá teimum
yngru eru ymisk fólkalog
og okkurt klassiskt stykki
eftir eittnú Bach. Mozart.
Paganini og Hándel. um-
framt verk eftir S. Suzuki
Forshavnar Musikkskúli
og Listaskálin
konsertini. sum
dag. 50/1-99. klokkan
SKIÐGa fyri
verður
OU