Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-02-02, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. februar 1999síða 11

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 21 — 2. FEBRUAR 1999 Alexandur Johansen sveimar høgt yvir moldavisku verjuni. Føroyska U18 landsliðið vann 21-19 á Moldova og heldur fram í HM-kappingini Mynd: Álvur Haraldsen Lesið eisini ítróttin á Internetinum www.sosialurin.fo Herurin hjá Alexanduri Mikla heldur fram í HM-kappingini Hondbóltur: Eitt tað besta altjóða úrslitið fyri fóroyskan hondbólt varð veruleiki, tå fóroyska U18 landsliðið vann 21-19 á Moldova. Tað merkir samstundis, at liðið heldur fram í HM-kappingini og skal til Danmarkar at halda páskir EMiL L. JACOBSEN Alexandur Johansen úr StIF var størsta hetjan millum allar hinar hetjurnar, tå føroyska U18 lands- liðið sunnudagin í ftrottarhøllini á Hálsi og heima í stovunum runt um landið vann 21-19 á Moldova og sostatt sleppur at halda fram í HM-Kkappingini. Harafturat var sigurin væl og virdiliga uppiborin, og hann visti eisini, at tad veruliga er grundar- lag fyri føroyskari luttøku í altjóða hondbólti. Tað er helst skeivt at taka nakr- an framum aðrar á føroyska liðn- um, men tey flestu vóru samd um, at Alexandur Johansen vísti spæl á sera høgum stigi meginpartin av dystinum, um tað so var frá miðj- uni ella frá vonginum. Í dystinum í Vestmanna fríggja- kveldið móti Kypros var StIF- vongurin eisini millum teir bestu á føroyska liðnum, har hann var ein av teimum fáu, sum ikki hevði óneyðuga stóra virðing fyri kyp- riotiska liðnum. Og í Havn sunnu- dagin var øll virðingin burtur, ikki bert hjá Alexanduri, men hjá øll- um liðnum. Og tað var størsti munurin á avrikunum í teimum báðum dystunum. Sigurin á Moldova merkir eis- ini, at føroyska U18 liðið sleppur at halda fram í HM-kappingini. Hetta var ein sonevnd undan-und- ankapping, og nú gongur leiðin til Danmarkar, har undankapping- in verður í døgunum 2. til 4. april Sjålvt HM-endaspælid verður í Tysklandi í august mánaði Tað er eisini frálíkt at vita, at liðið nú ikki bert verður syndrað, sum nógv helst høvdu roknað við, fór at henda. Liðið sleppur at halda fram og spæla fleiri dystir, og tað kunnu spælarar, leiðarar og føroyingar sum heild bert fegnast um. Venjarin Daniel Rapa og hjálparvenjarin Jákup Durhuus eiga sín stóra part av heiðrinum fyri, at teir hava megnað at spælt liðið somikid væl saman undir truplum arbeidsumstødum, og Hondbóltssambandið eigur eisini heiður fyri sítt landsliðsarbeiði. Um nakað so visti úrslitið móti Moldova sunnudagin, at tað er grundarlag fyri einum A-lands- liðið, sum eisini má vera aðalmál- ið Tað kann í øllum n ikki vera rætt, at hesir ungu menninir skulu missa møguleikan fyri at spæla fyri Føroyar bert tí teir ger- ast ov gamlir, men áðrenn teir eru komnir í sín besta hondbóltsaldur Vónandi er hetta eisini nakað HSF ásannar og arbeiðir við Í Vestmanna fríggjakveldið vóru ikki so nógv fólk, sum ein kundi roknað við, nú eitt sjáldsamt høvi beyðst til at síggja eitt før- oyskt hondbóltslandslið. Høllin í Havn sunnudagin var so gott sum fullsett, og hóast meginparturin av áskoðarunum kundi gjørt meira fyri at stuðla liðnum — umframt at latið vera við at klappa aftan á tjóðsangirnar, tí tað er ikki nakar vakur siður — so kendu spælararnir seg uttan iva á heimavelli, og teir spældu eisini hareftir. Verjuinnsatsurin var 100 pro- sent, og í álopinum vóru ikki so r ført nógvir nervar og so stór virðing sum tað var móti Kypros tveir dagar frammanundan. Hjá summ- um sá tað hinvegin út til, at teir høvdu eina rúgvu av landsdystum á baki, og teir halda dampinum uppi ein heilan dyst, sum jú eisini hevur sera nógv at siga. Sosialurin ynskir UI8 lands liðnum og Hondbóltssambandin um tillukku við frálíka úrslitinum og ynskir góða eydnu um páskir- nar, tå enn sterkari mótstøðulið bíða niðri í Danmark rkaðu eisini at (Lesið meira um U18 landsdyst- irnar á síðu 16)