Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-02-02, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. februar 1999síða 12

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

12 ítróttar SOE Borge hekk i klønum tráði Stórur dramatikkur, tá Bórge B. Han- sen varð afturvaldur til næstformann - Tað var spell, at tað ikki var møguligt at velja tveir næstformenn í Fótbóltssam- bandinum Soleiðis tók Torleif Sig- urðsson, formaður í FSF, til, tá tað var greitt, at Berge B. Hansen við so teprum meiriluta, sum tað ber til, var afturvaldur sum næst- formaður í eitt tvey ára skeið, og at Mortan Poul- sen, sum var stillaður upp ímóti sitandi næstformann- inum, fall við so teprum tapi, sum tað bar til Nítjan feløg vóru umboð- að á fundinum. Tey høvdu hver sina atkvødu, og so hevði formaðurin í FSF eina atkvødu. Urslitid av at- kvødugreidsluni um næst- formanssessin var 10-9, og ein atkvøda var blonk. Eftir fundin våttadi Torleif Sig- urðsson, at hann hevði at- kvett blankt — Eg havi arbeitt saman við Børga B. Hansen og Mortan Poulsen í mong ár, og eg vildi ikki taka dagar millum teir báðar. Í prins- ippinum haldi eg tað vera sunt, at tað er møguleiki at velja, og nú valið tørnadi soleiðis út, sum tað gjørdi, so fari eg at ynskja Borga tillukku við afturvalinum, samstundis sum eg vóni, at Mortan framvegis fer at vera tann hjálpin í FSF, sum hann hevur verið, bæði meðan hann hevur verið nevndarlimur, og nú hann hevur verið varalimur. Jens Erik Magnussen og Oli Holm vórðu afturvaldir í neyndina, og Mortan Poul- sen varð afturvaldur sum varalimur. Tórálvur Sten- berg, sum hevur verið annar av varalimunum, tók ikki við afturvalið, og í hansara stað varð Sveinbjørn Dánj- alsson úr Hvalba valdur Dramatikkur Aðalfundurin í Norðurland- ahúsinum fyrrapartin leyg- ardagin var sum heild frið- arligur. Tað skein igjøgnum allar málsviðgerðir, at før- oyski fótbólturin hevur funnið stevið, tá tað ræður um umsiting. Uppskotini, sum vóru løgd fyri fundin, vóru ikki ókend, og tað var týðuligt, at tey flestu upp- skotini vóru úrslit av teim- um sjónarmiðum, sum komu fram, tá FSF og fel- øgini í novembar høvdu fyrireikandi fundin til aðal- fundin Ókent men ikki óvart Uppskot til neyndarval nýt- ast ikki at vera almenn fyrr- Nr. 21 — 2. FEBRUAR 1999 Børge B. Hansen varð afturvaldur sum næstformaður í FSF við tiggju atkvóðum móti niggju. Ein atkvøda var blankMynd: Alvur Haraldsen enn á sjálvum aðalfundin- um. Tá fundarstjórin, Jógv- an Arge, bað um evni til næstformanssessin, sum skuldi mannast áðrenn hinir báðir = nevndarsessirnir, skeyt formaðurin í LÍF, Ró- land Langgaard, upp at velja Mortan Poulsen. Fyri uttanfyri standandi kundi hetta tykjast sum ein bumba, men aftaná fundin skilja vit, at dagarnar upp- undir aðalfundin hevði agi- tatiónin verið nógv. Serliga feløg i Eysturoy vildu hava Mortan Poulsen i næstfor- manssessin, meðan tað ser- liga vóru persónar, sum áð- ur hava verið frammarlaga í føroyskum fótbóltspoli- tikki og onkrir, sum hava við ÍSF at gera, sum ar- beiddu fyri at fáa feløgini at velja Børge B. Hansen. Tá Jógvan Arge tók sedl- arnar og rópti nøvnini upp, gjørdist dramatikkurin eins stórur, sum hann var, tá sami maður fyri einum 23 árum síðani var við hond- bóltslandsliðnum til HM kapping í Portugal. Blanka atkvødan kom skjótt á borð- ið, og tå bara ein atkvøda var eftir í pottinum, var stødan 9-9! Og so helt allur fundurin sum hann var ond- ini, áðrenn avgerðin fall. Ovand støda Einki kom fram å fundinum um, hvi sitandi næstformad- urin, sum er tann einasti, id er eftir frá tíðini, tå FSF varð sett á stovn fyri 20 år- um síðani, og sum eisini var í síðstu nevndini i fótbólts- deildini hjá ÍSF, skuldi hava eitt mótvalevni, og hvørki Børge B. Hansen ella Mort- an Poulsen fingu høvi til at siga nakað um, hvat teir ætl- aðu at brúka sessin beint undir tí hjá Torleifi Sigurðs- son til. Stødan við kapping um ein nevndarsess hevur ikki verið í fleiri ár, og spurn- ingurin er, um tað ikki heyði verið gagnligt, um feløgini ikki skuldu verið kunnað um evni til nevndarval við ávísari tíðarfreist, eins og valevnini skuldu fingið møguleikan at greiða frá, hví teir lata seg stilla upp. Styrki og veikleiki Tað hevur ofta verið havt á munni, at ein av styrkjunum í FSF hevur verið, at nevnd- arlimirnir hava nógvar royndir í fótbóltspolitiska arbeiðnum, og at teir hava havt gott áralag. Men sam- stundis hevur tey seinnu ár- ini verið at hoyrt, at tað hevði verið gott við nýggj- um blóði, tí tað hevur verið mett óheppið, um ov nógvir limir fara at verða skiftir út í senn. Børge B. Hansen takkaði eftir nevndarvalið fyri ålit- ið, sum honum varð sýnt, og hann segði seg vóna, at góða vinarlagið og sam- starvið, sum í mong ár hevði verið millum hann og Mortan Poulsen, eisini fór at halda fram eftir henda tætta dystin. Eftir aðalfundin vóru tað summi, sum hildu, at tað var ein misálitisváttan á næst- formannin, at hann hevði so stóra mótstýðu á aðalfund- inum, meðan tað vóru onn- ur, sum mettu, at næstfor- maðurin kom styrktur úr valinum, tá hann hevði vunnið á mótvalevninum. jh Fyra fingu gullnålina Tå adalfundurin hjå FSF var um at vera lidugur og bara punktid ymiskt var eftir, bad Hedin Mortensen, formadur í ISF, um orðið Hann var á fundinum saman við hinum báðum starvsnevndarlimun- um, Sverra Midjord, næst- formanni, og Petur Elias Petersen, skrivara. I fjør var Heðin Morten- sen í ordadråtti vid Torleif Sigurðsson um Térsvøll. Ta ferdina var Hedin Morten- sen ikki serliga fegin um støduna, sum FSF formad- F. v. Jåkup Simonsen, Oli Holm og Jens Erik Magnussen, sum saman vid Dánjali Andreasen fingu gullnál f Á ; fynd: Al urin hevði, men tað darvaði so ikki formanninum í hesa ferð at koma við ikki færri enn fýra gullnálum til nevndarlimir í FSF. Asetingarnar hjå ISF siga, at gullnálin skal latast nevndarlimum í ÍSF og ser- sambondunum, tá teir hava tænt í fleiri enn tíggju ár. Aður hava Torleif Sigurðs- son og Børge B. Hansen fingið gullnálina frå ISF, og hesa ferð vóru tað Óli Holm, Jens Erik Magnussen, Jákup Simonsen og Dánjal Andre- asen, sum stóðu fyri tørni. Hesin seinast nevndi var ikki á aðalfundinum, tí hann siglir, men hinir tríggir fingu nál og skreytblað, sum var ett í gullrammu. jh