mikudagur 3. februar 1999síða 7
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 22 — 3. FEBRUAR 1999
tíðindablaðið
Bygnaðarbroytingarnar á Landssjúkrahúsinum:
Striltið at semjast
um broytingarnar
Hóast drúgv tíð er farin síðani sjúkrahúsleiðarin á Landssjúkrahúsinum legði
fram uppskot um bygnaðarbroytingar er einki hent. Ósemja er millum fakligu
partarnar og leiðsluna um bygnaðin
DAGNY JOENSEN
Tað var ikki gjørligt at hitta
Jákup Mørkøre, sjúkrahús-
leiðara í gjár. Heldur íkki
Høgni Joensen, aðalstjóri
var at hitta, og Helena Dam
á Neystabø, landsstýris
maður, var burturstødd
Ørindi okkara vóru at
spyrja avvardandi, hvussu
gongst við bygnaðarbroyt-
ingunum, sum vóru lagdar
fram í september mánaða í
fjør
Eftir hvat skilst. so góð-
taka hvorki læknar ella
sjúkrasystrar á Landssjúkra
húsinum uppskotið.
Sjúkrasystrarnar góðtaka
ikki, at sáttmálin millum
FAS og SFF er uppsagdur.
Líkasæla valdar
Sambært sjúkrasystrum
sum Sosialurin hevur tosað
við, hendir stutt sagt einki
á økinum: eingin sker igjøg-
num og sigur, hvar skápið
skal standa, og politikarar-
nir eru líkasælir. Landssjúk-
rahúsið eigur ongan góðan.
Hetta var í stuttum boð-
skapurin, tá Sosialurin í gjár
royndi at lodda dýpið í
bygnaðarbroytingunum.
Eftir at Jákup Mørkøre
legði fyrsta uppskotið um
bygnaðarbroytingar fram,
og sjúkrasystrarnar boðaðu
frá, at tað grundleggjandi
ikki kundi nýtast, hevur Jó-
han P. Davidsen, formaður
í Læknafelagnum uppsagt
avtaluna millum FAS og
SSF, ið var uppskot um
bygnaðarbroytingar, sum
fakfelogini bæði gjørdu fyri
Landsstýrið, og samdust
um at seta í verk.
Sjúkrasystrarnar góðtaka,
at henda avtala ikki longur
er galdandi.
Læknarnir fokusera upp
á ósemjur, meðan sjúkra-
systrarnar fokusera upp á
semjur. Um ósemja tekur
seg upp millum partarnar,
skal sjúkrahusleiðarin trað-
ka til, men tað góðtaka
læknarnir ikki. Bert læknar
hava førleikan at greiða fak-
ligar ósemjur.
Funnist verður eisini at,
at eingin samskipan er mill-
um fakbólkarnar. Eitt nú at
læknar innkalla 50 sjúklig-
ar, har tað bert eru 20 sjúk-
rasystrar til at taka sær av
sjúklingum. Einasta skila-
góða er at læknar og sjúkra-
systrar semjast um talið
sjúklingum, sum verða inn-
kallaðir
10 ár í óvissu
Starvsfólkini á Landssjúk-
rahúsinum hava nú í 10 ár
livað undir ótryggum ar-
beiðsviðurskiftum.
Einasta positiva í stríð-
num millum fakbólkarnir
er, at báðir partar seta strong
etisk og moralsk krøv til ar-
beiðið, og at sjúklingarnir
als einki skulu merkja. Tað
liggur í útbúgvingini, at hó-
ast arbeidsumstødurnar ikki
eru í lagi, so kunnu sjúkra-
systrar ikki loyva sær at lata
seg ávirka av hesum.
Kortini eru 10 ár drúgv
tíð, og nú eru bæði sálarligu
og likamligu karmarnir um
sjúkrahúsið niðurslitnir
Tað er spurningur um tíð,
hvussu leingi starvsfólkið á
Landssjúkrahúsinum heldur
til óvissu vidurskiftini
Vit vilja vera óheftir
Formaðurin i FAS váttar
fyri Sosialinum, at avtalan
við Sjúkrasystrafelagið, ikki
er galdandi longur.
Vit hava gjørt av, ikki at
verða heftir av hesi avtalu í
einari samrådingarstødu, tí
vit vilja samráðast sum
sjålvstødugt fakfelag. Tað er
einmælt samtykt í FAS. sig-
ur Jóhan Petur Davidsen,
formaður í felagnum
Hann sigur, at einki upp-
skot um leiðslubygnað er í
uppskotinum hjá sjúkrahús-
leiðaranum. Tað vísir bert,
hvussu arbeiðið á sjúkra-
húsinum skal skipast
Vit eru eitt sjålvstødugt
fakfelag, og vit hava einki
fakfelagspolitiskt felags við
Sjúkrasystrafelagið.
— Hverjar samstarvsskip-
anir fara at virka inni á sjúk-
rahúsinum, er annað mál.
Tað skulu vit í felag skipa,
men tað fakfelagspolitiska
millum partarnar skal gera-
st uttan fyri sjúkrahúsið.
Røkkur heilt upp til
landsstýrismannin
Spurdur, hvønn leiklut Jåk-
up Mørkøre og Pål Weihe,
læknastjóri, sum náttúrliga
helst skal hava eitt orð við í
ætlanunum, sigur Jóhan
Petur Davidsen, at tað veit
hann ikki. Hann vísir á, at
slíkar avgerðir verða tiknar
aðrastaðni í skipanini, og at
tær kanska røkka heilt upp
til landsstýrismannin.
Hvussu leingi megnar
Landssjúrahúsið at virka
undir hesum umstóðum ?
Fyri hvønn dagin vit
bíða, er tað ein dag ov seint,
sigur Jóhan Petur Davidsen.
Nú bíða læknarnir eftir at
stóða verður tíkin til, um
leiðslan vil hava yvirlækn-
arnir við í sjúkhúsleiðsluna.
Vil leiðslan hava okk-
um við, mugu teir tosa við
okkara fakfelag. Vilja teir
ikki hava okkum við, so
mugu teir um tað, sigur for-
maðurin
Er hetta ein fíggjarligur
spurningur, ella er tað bert
spurningur um vald?
Hetta er ikki spurningur
um fígging. men um heim-
ild, tá tað snýr seg um at
taka avgerðir á sjúkrahúsi-
num
Ein avgerð í Vinnumála-
stýrinum varð tikin i fjør,
sum segði, at ein leiðandi
yvirlækni átti at vera í
leiðsluni.
Nú eigur Almanna og
heilsumálastýrið at fáa leið-
slubygnaðin í lag, men
tað hevur týdning fyri okk-
um at fáa einstreingjaða
leiðslu á sjúkrahúsinum,
sigur Jóhan Petur Davidsen.
Jóhan Petur Davidsen, for-
maður í FAS
Joan Ziskason, formaður í Sjukrasystrafelagnum:
Vit hava
skilagott
uppskot
— Vit gjórdu í síni tíð avtalu millum
Læknafelagid og Sjúkrasystrafelagið
um, hvussu vit vildu skipa bygnaðin á
Landssjúkrahúsinum, og hana vilja
vit halda, sigur formaðurin
DAGNY JOENSEN
Tá tosað verður um bygn-
aðarbroytingar á Landssjúk-
rahúsinum, nýtist tað ikki at
vera um uppskotið hjá Ják-
up Mørkøre ella onnur upp-
skot.
Fyri Sjúkrasystrafelagið
er bert eitt uppskot gald-
andi. Tað er uppskotið um
bygnaðarbroytingar sum
Læknafelagið (FAS) og
Sjúkrasystrafelagið (SFF)
hava gjørt og skrivað avtalu
um at halda
Vit gjørdu uppskot fyri
Landsstýrið. hvussu bygn-
aðurin á Landssjúkrahúsin-
um skuldi vera. Tí avtaluna
halda vit, sigur Joan Ziska-
son, formaður í Sjúkrasyst-
rafelagnum.
Nú hevur Læknafelagið
uppsagt avtaluna, men
Sjúkrasystrafelagið heldur
fast um upprunaliga upp
skotið og avtaluna, og vilja
einki annað uppskot góð-
taka
Hvussu leingi er ráði
ligt at bíða?
Tað er svínarí, at málið
hevur tikið so drúgva tid,
serliga tá hugsað verður um
at sjúkrahúsleiðarin hevur
nýtiligt uppskot, sum báðir
partar kunnu liva við, liggj-
andi
Harnæst tekur hetta
uppskotið hædd fyri sjúkl
inginum, at hann fær tí við
gerð og røkt, sum honum
tørvar
Eg haldi.at Jákup Mork-
øre átti at brúkt hetta upp-
skotið, sigur Joan Ziskason,
sum í síni tíð. eftir áheitan
frá Almanna og heilsumála
stýrinum. fyri Fakfelagið
játtaði at líta Jákupi Mork-
øre upp í hendur at seta
bygnaðarbroytingarnar á
Landssjúkrahúsinum í verk