Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-02-03, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 3. februar 1999síða 8

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

8 tíðindablaðið Fiskasølan styrkir um dótturfelagið i Fraklandi l m hálvan mars tekur Andreas F. Hansen við starvinum sum leiðari á Faroe France S. A., ið er franskt dóttirfelag hjá Fiskasøluni. Stjørin á Fiskasøluni sigur, at hetta er eitt stig í menningini av dóttirfelagnum JOHN JOHANNESSEN Andreas F. Hansen er 31 ára gamal og hevur millum annað royndir sum shipping maður. Hann tekur um hålv an mars við starvinum sum leiðari av fronsku deildini hjá Fiskasøluni, ið ber heitið Faroe France S. A.. Faroe France S. A. er eitt franskt partafelag, ið Fiskasølan eigur allan eginpeningin av, so talan er um eitt dóttir- felag Faroe France S. A. hevur ta seinastu tíðina ikki havt nakran leiðara á staðnum Stjórin á móðurfelagnum Fiskasøluni, Hans Jóhannes á Brúgv, hevur í seinastuni virkað sum leiðari úr Fer- í VIT-stovuni februar 1999 Windows I í sogur) 3/2 16:00 3/2 kl. 09:00 — 4/2 kl. 09:00 — 16:00 Internet I 2 5006 09/2 kl. 08:30 — 12:00 Windows Il ur 2/2 kl. 09:00 6:00 FrontPage I ;; 55 16/2 kl. 09:00 — 1 6:00 FrontPage ll í so9) AA Í k 2 £ CV Word I internet il og 23/2 kl. 08:30 — 12:0 24/2 kl. 08:30 — 12:00 Excel | (1 dagur) 25/2 kl. 09:00 — 16:00 26/2 kl. 09:00 — 16:00 hvenn einstakan" "...vit hava tíð til | (max 8 luttakarar) NS 25 hú} Mal = WE pre hú mm; a el a)/ ul Lær grundleggjandi DrUKO strika og flyta data. Lær hvat internet er og tú ferðast á ti teldupost ær at trånyta Windows ð m.a. at skipa tíni data g forit við mappum og Windows nytsiu. M.a. at at avnta, mús og Lær at gera tínar egnu eir 3Ssidur V ð for timim ontPage 98 A Ina - T »ikanaid av heima 5 við FrontPage 98 Er gru eggjandi tekst- a a * + r A car Á f ) yta asp md + , r + £ eika nar Lær meira um at ferðast á internetinum, um leiting og um chat. Lær grundleggjandi ný mr hentleikarnar i ke tslu av rokniarki og lær Excel aft nna. Tilmelding å telefon: 319914 ella 219921 KT-tænasta * Forritan * Skeið Gríms Kambansgøta 7 * 100 Tórshavn Telefon: 319914 * Telefax: 318351 www.vit.fo » fdjavit.fo oyum. Tó hevur fyritøkan fyrr havt ein leiðara í Frak- landi, og var hesin Johannes Jensen. Nógv at seta seg inn í Andreas F. Hansen sigur, at tað eru nógv ting, ið hann skal seta seg inn í, nú hann tekur við nýggja starvinum, sum leiðari av franska dótt irfelagnum hjá Fiskasøluni Hann sigur, at talan er um eina stóra uppgåvu, sjálvt um tað ikki arbeiða meira enn 3 selufólk hjá fyritøk- uni. Fyritøkan umsetir nevniliga fyri 130 milliónir frankar um árið Andreas F. Hansen sigur, at fyritøkla í Fraklandi selur oll sløg av fiski. Hann er tó Nr. 22 — 3. FEBRUAR 1999 ikki vísur í, hvørjum fiska- slagi mest verður selt av. Hann sigur tó, at Fraklend- ingar keypa nógv av svart- kalva. Spurdur, um hann heldur, at nakað er í spádómunum hjá normonnum um, at toskaprísirnir fara at rúka í botn, svarar Andreas F. Hansen, at hetta er væl hugsandi. Hann sigur, at tá so góðir menn, sum Kaj Leo Johannesen og Hans Jo- hannes á Brúgv eru samdir í hesum, so má hetta takast í álvara. Nýggi stjórin á Faroe France S. A. heldur tó ikki, at spádómurin um lækkan ina av toskaprisunum er ræðandi. Hann sigur, at um marknaðarprísirnir á toski fella. er bert hjá fiskakeyp- arunum at keypa fiskin bí- ligari. Harafturat vísir hann á, at Faroe France ikki bert selur tosk, men oll sløg av fiski, ið føroysk skip fiska. Andreas F. Hansen veit ikki enn, hvussu leingi hann skal vera í Fraklandi. Hann roknar tó við, at hann verður verandi í eini 3 ár. A Nýggjur leiðari i Mjørkadali Av misgáum kom myndin av nýggja leiðaranum á stødini í Mjørkadali ikki við, tá hon skuldi. Her síggja vit nýggja leiðaran Niels H. Arvedsen uttan fyri støðina. Viðmerking til Rúnu Sivertsen Viðmerkingar og upplýs- ingar í sambandi við tað, Runa Sivertsen, løgtings- kvinna, bar fram av løg- tingsins rødarapalli seinasta friggjadag Løgtingskvinnan sigur, at til ber einans at koma å tal vid Almannastovuna 8 tim- ar um vikuna. Til tað skal upplýsast, at Almann:.stov- an hevur telefonavgreiðslu frá kl. 9-13 og fólk kunnu venda sær beinleiðis til stovnin frá kl. 10-12 og 13- 15. Hetta hvønn dag uttan mikudag, ið m.a. verður nýttur Gl at avgreiða tær umsóknir og fyrispurningar. ið koma til okkara í av- greiðslutíðini Fá løgtingskvinnan sjåh ger samanberingar vid vid- urskifti i eitt nå Danmark, kann upplysast, at Alm annastovan nýtir eitt stað ímillum ein triding og eina helvt av teirri starvsfólka- orku, sum danir nýta til um- siting av á leið sama lógar- grundarlag sum okkara. Bert er tann »føroyska« lóg- gávan truplari at umsita. Hon er í nógvum fórum gomul, ósamanhangandi og torgreidd. Hóast eitt í innihaldi sera trupult og til tíðir sálarliga slítandi arbeiði, umframt út av lagi vánaligar karmar at útinna tað undir, eru starvs- fólk stovnsins, tvørturim6ti tí, sum borið varð fram, sera ágrýtin og ongantíð bangin fyri at leggja meira eftir seg enn tað, ið kravt verður Heldur enn at reka uppundir tað umvenda skuldi Rúna Sivertsen, sum ein av teim, ið hevur møguleika fyri at broyta viðurskiftini, verið term takksom fyri tað Vit vita øll, at ongin almenn stuðulsskipan er so væleydnað, at ikki ber til at misnýta hana. Hóast Almannastovan veit, at tað onkuntíð kemur fyri, so hava vit ikki varhuga av, at tey eru mong, ið misnýta almannaskipanina. Okkara royndir eru heldur, at fólk framvegis ofta bíða ov leingi, áðrenn tey søkja sær hjálp. Hetta, hóast fólk í dag eru betri upplýst um teirra rættindi eftir lógini enn fyri bert fáum árum síðan. Upplýsast skal eisini, at útreiðslurnar til uppihalds- hjálp til arbeiðsleys, sjúk 0.t., ið er tann parturin av forsorgarhjálpini, løgtings- kvinnan er upptikin av, vóru tilsamans um 40 mió. kr. ella undir 5% av samlaðu útreiðslunum til almanna- veitingar í 1997. Almanna- veitingarnar vóru tilsamans um 900 mió. kr. sama ár. Størst: utreidsluposturin vóru pensiónirnar (um 400 mió. kr.). Størstu útreiðslupostarnir av forsorgarhjálpini eru annars: + stovnar, herundir bú- stovnar og sambýli fyri fólk, ið bera brek (65 mió. kr.) ellis-, røktar- og vistar- heim til eldri og óhjálpin (98 mió. kr.) heimarøkt (70 mió. kr.) hjálpartól, bústaðarbroyt- ingar, avlamisbilar, o.t. (um 22 míó. kr.), endurbúgvingarstuðul til brekað 0.0., ið tørva ser- ligan studul fyri at koma í vinnu (15 mio.kr.) og endurgjald fyri meirút reiðslur av Ld. serligum stuðulsfyriskipanum fyri brekað børn og umlætting hjá foreldrum, ið heima uppihalda børnum, ið bera brek (12 mió. kr.) Sum omanfyri standandi gevur eina hóming av, er nóg mikið at tríva í hjá pol- itikkarunum í einum orða- skifti um sosialpolitikk. Tað, ið serliga plágar løg- tingskvinnuna, er uppi- haldshjálpin til fólk, ið sam- liva sum hjún uttan at vera gift. Til tað skulu vit bara staðfesta, at tað ikki ber til hjá Almannastovuni at áleggja einum - formelt sæð >tilvildarligum< - persóni uppihaldsskyldur mótvegis einum ødrum persóni. Tað loyvir lógin okkum ikki. Rúna Sivertsen tengir misnýtslu av uppihaldsveit- ingum, serliga hvat samliv- andi pørum viðvíkur, at møguleikum okkara fyri fullveldi. Utreidslurnar til uppihaldsveitingar eftir for- sorgarlógini telja, sum víst á, líuð í mun til samlaðu almannaveitingarnar. Og veitingarnar til »samliv- andi« forsvinna í heildini, so evarska litlar eru tær. Ti kunnu vit nokk semjast um, at hesar veitingar ikki fara at vera avgerandi fyri okk- ara møguleikum sum sjålv- berandi búskapur. Maria Jacobsen, almannastjóri