hósdagur 4. februar 1999síða 6
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Reiðarin á Frøyanes: Vi
+
ingið á
t góðkent í landsstýrinum:
BR
Verður loyvið tikið
aftur nú fara vit so
logandi á heysin
— Vit hava longu keypt Fróyanes. — Og vit hava keypt hann eftir teimum lyftum, vit hava fing-
id úr landsstýrinum. — Verður loyvið tikið aftur nú, skilji eg onki, sigur Tummas Jacob á Løg-
mansbó
Akil BERTHOLDSEN
— Tekur Landsstyrid loyvid
til Frøyanes aftur nú, fara
vit so logandi á heysin.
Tummas Jacob á Løg-
mansbø í Miðvági dylir ikki
fyri, at hann er í døpurhuga
um alla fløkjuna ið er staðist
av, at teir hava gjørt avtalu
um at keypa frystilínubátin,
Frøyanes frå norðmonnum
Men tad, sum teir ætladu,
skuldi verða eitt nytt, vinnu-
ligt tiltak, sum kundi skapt
nógv, góð arbeiðspláss, er
nú við at blíva ein sorgar-
leikur í føroyskari fiski-
Vinnusøgu.
Og ikki minst er hetta vid
at blíva ein persónligur
sorgarleikur fyri teir, sum
hava keypt båtin.
Tí nú kann tað enda við,
at ætlanin heilt dettur nið-
urfyri og tað verður ein
fíggjarligur smeitur av eini
aðrari verð fyri eigararnar
Arbeitt meiri enn eitt ár
Tummas Jacob á Løgmans-
bg sigur, at teir hava arbeitt
í meiri enn eitt heilt ár við
ætlanini fyri at fáa alt at
vera í lagi.
— Og fyri at tryggja okk-
um, at alt skuldi vera í lagi,
og onki skuldi koma aft-
urumaftur, hava vit havt
sakførara at hjálpa okkum
við gllum í sambandi við
keypið, sigur hann.
Ti er hann ikki sørt ør-
kymladur um, at tað nú
veråur reistur ivi um, antin
Frøyanes lykur treytirnar
fyri at fáa fiskiloyvi undir
Føroyum og at tað tí er bliv-
in ein spurningur um skipið
yvirhøvur sleppur undir før-
oyskt flagg.
Hann sigur eftirsum teir
hava havt serkøna, l6grødi-
liga hjálp at fáa keypið í
rættlag, noyðast teir at hava
álit á, at alt eisini er í lagi.
Hava fingið loyvi
Seinasta brennið tveitti Kaj
Mortensen, fiskivinnustjóri,
á bálið í útvarpinum týs-
kveldið, tå ið hann kunn-
gjørdi, at vågamenn uvdu
ikki fingið - innflutnings-
loyvi til Frøyanes.
Hann segði, at teir høvdu
fingið eina tilsøgn um inn-
flutningsloyvi til Frøyanes,
men at hendan tilsøgnin var
galdandi til 31. desember.
Sidani høvdu teir bidid
um at fåa tilsøgnina longda,
men tad ums6knina høvdu
teir ikki fingid svar uppå
enn.
Hetta skilir Tummas Jac-
ob á Løgmansbø ikki.
Hann tvíheldur um, at alt
er í lagi.
Og Freyanes, hann er
longu keyptur til Miðvágs.
Og hann er keyptur eftir
teimum tilsøgnum, teir
høvdu fingið frá Landsstýr-
inum.
Reiðarin í Miðvági vátt-
ar, at teir høvdu fingið til-
søgn um innflutningsloyvið
og at tað gekk út 31. des-
ember.
— Men såttmålin um
keypið varð undirskrivaður
11. desember.
— Sostat var tilsøgnin
galdandi, tá ið vit keyptu
bátin, sigur hann.
— Hann vísir á, at tað sigur
seg sjålvt, at teir høvdu ikki
keypt bátin, um loyvið ikki
var í lagi.
— Tað sigur seg eisini
sjålvt, at vit høvdu ikki fing-
ið fígging til ein bátin, um
innflutningsloyvið ikki var
í lagi, leggur hann afturat.
Tað endaliga innflutn-
ingsloyvið skuldu teir so fáa
tá ið báturin kemur.
— Men vanliga hevur tað
bara verið ein avgreiðslu-
spurningur.
— Tí sjálvandi ber tað til
at binda seg figgjarliga við
eini tilsøgn frá Landsstýrin-
um í hondini, leggur hann
afturat.
— Tað hildu norski reiðar-
in og norski bankin eisini
og varð keypið og fíggingin
avgreidd.
— So heldur tað ikki, er
tað eisini eitt álvarsligur
trupulleiki fyri trúvirðið hjá
teirri ovastu, føroysku um-
sitingini.
— Og vit hava fingid at
vita frå landsstyrismannin-
um, at hetta var rimilig
mannagongd.
Hann leggur afturat, at
teir hava ongantid merkt å
fiskivinnuumsitingini, at
hon upp å nakran måta setti
spurnartekin vid ætlanina.
— Tvørturim6ti hevur tað
verið ein ávísur spenningur
í umsitingini um ætlanina.
Spurningurin er so, hví
teir søktu um at fáa tilsøgn-
ina longda.
— Møguliga var tað eitt
mistak, tí nú hoyri eg, at tað
verður brúkt sum ein trumf-
ur ímóti okkum, sigur
Tummas Jacob á Løgmans-
bø.
Sjålvur ivast hann onga
løtu i, at tann fyrra tilsøgnin,
sum gekk út 31. desember,
var galdandi, tá ið sáttmálin
varð undirskrivaður 11. des-
ember, hóast skipið ikki er
komið til landið enn.
— At skipið ikki er komið,
er ein spurningur um lev-
Nr. 23 — 4. FEBRUAR 1999
Landsstýrið gav Tummas
Jacob á Løgmansbø til-
søgn um loyvi at flyta
Frøyanes til Føroya. Til-
søgnin var galdandi til 31.
desember. Vid henni i
hondini keyptu teir Frøya-
nes 11. desember. Og
sjålvandi kunnu vit binda
okkum figgjarliga vid eini
tilsøgn frå landsstyrinum i
hondini, sigur hann. Tad
hildu norski reidarin og
norski bankin eisini og ti
kom keypið í lag, sigur
reiðarin í Miðvági
ering og skráseting, og tað
er ofta ringt at áseta dagin
og tíman nágreiniliga fyr
ti
Hann sigur, at Fróyane
er í løtuni inni í Noregi, har
ivretoir fyri seinastu
hann
ferð
Síðani kemur hann til
Føroyar, her hann skuld
verið næsta vikuskiftið, un
alt gongur sum ætlað
Eigaravidurskiftini eru
í lagi
Annars sigur Tummas Jac-
ob á Løgmansbø, at eigara
viðurskiftini i Fróyanesi av
gjørt lúka treytirnar í før
oyskari lóg, tí tað hava teir
1avt sakførara at tryggja
sær
— Avtalan er so, at tad ber
undir ongum umstødum til
ljá noråmonnum at stýra
okkum. Avgerðarrætturin
og styringin er å føroyskum
10ndum. Tað stendur i við-
tókunum, at vit skulu vera
samdir um broytingar, og
tað dugi eg onki negativt at
síggja í.
At møguligt vinningsbýt-
ið ikki verður latið eftir
partapengunum, men eftir
ábyrgdareninginum sær
hann onki legið i.
— Ein og hvgr, sum setir
pengar í eina ætlan, vil
sjálvandi royna at tryggja
sær, at hann fær nakað aft-
urfyri iløguna.
— Annars verður ongin í-
lóga gjørd, so einfalt er tað,
sigur hann. Men tað skal
ganga óvanliga gott, áðrenn
nakað verður at býta sundur
imillum eigararnar.
Hann leggur afturat, at tað
er neyðin, sum drívur teir
til Noregs eftir fígging, tí
tað fæst ikki fígging í Før-
oyum og so er neyðugt at
royna okkurt nýtt.
Fara lúkst á heysin
Tummas Jacob á Løgmans-
bø dugir í løtuni slett ikki
at hugmynda sær avleiðing-
ar um tann bumban, sum nú
liggur og lúrir, brestur, og
landsstýrið tekur tilsøgnina
aftur og noktar bátinum at
koma í flotan.
— Tá fyriliggur ein heilt
nýggj stóða, sum vit mugu
taka stóðu til tá, um tað
kemur so langt, sigur hann.
Men hann sigur, at tað er
so í øllum fórum greitt, at
sjálvir fara teir lúkst á heys-
in.
Hverjar avleiðingar tað
fær fyri felagið í Noregi,
sum hevur selt teimum bát-
in, veit hann heldur ikki.
Men manningin á bátin-
um er søgd upp, tí hann er
seldur til Føroyar, sigur
Tummas Jacob á Løgmans-
bø.