Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-02-04, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. februar 1999síða 7

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 23 — 4. FEBRUAR 1999 Saur 7 I ET EDESSEDEMET tíðindablaðið Jógvan í Lon Jacobsen, formaður í Føroysku Målnevndini: | Kunningartøknin bidar ikki eftir politikarunum - Vilja politikararnir ikki jåtta tann neyduga peningin til arbeidid hjå Før- oysku Målnevndini, fáa vit ikki røkt okkara uppgávur til litar, og so er spurn- ingurin, hvat gagn ein almenn målnevnd ger, sigur Jógvan í Lon Jacobsen Signar á Brúnni, landsstýrismaður í mentamálum: Málnevndin eigur og skal við vera Í menningini | | | Limirnir í Føroysku Málneyndini eru Randi Jacobsen, Katrin Næs, Annfi Henriksen TURIÐ KJøLBRO Tá id vit hugsa um tær stóru upphæddirnar, ið eru uppi og venda í politiska orða- skiftinum, kann tað virka ikki sørt óskiljandi, at Før- oyska Målnevndin ikki kann fáa nakað afturat teim- um 280.000 krónunum henni er jåttad å løgtings- fíggjarlógini í ár. Arbeiðs- uppgávurnar hjá nevndini eru stórar, men jåttanin røkkur ikki til annað enn løn, fastar útreiðslur og til nøkur Ordafør árliga. - Vit søktu um hægri jåttan fyri f år. Ilt er seta nakað åvist krónutal, men játtanin má standa í mun uppgávurnar hjá nevndini. Vilja politikararnir ikki játta tann neyðuga peningin til hetta arbeiðið, fær mál- nevndin ikki røkt sínar upp- gávur til lítar, og so er spurningurin, hvat gagn ein almenn málneyvnd ger. Kunningartøknin bíðar ikki eftir svari frá teimum før- oysku politikarunum. Har hendir alt við rúkandi ferð, sigur Jógvan í Lon Jacob- sen, formaður í Føroysku Målnevndini. Tað er serliga KT- økid, sum målnevndin ikki fær røkt nóg væl. Hon hevur ætlanir um at gera tilfar teldutøkt og fáa lagt út á netið. Tað vil siga upp- lýsingar um målnevndina, orðafar, ritini hjá målnevnd- ini, orðasavnið og tílíkt, umframt at fáa gjørt eina heimasíðu. - At vera á internetinum er neyðugt í dag, tí tað er tann vegin tey flestu sam- skifta bæði føroyingar og ikki minst útlendingar. Og tað verður upp aftur meira í framtíðini. Tilfar á netinum kann vera góð reklama hjá útlendingum fyri Føroyum. Fakorðanevndir Tað er eitt gamalt ynski hjá Málnevndini at fáa sett fak- orðanevndir innan ymisk øki, til dómis innan tøkni, læknafrødi, byggivinnu, skipasmíð, ítrótt og annað. - Men eingin ger nakað fyri einki, tí hevdi verið gott um Málnevndin kundi gold- ið fyri at fingið slíkt arbeiði gjørt. Vit kundu somuleiðis hugsað okkum at fingið skipaða málsliga ráðgeving út í fjølmidlarnar. Vit mega gera Målnevndina meira sjónliga í føroyska samfe- lagnum. Tí hon hevur eina missión og hon skal út á ein slíkan hátt, at hon er flestum at gagni upp á besta máta, sigur Jógvan í Lon Jacob- sen. Av ti at Føroyska Mál- nevndin hevur so avmark- aða orku er målsliga sam- arbeiðið við norðurlendskar stovnar av tí sama avmark- að. Ikki nøktandi Í samrødu í blaðnum í dag sigur landsstýrismaðurin í undirvísingar- og menta- málum, Signar á Brúnni, at hann skilir ynskini hjá Mál- nevndini og at hann til kom- andi fíggjarlóg vil steingja å at fåa til vega størri jåttan til Målnevndina. - Tad er ikki nøktandi svar. Ég haldi, at tað er undarlig raðfesting ikki at kunna veita målnevndini einar 200.000 kr. afturat, tå id hugsad verdur um ta nnur í Skála, Jógvan í Lon Jacobsen og Jeffrei stóru málsligu avbjóðing, sum fer fram í løtuni við at tad enska målårinid er so ovurhonds stórt innan hetta tøknifrødiliga økid. 200.000 krónur kunnu gera undur- verk í okkara verð. - Eitt fáment mál er sjálv- andi lættari at ávirka enn eitt fjølment mál. Tey fjølmentu málini eru á varðhaldi fyri tí enska vandanum, og tí eru tað upp aftur stórri áneyðir hjá okkum. Vit mugu ikki sleppa endanum og lata standa til. Vit mugu royna at gera nakað við td. terminolog'ina á internet- inum - har chatta tey og surfa tey og hvat veit eg. 170 mill. krónur skulu brúk- ast til nýtt vaktarskip, 130 mill. til undirsjóvartunlar, løgtingsmannalønir verða hækkaðar, og tað kostar tí almenna 108 mill. at flyta landsumsitingina. Vit mugu ongantíð seta okkum afturá og siga, at nú er komið á mál, tí tað er ongantíð kom- ið á mál við slíkum arbeiði. Tað er støðugt, sigur Jógvan í Lon Jacobsen. - Nettupp í hesum teldutíðum eiga vit at stimbra fóroyska málið, tað kann vera við sviðusoð í hesi skjótu menningini. Tað verður trupult at fáa eina stórri játtan til målnevndina í hesum figgjarårinum, men næsta ár eigur hon at fáa eina stórri játtan, sigur Signar á Brúnni. Signar á Brúnni, landsstýrismaður í undirvísingar- og mentamálum, vil arbeiða fyri at hækka játtanina til Føroysku Málneyndina í komandi fíggjarlóg TURIÐ KJØLBRO Játtanin á løgtingsfiggjar- lógini til Føroysku Mål- nevndina er ov lítil og tí fær hon ikki rgkt arbeiðsupp- gávurnar henni eru tillut- aðar. Nevndin, sum er mál- røktar- og målverndarstovn- ur, og skal geva landsstovn- um og almenningi råd og upplysing f spurningum um føroyskt mål, hevur alt og lítið av peningi at arbeiða við, og jåttanin, sum i løtuni er umleið 280.000 krónur røkkur ikki til annað enn løn, fastar útreiðslur og til nøkur Ordafør árliga. Síðsta leygardag vístu vit í blaðnum til nýggjársynsk- ið hjá målnevndini, sum er at fáa nóg mikið av peningi til at hon fær møguleika at koma við í KT-menningina. Tað vil siga fær eina heima- síðu, fær lagt tilfar út á netið, fær gjørt ordasavnid teldutøkt og dagført tað so hvert, so nevndin fær lokið tey krøv, sum brúkarin set- ur. Målnevndin kundi eisini hugsað sær at givið Orðafar út í stórri og meira nútímans sniði. - Føroyska Målnevndin, sum átti at verið rossið, ið dró vognin, fær ikki eitt klovið oyra til kunningar- tøkni, og er tí afturúrsigld í tøknifrødiligu menningini, sigur målnevndin í seinasta Orðafari. Landsstýrismað- urin við ábyrgd fyri mál- nevndini, Signar á Brúnni, er púra samdur við mál- nevndini, og lovar, at hann vil ganga igjøgnum ynskini frá nevndini og hyggja nærri at teimum. - Vit eiga at stuðla og styrkja målnevndina, men tað sum alt botnar í er at fáa fígging til vega. Målsøkid eg umsiti er einasta gkið, sum fekk hægri játtan í fíggjarlógini, ið nú er í gildi, og tað er kastað mær fyri. Nettupp í hesum teldutíðum eiga vit at stimbra føroyska málið, tað kann vera við sviðusoð í hesi skjótu menningini. Målnevndin eigur, skal og má vera við í menningini innan kunning- artøkni. Men so er spurn- ingurin, hvussu nógv mål- nevndin skal hava afturat fyri at kunna gera tad, hon hevur i hyggju. Vit eru longu farin í holt við at ar- beiða við komandi fíggjar- lóg og vit eiga at fáa eina stórri jåttan til målnevndina á fíggjarlógini fyri ár 2000. Tað verður trupult at fáa eina størri jåttan til mál- nevndina í hesum fíggjar- árinum, sigur Signar á Brúnni. Landsstýrið hevur játtað nógvan pening til kunning- artøkni eitt nú í fólkaskúl- anum, KT-depil er settur á stovn og annað. Hví hevur ikki verið hugsað um mál- nevndina? - Vit hava kastað okkum yvir fólkaskúlan burturav, og tað hevur verið ein kampur at røkka málinum at fáa eina hægri játtan. So fáast ikki hægri játtanir á hesum sinni til onnur gki innan mítt målsøki. Ikki tí at eg ikki raðfesti teirra ar- beiði og uppgávur, men fólkaskúlin mátti og skuldi hava pening til kunningar- tøkni, sigur Signar á Brúnni.