hósdagur 4. februar 1999síða 11
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 23 — 4. FEBRUAR 1999
tíðindablaðið :
John P. Danielsen, formaður í Fíggingargrunninum:
Rættast
— Eg eri komin til
ta niðurstóðu, at
tað er rættari at
grunnurin sum
frálíður selur síni
partabrøv, m.a.
fyri at ein stórri
skari av Føroya
fólki skal fáa
áhuga og
ávirkan, eins og
medvit fyri einum
kapitalmarknaði í
Føroyum, sigur
nýggi formaðurin
Nýggja nevndin í Figging
argrunninum. Vinstrumeg-
in siggjast: Niels Sør
ensen, Hildur Gunnars-
dóttir, Eydhild Skaalum,
Eyðfinn Færð og John P.
DAGNY JOENSEN
JENS KR. VANG
Fíggingargrunnurin er nú
føroyskur burturav, og hann
eigur frameftir flestu parta-
brøvini i Føroya Banka.
Tysdagin valdi nyggja
nevndin í figgingargrunni-
num í felag fimta nevndar-
limin. Tað er Niels Søren-
sen, stjóri í Føroya Kolvet-
ni.
1. januar í ár vóru við-
tøkurar fyri grunnin broytt-
ar. Aður var galdandi, at
danska stjórnin valdi tríggj-
ar nevndarlimir og Lands-
stýrið tveir. Nú velur Lands-
stýrið fýra limir, sum síðani
í felag velja fimta limin.
John P. Danielsen, fíggj-
arstjóri, er formaður. Hinir
nevndarlimirnir eru: Eyð-
hild Skaalum, advokatur,
Eyðfinn Færg, roknskapar-
leiðari, Hildur Gunnarsdótt-
ir, bókhaldari og Niels Sør-
ensen, stjóri.
Vinnurekandi grunnur
Fundurin týsdagin skuldi
velja fimta limin í nevnd-
ini, samstundis sum grunn-
urin skuldi avgreiða um-
sókn um skráseting sum
vinnurekandi grunnur
Spurdur, hví neyndin júst
valdi Niels Sørensen, ið
vinnuliv fóru fram í kreppu
árunum, sigur John P. Dan
ielsen
- Tað stendur í viðtøku
num, tá talan er um vinnu-
rekandi grunnar, at nevnd-
arlimir eiga ikki at vera
heftir av stovnarunum. Tá
vit heldur ikki hildu tað vera
skilagott at velja nevndar
limir sum arbeiða í banka
og sparikassa, varð Niels
Sørensen, stjóri, millum
evnini, sum lúkaðu treyt-
irnar. Hann er útbúgvin HA
í Danmark, umframt at hann
hevur universitetsútbúgving
innan vinnulívsgkið í Bret-
landi, sigur John P Daniel-
sen, sum eisini var nevndar-
limur í gomlu nevndini.
Fylgja við gongdin
Komandi virksemið í figg-
ingargrunninum verður at
fylgja væl við at parta-
brøvini í grunnunum hava
tað virðið tey eiga at hava,
og at hava eftirlit við at
raksturin í Føroya Banka er
f lagi, eins og at fylgja vid
búskapargongdini í samfel-
agnum, sigur John P Dan-
ielsen, sum eisini ger vart
við at grunnurin hevur eitt
rættarmál í Danmark móti
Den Danske Bank, og at
grunnurin eisini skal fylgja
við gongdini har.
Higartil hevur formaðurin
í grunninum verið dani, og
tí hevur skrivstova og
skjalasavn verið í Danmark,
har ein skrivari arbeiddi
hålva tíð. Í Føroyum hevur
Nevndararbeidid heldur
fram sum higartil, tó at nú
eru allir nevndarlimir
føroyingar, eins og
Landsstýrið velur limirnar
eisini verið skrivari. Tað er
Bjarni Olsen, stjóri á Hag-
stovuni, og hann er fram-
eftir eisini skrivari í grunn-
inum.
Nú er skrivstovan í Dan-
mark latin aftur, men av tí
at skjalasavnið ikki er flutt
heim til Føroya, hevur dans-
ki skrivarin umsjón við hes-
um enn.
Nú verður farið undir at
finna hóskandi hølir til
skjalasavnið hjá grunninum
í Føroyum, men hetta verð-
ur ikki skrivstova, sum
verður opin fyri almenning-
ium, sigur John P. Daniel-
sen.
Fara undir privati-
seringsprosessina
— Verður í næstum farið
undir at privatisera bank-
an?
— Eg var við í arbeiðs-
bólki, sum í 1997 skrivaði
álit um at privatisera bank-
an.
Í avtaluni frá 3. november
1995 millum Landsstýrið
og donsku stjórina var m.a.
nevnt, at figgingargrunnurin
skuldi selja partabrøvini so
hvørt sum fråleid, og grunn-
urin setti tí arbeiðsbólk í
1997. Alitið frá arbeiðs-
bólkinum vísir á, hvussu
bankin kann privatiserast.
Tað sigur m.a. at ansast skal
eftir, at ikki ov nógv parta-
brøv verða seld í senn, og
at tey ikki eiga at verða á
ov fáum hondum, eins og
ansast skal eftir, at ikki meir
enn åvist tal av partabr øvum
kunnu fara á útlendskar
hendur.
— Eg haldi, at vit eiga at
fara undir privatiserings-
prosessina, men vit eiga at
fara varliga fram, við t.d. at
selja 10 - 15 pst. av parta-
brøvum í smáum, og at
broyta vidtøkurnar soleiðis,
at ein persónur bert kann
eiga ávíst tal av partabrøv-
um o.s.fr, fyri at Føroya
Banki skal fáa so breiðan
eigaraskara sum til ber.
2
privatisera bankan
fíggingargrunnurin
|
- Eg haldi, at figgingar-
grunnurin sum frálíður eig-
ur at selja partabrøvini, so
øll fáa lut í bankanum
Eiga ikki øll bankan tå
eigur
hann?
— Eg eri komin til ta nið-
urstødu, at tað er rættari at
grunnurin sum frálíður selur
síni partabrøv m.a. fyri at
ein stórri skari av Føroya
fólki skal fáa ábyrgd og á-
virkan, eisini fyri at fáa
medvit fyri einum kapital-
marknaði í Føroyum, sigur
John P. Danielsen.