hósdagur 4. februar 1999síða 16
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
16
tíðindablaðið
Tá landgrunnsmarkið millum Føroyar og Bretland kemur uppá pláss:
Ein spildurnýgg) tid
pg i Føroyum
Tå markið kemur uppá pláss byrjar ein nýggj tíð í Føroyum, Tá fer tað at snúgva seg um møguliga tilfeingi okkara í
undirgrundini oljuna. Og tå ætla vit at lata upp dyrnar fyri bæði bretum, norðmonnum, dónum og óðrum, sum vilja
gera ílogur her sigur Eyðun Elttør, landsstýrismaður í oljumálum. Hann viðgongur, at tað hevur gingið seinni, enn
men heldur kortini, at bíðitíðin hevur verið sunn og góð fyri okkum. Hon hevur givið førovingum møguleikan
at lata tingini sodna og harvið betur kunna fyrireika seg til komandi útviklingin. Nú markið er um at koma uppá pláss
tekur tann annars sera tigandi Eyðun Elttør blaðið frá munninum.
Marknaosemjan við bretar
) Elttør viðgongur.
) er ikki
na lands-
e tað núverandi - við
reiðari undirtøku frá and-
stødun: - hava lagt stóra á-
herðslu á at rudda slóð fyri
eini loysn í marknamálin-
um, áðrenn spónurin varð
settur í eitt leitiskeið á for-
oyska landgrunninum.
Men nú mangt tykist
benda á. at vit eru nær eini
n. heldur andsstýris-
Muri oljumálum seg
betur til at svara spurning-
um og greiða frá støduni í
hesum stóra og týðandi
máli. -Eg vóni. og tað er
mítt ynski. at vit á Olju-
kunnu vera
framtíðini
fyristtingini
meira opnir í
Tók við í mai
Tað hava verið røddir
frammi í flokkunum um, at
tað var óneyðugt at seta ein
landsstýrismann í oljumál-
um burturav. tá landsstýrið
varð skipað fyri skjótt ein-
um ári síðani. Nú markna-
trætan hevur havt fyrsta
prioritet, og landsstyris-
maðurin i oljumálum harvið
líkasum hevur verið í eini
bidistødu spurdu vit Eyðun
Elttør, um hann ikki harvið
hevur sitið til fánýtis í hes-
um starvi!
-Tað havi eg avgjørt ikki
Eg havi brúkt tíðina til at
kunna meg við hetta nýggja
g stóra økid og
eva tíð saman
havi brúkt
við mínum
embætistólkr á oljufyrisit
Ingi Tað h ) eisini
verið nóg »peåvur í
sambandi við at umboða
Foro ótvegis oljufeløg
ac et
num eg naldi
evil okkum
ippá longri sikt. Eydun
Elttø eldur fl S
} le I 10 }
eyði o yo C i
Se ut I
ein ti
] N
Innars
() si € 8
at FOIKiNi NOT era
tann neyðuga kunnleik
an. so eigur eisini ein lands-
stýrismi iður at vera væl
kunnaður. -Henda tíðin hex
ir so avgjørt ikki verið til
fánýtis. Hon hevur verið
sera lærurík og góð fyri meg
og fer nú at vera góð ball: ist,
tå vit skulu til at seta hol å
útbjóðingina og aðrar fyri-
reikingar. Við at gera oljuna
til sersakt målsøki hevur tú
eisini lyft hesa framtíðar
vinnuna uppá á eitt hægri
stødi, har hon eigur at
verða.
Serstakt stýri
Tað er so eisini í hesum
sambandi. at miðjað hevur
verið móti at fáa oljuna
burtur úr Vinnumálastýri-
num og gera eina deild ella
direktorat, sum burturav
umsitur oljumål. Eyðun
Elttør er varin. tá nomið
verður við henda spurn-
ingin. Sambart ætlaða al-
menna bygnaðin skuldu
oljumál í hvussu er at byrja
við vera partur av Vinnu-
málastýrinum og so skuldi
ein seinni, tá stórri virksemi
hevði tikið seg upp, skipa
oljuna í sjålvstødugt stýri.
Men eftir øllum at dóma
hevur Eyðun Elttør mett, at
tann stundin longu er kom-
in, og hevur hann tí eisini
húsast undir somu lon sum
Oljufyrisitingin nú í longri
tíð. -Tað er her eg sum
landsstýrismaður = hoyri
heima, saman við teimum
mongu fólkunum, sum dag
og dagliga arbeiða við olju-
málum. Eyðun Elttør váttar,
at hann hevur givið til kenn-
ar, at tað er neyðugt, at tað
verður arbeitt sjálvstóðugt
við oljumálum á sjálvari
Oljufyrisitingini.
Landsstýrismaðurin sig-
ur, at tað fer ikki at ganga
so nógv tíð til, at teir verða
eitt sjálv støðugt stýri uttan
nakað tilknýti til Vinnu-
málastýrið.
Hann vísir á, at tað skjótt
fer at verða boðið út til leit-
ing. og tá verður helst eisini
neyðugt at fáa serkøn fólk
uttanífrá til at leggja okkum
lag á. -Eg leggi stóran dent
á, at alt virksemi, sum hevur
við oljuna at gera, ikki bert
verður ein partur av øðrum
virksemi her í landinum. Vit
Skulu jú umsita eitt tilfeingi.
og eg dug! ikki at síggja tað
neyðuga í, at hetta skal
verða partur av einum stýri,
sum umsitur onnur vinnu-
mál. Tað er tørvur á, at hetta
verður eitt stýri fyri seg.
Hitti Battle í
Stavanger
Hóast Eyðun Elttør ikki
hevur havt nakað beinleiðis
við marknatrætuna við bret-
ar at gera, so vónar hann
kortini, at fundurin hann
hevði við enska starvs-
bróðurin, John Battle, í Sta-
vanger í fjør, var við til at
fáa loyst upp fyri markna-
málinum, sum var vorðið
fastlæst.
-Eg ivist ikki í, at tann
fundurin hevur ikki drigið
frá, men hevur heldur lagt
aftrat til okkara fyrimun.
Saman við embætis-
monnum frá Oljufyrisiting-
ini, sum eisini eru partur av
føroysku nevndini, ið sam-
ráðist um markið - og í full-
ari semju við løgmann -
gjørdi Eyðun Elttør tí bret-
ska orkumálaráðharranum
greitt, hví føroyingar stóðu
so fast við miðlinjuprin-
sippið, og soleingi bretar
ikki vildu góðtaka hetta, fór
neyvan nakað at henda, og
tað vildi so aftur hava við
sær, at eitt annars áhugavert
oljuøki fór at liggja Grørt í
mong mong ár aftrat.
Her hittust tveir ráðharrar,
har hvørkin hevði beinleiðis
ábyrgdina av málinum,
men har báðir høvdu ein
felags áhuga í, at málið
bleiv loyst.
Samstarv við bretar
Tá endalig semja verður
gjórd um markið. verður
tørvur beinanvegin á sam-
starvi við bretar á nógvum
økjum. Talan er jú um at
seta gongd á eina leiting í
einum lutvist ókendum oki.
har bretar og føroyingar eru
næstu grannar. Verða t.d.
funnin oljufelt, sum ganga
tvørturum markið, so verð-
ur neyðugt við greiðum av-
talum á tí økinum, og eisini
kann hugsast. at bretar
kunnu rætta føroyingum
eina hjálpandi hond í sam-
bandi við fyrstu føroysku
útbjóðingina. Hetta er nak-
að, sum als ikki er fremmant
fyri Eyðun Elttør, og er tað
ikki óhugsandi, at báðir
oljumálaráðharrarnir fara at
hittast aftur. -Tað haldi eg
er vert at umhugsa leggur
Eyðun Elttør aftrat og vísir
á, at tað eru komnar rætti-
liga itøkiliga ábendingar frá
bretum um, at teir eru sinn-
aðir til at bjóða okkum at
vera við, tá teir fara at leggja
eina útbjóðing til rættis í
økinum. So tað ræður um
at kunna troyta teir sam-
starvsmøguleikar, sum eru
ikki bert við bretar, men
eisini við bæði norðmenn
og danir á oljugkinum.
-Tá markið er komið upp-
á pláss byrjar ein spild-
urnýggj tíð í Føroyum. Tá
er tað oljan, tað snýr seg
um. Vit ætla tá at opna dyrn-
ar fyri bæði bretum, døn-
um, norðmonnum og øØr-
Eyðun Elttør. landsstýris-
maður í olju- og umhvørv-
ismálum heldur ikki bíði-
tíðin hevur verið til
fánýtis. Førovingar hava
kunnað brúkt tíðina at lata
málið sodna betur.
um, sum vilja vera við til at
leita eftir olju og gassi á
landgrunninum.
Oljuprísir og Føroyar
At markið kemur uppá pláss
er gott fyri okkum, men
lágu oljuprísirnir toga so
hinvegin. Tað eru tey, sum
halda, at oljuleiting við Før-
oyar hevur onga framtíð í
løtuni og tað besta vildi ver-
ið bara at bíðað til betri tíð-
ir!
Eyðun Elttør vísir til, at
vit við lóggávuni frá 1993
hava sett út í kortið og hava
fyrireikað bæði okkum
sjálvi og oljuídnaðin uppá,
at vit skulu í gongd við
veruligar oljuleitingar. Tað
eru gjørdar iløgur í milli-
ardaklassanum å føroyaøki-
num, sum neyvan nakar
ynskir skulu fara fyri skeyti.
Vit hava so eisini sagt frå,
at ein útbjóðing verður so
skjótt hon er klár. Hetta er
alt í tråd við løgtingssam-
tyktina, og tad er einki, sum
sigur nakað annað.
se