Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-02-05, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. februar 1999síða 3

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 24 — 5. FEBRUAR 1999 tíðindablaðið SOS MFM 3 Ein og hvor fekk loyniorð Mikudagin bar til hjá einum og Í hvørjum at fáa fatur á loyniligum ' loyniorðum hjá óðrum. Á henda hátt ber til at ringja upp til internetið - | upp á rokning hjá óðrum ; EIRIKUR LINDENSKON at fáa tað B Hesum hava fleiri gjørt H Tað loyniliga loyniorðið, sær dælt av jø sum kundarnir hjå Føroya Tele skulu hava fyri at sleppa á internetið - var ikki so loyniligt mikudagin, sum tað átti at verið. Fyri at kunna ringja upp til internetið, so krevst, at tú hevur eitt loyniorð. Hev- ur tú hetta loyniorðið. so sleppur tú inn á internetið hverja telefon tú enn nýtir hóast tú brúkar telefonina hjá onkrum øðrum. Fær onkur annar fatur á tínum loyniordi, so kann hann brúka internetið so galið hann vil — og tú slepp ur at gjalda. Tað er hetta. sum nú er hent. Foroya Tele hevur havt stórar trupulleikar av int- ernetinum, sum hevur virk- að illa seinastu tíðina. Í síðstu viku varð sagt, at int- ernetið var í lagi aftur týs- dagin 2. februar Mikudagin hoyrdist lýs- ing í útvarpinum um, at allir brúkarar av internetinum skuldu hava nýtt loyniorð og at teir. sum ikki fingu tað við postinum mikudag- in, bara kundu ringja 303030 til Føroya Tele fyri Her á blaðnum fingu vit ikki okkara loyniorð fyrr enn hósmorgunin, tískil máttu vit ringja til Føroya Tele fyri at fáa loyniorðið. Men mikukvøldid gjørd- ust vit ikki sørt skakkir å blaðnum, tá lesari ringdi til okkum, og upplýsti okkara loyniorð Eftir at vera gjørdir var ugir við hetta, fóru vit at kanna málið. Ringt var til Føroya Tele á telefon 303030, og har fingu vit tey loyniorð, vit bóðu um, loyn iorð hjá samstarvsfeløgum - og kappingarneytum - utt- an at spurt varð um nakra váttan ella um navn Sosialurin hevur eisini frætt, at fleiri onnur hava fingið útflýggjað loyniorð, tey ikki eiga, uttan at Før- oya Tele hevur tryggjað sær, at tað er rætti persónurin, sum ringt hevur. Hatta svarar til. at ein og hver bara kann ringja til peningastovnin og fáa út- flýggja PIN-kotur til kred- ittkort hjá ørðum. helt ein lesari okkara fyri. Og nakað kann nógv kann vera um tað. Á Sosi- num at hitta alinum vita vit við vissu, at óviðkomandi hava- brúkt okkara loyniorð, sum tey hava fingið útflýggjað frá Føroya Tele á telefon 303030 Sosialurin royndi í allan gjár at fáa fatur á onkrum á Føroya Tele, sum kundi greiða okkum frá hesum, men hóast roynt varð frá morgunstundini - til blaðið fór í pressuna, so var eingin Ju Páll Viberg Joensen, leiðari á Internetdeildini hjá Føroya Tele. Hósdagin var eingin av deildarleidaru at hitta - allir leiðarar sótu á fundi Vit fingu kortini nýtt loyniorð, sum vit vóna ikki verður útflýggjað nøkrum óviðkomandi - og vit hava ersini frætt - hóast hetta ikki er váttað - at Føroya Tele ikki fer at skriva rokningar fyri hetta mistakið Men heldur ikki hetta fingu vit váttað - og tí venda vit aftur til málið. Eysturevropeisku skjala- goymslurnar kannast Síðan jarntjaldið fall, hava søgufrødingar havt atgongd til fyrrverandi loynilig hernadarskjøl eyst- anfyri. Hesir hava avdúkað mangt áhugavert um leiklutin hjá Warzawasamgonguni í vesturheimi- num í ártíggju. Hetta eru viðurskifti, sum aðrastaðni hava stóran almennan áhuga, sigur Bjarni Djurholm m.a. í viðmerkingum sínum til fyrispurning, har hann spyr løgmann, um ætlanin eisini er at kanna sovjetsku åvirkanina í Føroyum ÓLAVUR i Berti Bjarni Djurholm vil hava at vita frá løgmanni, um løg- maður fer at mæla lands- stýrinum til at víðka kann- ingina í amerikonsku skjal- agoymslunum eisini at fevna um skjól í eystureu- ropeisku skjalagoymslu- num um sovjetsku ávirkan- ina í Føroyuum undir kalda krígnum? Fyri at tryggja javnvåg í søgufatan føroy- inga at gera kanningar i eystureuropeisku skjala- goymslunum um sovjetsku ætlanirnar vid føroyskum land- og sjéøki og møguliga hugsjónarliga ávirkan í Før- oyum undir kalda krignum? Og í triðja lagi at mæla løg- tinginum til at játta pening til kanningararbeiðið? Í viðmerkingunum til fyr- ispurningin, sigur Bjarni Djurholm, at kalda kríggið millum stórveldini merkti í stóran mun politisku hug- sjónirnar í løndunum kring allan heim. Hóast fjøldin av føroyingum tá eins og nú styðjaði ta demokratisku hugsjónina, sum varð vard av vesturlendska verjufel- agsskapinum, var sjónligt, at eisini her á landi vóru tað tey, sum lótu seg tóla av politisku skipanini handan jarntjaldið. — Nú rekist fyri, at kann- ingin í amerikansku skjala- goymslunum um stødu Før- oya undir kalda krignum, er um at vera liðug. Lýsa heildina — Tá løgtingið avráddi at fáa innlit í amerikonsk skjól um Føroyar undir kalda krig- num, so eiga vit sjálvsagt at fáa lýst heildina í stór- politisku viðurskiftunum, sum sermerkti skilnaðin millum hugsjónarliga hug- burðin millum manna, og fáa kannað, hvørjar ætlanir eystureuropeiska hernaðar- samgongan hevði við okk- ara land- og sjógki, og uni samgongan royndi at ávirka føroyingar og føroyskar fel- agsskapir at virka samsvar- andi teimum ætlanum og hugsjónum, henda hernað- arsamgonga hevði á okkara leiðum. Síðan jarntjaldið fall, hava søgufrødingar havt at- gongd til fyrrverandi loyn- ilig hernadarskjøl eystan- fyri. Hesir hava avdúkað mangt áhugavert um leik- lutin hjá Warzawasamgong- uni í vesturheiminum í ár- tíggju. Hetta eru viðurskifti, sum aðrastaðni hava stóran almennan áhuga. Tað er tí sjálvsagt, við atliti at heimiligu viðurskift- unum og søgufatanini, at troyta henda kanningar- møguleika og gera skjala- kanningar í eystureurope isku skjalagoymslunum, sum í minsta lagi eru ájavnt við tær kanningar, sum gjørdar eru í amerikonsku skjalagoymslunum. Spurt fyrr Og Bjarni Djurholm vísir til fyrispurning til táverandi løgmann í 1997. Í svarinum staðfestir løgmaður, at em- bætismannaneyndin, sum gjørdi arbeiðssetingin til skjalakanningina i USA. heldur, „at ein slik kanning heyði verið áhugaverd, men mælir frá at gera kanningina samstundis við kanningini í amerikonsku skjala- goymslunum. Nevndin heldur, tað vera best at gera sær nakrar royndir av kann- ingini í amerikonskum skjalagoymslum, áðrenn farið verður undir aðrar kanningar av tílíkum slagi.“ — Nú nevnda kanning er um at vera liðug, verður løgmaður biðin um at greiða frá, um arbeiðið fer at halda fram í skjala- goymslunum eystanfyri, sigur Bjarni Djurholm at enda í sínum fyrispurningi.. 6 Registreret bruger í Navn dima á Adgangskode | #0000000 5 Remote Access oe Registreret bruger 2 bæst Navn: |farodane Adgangskode | es900000 Remote Access 6 Registreret bruger ø] Gæst Navn: |sansiri Adgangskode | eseseese ag Husk kode Status Tilsluttet med Tilsluttet Tidsrum Tid tilbage | ing = HE j Her eru nøkur av virkjunum, hvors loyniorð Sosialurin fekk útflýggjað mikudagin - og tískil kundu vit ringt til Internetið upp á teirra rokning. Men eftir øllum at døma verður Føroya Tele noytt at strika part av rokningunum Betri Bruktan Bil == Betri Treytir Biligari Prisir 44000 bps <ukendt> 0:20 41 Ubeg nse Send Modtag | Litur Km irg. Prísur = Ford Mondeo 2,0i Ghia Grønur 115.000 94 Nú 128.000 = Ford Mondeo 2,0i Juice 13.000 97 Nú 159.000 = Ford Mondeo 1,8i Gráur 24.000 94 Nú 119.000 = Ford Mondeo 1,8i aircon Aube,gine 58.000 94 Nú 119.000 = Ford Mondeo 2,5V6 Vínreyður 110.000 95 Nú 139.000 = Ford Escort 1,6i Bláur 77.000 95 Nú 99.000 = Ford Escort 1,6i Vinreydur | 39.000 95 Nú 99.000 = Ford Escort 1,6i Bláur 45.000 95 Nú 99.000 = Ford Escort 1,6i Grenur 54.000 95 Nú 99.000 = Ford Orion 1,8 diesel Vínreyður 63.000 95 Nú 118.000 = Ford Maverick 4X4 T/diesel Blåur 20.000 96 Nu 189.000 Nú við 3 års brúktbilagaranti P/f Wenzel Akranesgøta 5 - FO 100 Torshavn - Tlf. 313873 - Fax 311173 Opið er eisini ley 6/2 kl. 10-16