leygardagur 6. februar 1999síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Marknaðardeild:
Abyrgdarblaðstjóri:
Jan Miller Jonhard Hammer
Blaðstjóri: | Dagbjørt S. Hansen
Eirikur Lindenskov. |
Fíggjarleiðari: Blaðfólk:
Internet: www.sosialurin.fo
Fólkafloksfólk, Rúna
Sivertsen og OB
Oddagrein
Øll minnast vit grovu álopini hjá formanni
fólkafloksins á tingi, Óla Breckmann á Al-
mannastovuna og fólkini har arbeiða. Vit
minnast, hvussu hesin ein hin fremsti fólka-
flokspolitikarin gjognum allar tíðir nidurgjørdi,
hådadi, spottadi og vanvirdi starvsfólk, sum
royna at gera sítt ítarsta í sínum so týðandi
arbeiði. Vit minnast eisini, hvussu illa hesi
ósakligu álop komu við hjá partamonnum
OB. sum eisini eru alment lont starvsfólk og
sum m.a. yvirliva av atkvoðum hjá oðrum
alment lontum starvsfólki.
NU hendi tað so aftur. Runa Sivertsen, fólka-
flokskvinna úr Norðoyggjum hevur mín sann
fingið lív í aftur „gomlu“ fólkafloksideologiina
um, at „alt“ alment (við undantaki av tí tú
sjálvur fær gagn av) er av tí ónda. Tað verður
ringt hjá tingkvinnuni at koma afturumaftur
og siga, at fólk hava misskilt seg, at hon má
hava loyvi til at seta fingurin á tað, sum ikki
virkar, uttan at verða úthongd! Tí tað ting-
kvinnan segði á tingsins roðarapalli er
krystallklárt. Tað vísir vanvirðing fyri teimum,
sum arbeiða á almannastovuni og tað sáar
iva um alt tað, sum hesin stovnur stendur
fyri. Tá vit vita, at hesin stovnur umsitur
nærum eina mia. kr. á fíggjarlógini, og so
brúka einstok smá mál sum jarnbrot, so
avdúkar viðkomandi fyri tað fyrsta ein mangl-
andi proportiónssans og harnæst eina ótrú-
liga manglandi virðing av fólki, sum royna at
gera sítt besta í sínum dagliga arbeiði.
BRÆVID frá formanninum í Starvsmanna-
felagnum til løgtingiå sigur alt í hesum máli.
Formaður felagssins ger her sína avgjordu
skyldu mótvegis teimum órættvíst skuldsettu
fólkunum. Tað skal hann hava rós fyri. Hann
vísir eisini á „sagens kerne" og spyr, hví ikki
politikararnir bøta um arbeiðaviðurskiftini og
lóggeva rætt og skilagott heldur enn at brúka
tingsins roðarapall til ógrundað álop og
hunddálkan av starvsfólki í almennari tæn-
astu! Og tað er ikki bert hann, ið eigur rós
fyri greiðu talu síra. Eisini kappingarneytin
á Smyrilsvegi eigur rós fyri oddagreinina
hósdagin. Dimma skrivar „at fólkaflokkurin
er væl á veg at knúsa foroyska vælferðar-
samfelagið, ístaðin fyri at viðgera sosiala
okið við virðing“. Blaðsins beinrakni pennur
kallar úttalilsini hjá RS ógrundað, grunn og
niðursetandi, og rakar harvið seymin á
høvdiå. Fjølmiådlarnir eiga at standa saman,
tå politikarar misbruka sítt vald til at stinga
alment lont starvsfólk í bakið. Eftir stendur
spurningurin: taka fólkafloksfólk undir við
hesi hetz móti almennum starvsfólki?
Sosialurin
Sveinur Tróndarson
Meginfelag teirra Brekaðu í Føroyum:
Yvirlýsing
Dagny Joensen,
Vanligt er at meta um menn-
ingarstødi hjá eini jod út
frá tí, hvussu sosiala stødan
er hjá teimum veikastu í
samfelagsbólkunum í lut-
falli ul samfelagsstøduna
annars. Vit liva í einum av
teimum fáu vælferðarsam-
felogunum í heiminum. har
lógarverkið í almannamál-
um hvílir á 9 fólkatingslóg-
um, har tær týdningarmestu
eru
|. Log um almenna for
sorg
2. Log um fólkapensjón
3. Log um avlamispen-
sjon
og 10 løgtingsløgir, sum
fevna um åvis smærri måls-
øki
MBF hevur síðani stovn-
anina i 1981 roynt at vart
endamálsorðingar felagsins
yvir fyri almennu myndug-
leikum okkara, við m.a. á
logarøkinum at visa, hvussu
neyðugt tað er at skapa
karmarnar hóskiligar. so
eisini tey brekaðu í víðastu
merking kunnu búleikast á
hesum klettum undir mann-
sømiligum korum, og hevur
somuleiðis staðið á varð-
haldi fyri at verja borg. so
viðurskiftini hjá hesum
minnilutabólkum í samfe-
lagi okkara ikki skulu vera
við skerdan lut. Stutt sagt,
MBF hevur lagað mann-
garð um samhaldsfesti í
vælferðarsamfelagnum. Tað
hevur gingið framá øll árini.
tó ikki uttan tógvið stríð og
strev frá ymisku limafeløg-
unum innan MBF, sum hava
ásannað tann veruleika, at
framtíðin ongantíð kemur
av sær sjálvari. Og enn rest-
ar nógv i, til vit kunnu siga,
at vit eru komin upp á eitt
nøktandi = norðurlendskt
stødi.
Men við røttu lógarkarm-
unum hevur hetta oki, sum
er ein av hornasteinunum í
lívinum hjá ollum limaskar-
anum hjá MBF. hóast alt
ligið í lógarfestum ramm-
um. og harvið givið eina
fíggjarliga og rættarliga
trygd hjá hvørjum borgara,
sum hevur tílíkar veitingar
fyri neyðini, og eisini verið
við at tryggja neyðugu
heilsu- og sjúkraviðgerð,
tað verið seg her heima ella
uttanlands.
Men nú broytingar møgu-
liga skulu gerast í stjórnar-
skipanarligu viðurskiftun-
um, óttast limir í felagsskapi
okkara fyri, hvussu hetta fer
at ávirka liviumstøður
teirra. Tí heitir MBF inni-
liga á politikarar okkara um
at bera so í bandi, at karm-
arnir og fastløgdu skipanir-
nar, tað veri seg viðgerð-
ar-, sjúkrahús- og íbúðar-
spurningar v.m. framhald-
Aki Bertholdsen,
Turið Kjølbro
Niclas Johannesen |
Dagfinn Olsen |
John Johannessen
ítróttarskrivari:
Emil L. Jacobsen
andi eiga at vera at vera á
einum nøktandi stødi, sum
sømir seg mentaðu tjóð at
vera.
Vit taka ikki lut í politisku
telvingini um fullveldis-
spurningin, men heita staði-
liga á politikarar okkara um
at hava øll tey brekaðu og
sjúku í samfelagi okkara í
huga. tá ið um framtíðina
ræður. Hetta rokna vit sum
eitt avgjørt minsta krav til
politikararnar.
Við von um at potttiski
myndugleikin skilir støduna
hjá limum okkara, sum ong
antíð kunnu metast út frå
teimum livsmøguleikum,
sum ein fullførur miðal
borgari hevur her á landi.
Hendan áheitan er eisini
vegna tey, sum vegna brek
síni ikki eru før fyri at siga
sína hugsan.
Soleiðis samtykt á um-
bodsrådstundi í MBF tann
7
27. januar 1999.
Føroya Astma/allergifelag
Landsfelagið fyri Autistar
Foroya Blindafelag
Cøliakifelag Føroya
Deyvafelag Føroya
Diabetisfelag Føroya
Epileptikarafelag Foroya
Giktafelag Foroya
Felagið fyri hoyribrekað
í Føroyum
ÍSB, Ítróttasamband
fyri brekað
Morbus Bechtrew
Nýrafelagið
Parkinsonfelagið
Føroya Psoriasisfelag
Sclerosufelagið
Sinnisbati
Spastikarafelagið
Felagið fyri
MBD/DAMP-børn
Lymfødemfelagi0
Myndamenn: Postadr: Postsmoga 76,
110 Tórshavn
Telefon: 311820
| — Telefax. 314720
| e-mail:
postQ sosialurin.fo
Jens Kristian Vang
Alvur Haraldsen
Utgevari, uppseting og prent: |
Sp/f Sosialurin
Bústaður:
Argjavegur 26, Argir
; -
=
á
Tilvildarlig mynd
Ein hjartans tøkk til tykkum oll, sum vístu sam-
kenslu, tá okkara kæri maður, pápi. verpápi og abbi
Sverri Olsen
doyði og varð jarðaður.
Takk til berarar, sangarar, prest og annars oll tykk-
um. sum góvu okkum eina hjálpandi hond. Takk
fyri blómur, kransar og gávur. Takk til starvsfólkið
á E3 og ein hjartans tøkk til starvsfólkið á B8. sum
tóku sær so væl av okkum.
Tordis, Joan, Kaja, Sveinbjørn,
Andrass, Jonna og Helgi
Okkara elskaða mamma, vermamma, omma og
langomma
Ingegerd Liitzen
(Norðradalur)
fødd Søyland, úr Stavanger
búsitandi í Havn
andaðist á Landssjúkrahúsinum 3. februar 89 ára
gomul.
Farið verður úr Landssjúkrahúskapellinum leyg-
ardagin 6. februar kl. 18.00.
Jarðarferðin verður úr Vesturkirkjuni sunnudagin
7. februar kl. 14.00.
Vegna tey avvardandi
Litje, Randi, Øyvind, Geirtrud, Astrid og Ellen
v/ familjum
Tey, ið vilja lata blómur ella krans, kunnu ístaðin
lata eina peningagávu til felagið Javna, konto í
peningastovnunum.