Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-02-06, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 6. februar 1999síða 3

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 25 — 6. FEBRUAR 1999 Høgni Hoydal: Eg luttaki fegin i sakligum kjaki Høgni Hoydal, landstýrismaður, heldur lítið um at gera við- merkingar til úttalisini hjá Óla Jaobsen og Bjórn á Heygum, sum í vikuni hava funnist at landsins leiðslu og fullveldisætlanini. Høgni Hoydal metir úttalilsi teirra sum ógrundaðar pástandir og brigsl, men hann sigur seg fegnan taka lut í sakligum kjaki. - Hugsi ikki, at fólk yvirhøvur tíma at lurta eftir brigsli um hvør gjórdi hvat, ella eftir ógrundaðum pástandum um, at politisk mótstóðufólk vilja oyðileggja ella bróta niður, sigur Høgni Hoydal m.a. í stuttari viðmerking. DAGFINN OLSEN - Eg vil ikki gera vidmerk- ingar til ógrundaðar på- standir og brigsl. Um hin- vegin ætlanir og úrslit landsstýrisins higartil verða vidgjørd kritiskt og grund- gevingar ella alternativar loysnir verða lagdar fram, so skal eg fegin taka lut i einum sakligum ordaskifti, sigur Høgni Hoydal, lands- stýrismaður. Oli Jacobsen tók harliga til orðanna í viðmerking í Sostalinum fyrr í vikuni. Hann metti tað sum gekk fyri seg at vera verk hjá fan- tastum og metti, at vit máttu savnast um eitt nei til full- veldi. Landsins leiðslu sam- -hópin av digitalum møguleikum SN AU] metti Oli Jacobsen vid skip uttan skipara. | Bjørn å Heygum helt Ola taka munnin nakað fullan, men var annars samdur. Hann helt fullveldisætlan- irnar vera utopi og veru- leikafjarar, tí ov lítið itøki- ligt er á borðinum. Men Høgni Hoydal held- ur hesi álop vera ósaklig og ógrundað. Eisini heldur hann tað vera løgið, at slíkt kemur frá monnum, ið júst eru farnir úr politikki og samgongu seinastu 4 árini. - Vert er at leggja til merk- is, at hetta eru úttalilsir frá persónum, sum sjálvir hava sitið í samgongu og við á- byrgdini fyri landinum í 4 ár av tíðindablaðið teimum seinastu 4 árunum og 8 mánaðunum. So tað skuldi borið til at vidgjørt samfelagstrupulleikarnar seriøst, heldur Høgni Hoy- dal. Tað eiga tó eisini at verða onnur enn eg, sum skulu meta um, hvørji mál vórðu rokkin og hvussu politikkur varð førdur í und- anfarnu samgongu å øllum målsøkjum. Og eisini eiga onnur at meta um, hvørji mål eru rokkin f hesi sam- gonguni higartil, f mun til tad, sum samgongan hevur sett sær fyri. Tad skuldi ikki verid trupult at gjørt hetta upp og komið til eina greiða niðurstøðu, sigur Høgni Hoydal. Høgni Hoydal, landstýrismaður, metir útalilsini hjá Ola Jacobsen og Bjørn á Heygum vera ógrundaðar pástandir og brigsl, men sigur seg fegnan luttaka í sakligum orðaskifti Hann er sannførdur um, at bæði fjølmiðlafólk og al- menningurin sjálvi eru før fyri at meta um serigsitetin og sannleiksvirðið í tí, sum verður ført fram, og at seta teir réttu spurningarnar. - Eg eri ikki millum teirra, sum dúva uppá, at fólk eru stuttmint, sigur Høgni Hoy- dal. Aheitan - Annars vil eg enn einaferð inniliga koma vid åheitanini um, at vit ikki enda í hesum evindaligu skotgravarópun- um. Hugsi ikki, at fólk yvir- høvur tíma at lurta eftir brigsli um hvor gjørdi hvat, ella eftir ógrundaðum pá- standum um, at politisk mótstøðufólk vilja oyðileggja ella bróta niður. Tað kunnu vit jú skjótt fylla øll blød og allar fjølmiðlar við í mong ár frameftir, sigur Høgni Hoy- dal. - Eg kann skriva undir uppá. at landsstýrið, sam- gongan og embætisfólkini arbeiða seriøst við at loysa allar aktuellar trupulleikar í føroyska samfelagnum og ikki minst við at leggja tryggar framtíðarkarmar um føroyska samfelagið. Urslit- ini mugu Føroya fólk sjålvi meta um. Og sjálvsagt skulu úrslitini metast í eini heild, tá henda samgongan hevur havt høvi og stundir at seta sínar ætlanir í verk, sigur Høgni Hoydal, landstyris- smaður, i stuttari viðmerk- ing Hann leggur dent å, at málsetningarnir eru greiðir hjá samgonguni og eru lagdir púra opið fram - Um nakar saknar upp- lýsingar, viðmerkingar ella útgreiningar um hetta, eru tey altíð vælkomin at gera vart við seg og venda sær beinleiðis til tey, sum vara av, sigur Høgni Hoydal at enda í viðmerking síni til tað, ið ført hevur verið fram í vikuni mótvegis landsins leiðslu og fullveldisætlan- ini. Nokia digitalur móttakari JR 5 +% 74. trave! - ella keyp eitt sett: Nokia digitalur móttakari, 100 cm skål og LNB høvd | Vit útvega eisini fígging ( hoyr nærri um hetta) rå Vit bjóða okkum eisini at seta parabolar upp ( fyri eyka kostnað) INASTA FREIST >. FEBRUAR! at fáa nýggja DIGITAL parabol útgerð biliga, t.d. bert 4.200,- EL SMS tel 318662 - ING Saltangará tel 448762