leygardagur 6. februar 1999síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
tíðindablaðið
Føroyingar syna Eskild Romme
og Suleskær
Nr. 25 — 6. FEBRUAR 1999
fram i Islandi
Fóroysk listafólk sýna nú fram í Akureyri í Íslandi. Tá synigin
byrjaði handaði borgarstjórin í Havn savnsstjóranum gávu
DAGFINN OLSEN
"sæst nu í Akur
Marius Olsen, Torbjørn Ol-
Trondur Patursson.
Gudrid Poulsen, Ingálvur
av Reyni, Kári Sveinsson
og Tita Vinter.
Rithøvundurin Gunnar
Hoydal hevur i syningar-
skránni hugleiðing um før-
oyska list
Sagt verður, at sýningin
er umboðandi og at her er
moguleiki at síggja nakað
av tí, 10 rørist í føroyska
listalívinum i løtuni
sen,
á ferðini
DAGFINN OLSEN
Havnar Jazzfelag hevur
í hesum døgum vitjan av
Eskild Romme, ið stend-
ur á odda fyri bólkinum
Suleskær.
A ferðini verða fleiri
framførslur. Í gjårkvøld-
ið leiktu teir á Cafe Natur
og f kvøld kl. 23 eru teir
i Mimi. Komandi dagar-
nar leika teir umborð á
Høganesi og eisini i
Norðurlandahúsinum og
onnur stød.
Ikki hoyrist so nógv til
Havnar Jazzfelag fyri
tidina, men liv er i fe-
lagnum. Hetta er fyrsta
åtak felagsins i år, og
vitja
Suleskær og Eskild Romme komu til
Føroya i gjår. Fleiri framførslur verda
Havnar Jazzfelag sigur
seg vænta nógv av hes-
um stavnunum, ið allir
sum ein eru oyggjabúgv-
ar, ella hava verið tað.
Og navnið Eskild
Romme er ikki heilt 6-
kent í føroyska tónleika-
heiminum. Hetta kann
t.d. eisini stadfestast, um
ein hyggur á baksíðuna
á onkrari gamlari venyl
plåtu, ið Tutl hevur givið
út.
Felagið vónar, at til-
tókini við Suleskær
verða væl vitjað og at
spælimans- og fólkatón-
leikahugaði geva ferðini
ans og leita innar at lurta,
har Suleskær spæla.
Fiskimálastýrið leigar fyri
sóð illion um árið
Løgtingid viðgjórdi í gjár fyri spurning frå Dan R. Petersen, sum spurdi um leiguviðurskifti hjá
ymsum aðalstýrinum
EIRIKUR LINDENSKOV
Hvussu nógv gjalda ymsu
aðalstýrini í leiguútreiðsl-
um?
Hendan spurning vil Dan
R. Petersen hava løgmann
at svara, og hann biður um
útgreining av viðurskiftu-
num Þjá Fiskimålastyrinum,
Vinnumálastýrinum og
Undirvísingar- og Menta-
málastýrinum.
Løgmaður svarar, at út-
reiðslurnar hjá Fiskimála-
stýrinum vóru 897.000
krónur áðrenn flytinginga í
bygningin Yviri við Strond.
Hann sigur eisini, at við
flytingini hevur Fiskimála-
stýrið frígivið 261 fermetrar
í Tinganesi. Eingin húsa-
leiga far rindað fyri hesi
hóli. Fiskimálastýrið hevur
keypsrætt upp á ognina Yv-
iri við Strond 17-19 og
keypsprisurin er 14 milli-
ónir krónir og er galdandi
fram til 1. maí 1999
Løgmaður sigur eisini, at
Vinnumálastýrið leigar á
Bryggjubakka og fara
smærri stovnar, sum hoyra
til Vinnumálastýrið at flyta
inn í bygningin í næstum.
Hann viðmerkir, at partur av
leiguútreiðslunum á
Bryggjubakka upp á 84.000
krónur fellur burtur ár 2000.
Um leiguútreiðslurnar hjá
Undirvísingar- og menta-
málastýrinum sigur løg-
maður, at tær fella burtur
seinni í ár. tá stýrið flytur í
Grunnahúsini á Hálsi.
Umfram hetta sigur løg-
maður í svarinum til Dan
R. Petersen, at Stýrið fyri
Toll- og Skattstovuna,
Gjaldstovuna og Hagstovan
høvdu, undan flytingini í
Fíggjarmálastýrið, = eina
leiguútreiðslu íalt upp á
847.378 krónur.
- Hesir stovnar fluttu í
bygningin á Argjum, sum
varð keyptur fyri 11 milli-
ónir kró ur.
— Samanumtikið visa tøl-
ini, at útreiðslurnar eru farn-
ar frá 2.320.172 kr til
1.852.156 krónur um árið.
Hetta er ein munur upp á
468.016 krónur, sigur løg-
maður.
Og hann heldur fram:
Sum nevnt omanfyri.
fella leiguútreiðslurnar hjá
Undirvísingar- og menta-
målastyrinum, á Falkavegi
6. upp á 575.974 kr. og
leiguútreiðslurnar hjá
Vinnumálastýrinum á
Bryggjubakka. upp á
84.000 kr. burtur åvikavist
i år og i år 2000. Samlaðu
leiguútreiðslurnar vera tå
1.192.352 krónur, sigur
løgmaður
Dan R. Petersen vildi
eisini hava løgmann at siga
løgtinginum, hvussu nógvar
fermetrar aðalstýrini leiga.
Til hetta svarar løgmaður:
Fiskimálastýrið 1.332
fermetrar
Vinnumálastýrið 266
Vinnumálastýrið 244
Undirvísingar- og
Mentamálastýrið 871
Dan Petersen spyr eisini
løgmann, hvor tað er, sum
góðkennir leigusåttmålar
hjá tí almenna, og til tað
svarar løgmaður, at tað ger
Fíggjarmálastýrið.
Dan Petersen spyr eisini
løgmann, hvørjar bygningar
landsstyrid eigur, sum i dag
ikki verða brúktir til um-
siting.
— Allir egnaðir bygningar,
sum landsstýrið eigur, verða
í dag nýttir. og tað hevur
verið sera torført at finna
egnaðar bygningar í sam-
bandi við flytingina av mið-
fyrisitingini, sigur løgmad-
ur,
I sambandi vid bygn-
aðarbroytingarnar, = sum
landsstýrið framdi í 1997 og
1998. varð Bryggjubakki
tillutaður Vinnumálastýrin-
um. Tá ið Toll- og Skatt-
stovan flutti út í Albert Hall.
mai 1998, var ætlanin at
flyta Vinnumálastýrið inn í
Bryggjubakka. Játaðar vóru
2 miliónir krónur til end-
amáloið á fíggjarlógini fyri
1998.
Landið eigur ein part av
Bryggjubakka, har Toll- og
Skattstovan hevur hildið til.
Hendan ognin er umleið
250 fermetrar. Umfram
hetta leigaði Toll- og Skatt-
stovan frá Fiskimannafe-
lagnum og Samvinnufe-
lagnum, samanlagt umleið
260 fermetrar. Í sambandi
við flytingina hjá Toll- og
Skattstovuni yvirtók
Vinnumálastýrið hetta
leigumálið. = Samstundis
varð avrátt at gera ávísar
broytingar í hølunum á
Bryggjubakka, áðrenn flyt-
ast kundi inn. Í samráð við
Landsarkitektin var eitt
arkitektavirki biðið um at
gera uppskot til broytingar
í samsvar við tørvin hjá
Vinnumálastýrinum. Í sam-
bandi við hesa viðgerð kom
fram, at pláss var ikki fyri
øllum starvsfólkunum í hes
um bygninginum. og tí leig-
aði Vinnumálastýrið ein
part av bygninginum hjá
Poul Hansen. Samskiftis-
deildin flutti inn í hetta
leigumålid, sumer 140
fermetrar, i juli 1998.
Løgmaður sigur eisini í
svarinum til Dan Petersen,
at játtanin upp á tvær milli-
ónir vísti seg ikki at halda,
og tí legði Vinnumálastýrið
fram eykajáttanaruppskot,
har biðið varð um eyka
tríggjar milliónir krónur.
Uppskotið var havnað av
løgtinginum, og vísast kann
til tilmælid frá figgjar-
neyndini hesum viðvíkj-
andi.
I hesum millumbili varð
tað greitt, at Fiskimálatýrið,
sum skuldi vera verandi
Tinganesi, avgjørdi at flyta
yvir til Strond. Avgjørt varð
ti, at Vinnumálastýrið
skuldi vera verandi í Tinga-
nesi. Í staðin fyri at flyta
Vinnumálastýrið á Bryggju-
bakka, er tað nú ætlan
Vinnumálastýrisins, at
smærri stovnar verða fluttir
hagar. Talan er m. a. um
Menningarstovuna, Nora,
Utnordurgrunnin,
Utflutningsráðið og møgu-
liga aðrar.
Tankin er, at vid at flyta
umrøddu stovnar saman.
kann skapast eitt ávíst
vinnuligt umhvørvid har,
samstundis sum tad kann
gera tað høgligari hjá við-
skiftafólkunum, tí kunda-
skarin er í mongum fórum
hin sami hjá fleiri av stovn-
unum. Nevndu stovnar - utt-
an Utflutningsráðið - hava
sjálvir útgerð og innbúgv.
Farið verður ikki undir tær
ynskiligu broytingarnar,
sum tilmæltar vórðu í fyrru
ætlanini, men við ávísum
hølisbroytingum, sum allar
ikki nýtast at verða gjrødar
beinanvegin, verður mett, at
hølini da Bryggjubakka eru
hóskilig til endamálið. Mett
verður at stovnarnir kunnu
flyta inn, og at man fer at
klára seg við tillutaðu fíggj-
arligu karmunum, sigur løg-
maður.
Hann sigur at enda í svar-
inum, at samstundis hevur
Vinnumálastýrið sagt upp
leigumálið á Bryggjubakka
180cde.k harumframt
kemur leigumálið hjá
Menningarstovuni - einar
200.000 krónur um árið -
eisini at falla burtur.
Saman við svarinum hev-
ur løgmaður eisini avrit að
leigusáttmálanum millum
Fiskimálastýrið og P/F
Marr & Co, sum eigur
bygningin yvir við Strond.
Løgtingid skuldi viðgera
svarið í gjár - og frætta vit
meira um tað i komandi
viku.