leygardagur 6. februar 1999síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 25 - 6. FEBRUAR 1999
Nr. 25 - 6. FEBRUAR 1999
Joe Black (Brad Pitt) finnur sær skjótt til
rættis heima hjá ríku Parrish-familjuni við
Williami Parris (Anthony Hopkins) á odda
Hittið deyðan í mannalíki
Brad Pitt og Anthoby Hopkins hava høvudsleiklutirnar í filminum Meet Joe
Black - har deyðin í mannaliki kemur at heinta síni. Filmurin varð frumfram-
førdur i Havnar Bio í gjårkvøldid
Eirikur Lindenskov
Vit siga vanliga, at tvinnir
sannleikar eru - í øllum før-
um: Deyðin og skatturin.
Báðir í rættuliga óhugnalig-
um støddum - og tó: Við
hvort kann deyðin kennast
sum ein lætti. Og rætt skal
vera rætt, hvat vita vit í ver-
uleikanum um Deyðan?
Hann hevur eitt stravið
starv, skal vera yvir øllum,
og fær sjáldan tøkk fyri 6-
makin.
Deyðin er ikki nakað,
sum fjølmiðlakongurin,
William Parris vanliga gev-
ur sær far um, hóast hann
nærkast teimum 65. Hann
hevur tað so stravið við for-
rætningum sínum og við
familjuni, dótrunum Allison
og Susan og monnum teirra:
Tann vinarligi og loyali Qu-
ince hjá Allison, sum parr-
ish hevur fingið í nevndina
í virki sínum, og høgru hon
sína, Drew, sum er trúlov-
aður Súsonnu.
Hugsanir um deyðan
standa heldur ikki ovarliga
á listanum hjá Susan. Hin-
vegin verður hon smikrað,
tá ein púra ókendur, men
vakur og sjarmerandi ungur
maður á eini kafé kemur at
tosa við hana og sigur
henni, hvussu hann hevði
hjúklað um eina kvinnu og
hvussu hon skuldi farið við
honum. Vegir teirra skiljast
eftir ein kopp av kaffi, og
tey skulu allar helst ongan-
tíð hittast aftur. Hon vendir
sær kortini á fyri at hyggja
eftir honum, men tá er hann
farin. So hyggur hann, men
tá hevur hon vent sær. So-
leiðis halda tey fram, til
hann kemur aftur eftir henni
- meðan hon stendur mitt á
gøtuni.
Nú tekur Deyðin ta støðu,
at hann skal bróta inn! Með-
an familjan Parrish situr við
hugnaliga døgurdabordid -
og Allison sum vant situr
og tosar um fyrireikingarnar
til fødingardagin hjå påpa-
num. Tá kemur Deyðin til
William Parrish. Ein gestur
bíðar á bókasavninum. Tann
ókendi maðurin troyttar
Parrish at byrja við, so loyp-
ur hann ótta á hann. Parrish
kennir at enda gestin aftur.
Men til hansara stóru undr-
an, er Deyðin ikki komin
eftir honum - enn!
Deyðin gevur Parris eitt
tilboð, hann ikki kann siga
nei til: So leingi hann fær
loyvi til at fylgja Parrish og
læra um lív menniskjunnar.,
so leingi skal Parrish liva.
Saman fara teir aftur til
døgurdabordid, har William
Parrish sigur hinum, at tey
hava fingið ein nýggjan gest
í húsið, sum eitur Joe Black.
At Joe er komin í húsið
undrar ikki sørt Susan, sum
kennir hann aftur frá kaf-
é'ini. Serliga tí Joe ikki
kennir hana aftur. Hann
(Deyðin) var ikki komin í
hendan »kroppin« tá
At Joe alla tíðina fylgir
Parrish, førir ikki sort av
roki vid sær, ti hann er vid
honum allastaðni. Tænast-
ufólkini hjá Parrish undrast
- og stuttleika sær - av hes-
um unga og forvitna mann-
inum (við einum løgnum
Yngsta dótturin í Parrish-familjuni er Susan
(Claire Forlani). So skjótt hon hittir Joe Black
verður hon skotin í honum
forkærleika fyri peanut-
smøri). William sjálvur
broytir sínar fíggjarligu dis-
positiónir, nú tá hann sær
Deyðan í eyguni, og vísir
frá sær eina samanlegging
- fustón. Hetta leggur fót-
onglar fyri ætlanum Drews
- eisini Susans. Tí Susan..
well, henni dámar framveg-
is væl Joe, men er ørkymlad
av, at hann ikki tykist áhug-
aður í henni longur - men
tað verður hann kortini
Deyðin hittir Kærliekan -
í øllum tess undirvøkru, søt-
leikafyltu, men eisini við
hvert pínufullu liðum.
Rush Hour: Dedektivurin
Lee (Jackie Chan) er stolt-
leikin hjá Royal Hong
Kong Løgreglulidnum: Ein
harður fýrur, sum setur ær-
una í hásæti.
Fyrr var hann body-
guardur hjá 11 ára gomlu
dóttrini hjá kinverka konsl-
inum, og tey bæði fingu
eitt tætt vinarlag. Tá hon
varð burturflutt undir mikl-
um roki í USA, biður kons-
ulin Lee um at hjálpa.
FBI, sum leiðir kanning-
ararbeiðið. er ikki serliga
fegið um hesa uppíblandan.
| Teir biða løgreglumannin
Í meldurtíð
James Carter (Chris Tuck-
er) um hjálp at halda Lee
burtur. Carter er ein sonn
plága at arbeiða saman við
- fyrilitarleysur, arrogantur
og alt ov sjålvupptikin til
at kunna arbeiða í einum
bólki við fleiri enn einum
persóni. Í veruleikanum
vísir tað seg, at uppgávan
líka so væl hevur til enda-
máls at halda Carter burtur.
Carter, sum fegin lat
høgru hond sína fyri at
sleppa at arbeiða hjá FBI,
er sannførdur um, at hans-
ara arbeiðsháttur fer at im-
ponera FBI so nogv, at teir
. .
IM...
fara at seta hann i starv
beinanvegin. Ovitandi um
motivini, tekur hann av til-
bodnum.
Tá Carter fær frænir av,
at hann i veruleikanum skal
vera barnagenta hjå Lee,
verður hann í ødini. Carter
er sannførdur um, at hann
einsamallur er førur fyri at
loysa målid um burturflyt-
ingina, og roknar vid, at
hann kann sleppa av vid
Lee onkrastaðni í China
Town.
Men soleidis fer leikur
sjålvandi ikki. Carter hevur
undirmett mannin år Hong
Kong, og saman gera teir
av at finna konsladóttrina -
og tað gongur sjálvandi
ikki stillisliga fyri seg.
Kúlurnar flúgva um oyr-
ini, heilir býarpartar verða
javnaðir við jørðina.
Men málið verður
loyst...
Hóvuðsleikararnir í film-
inum, sum varð frumfram-
førdur í Havnar Bio í gjár,
hava Jackie Chan og Chris
Tucker.