Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-02-06, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 6. februar 1999síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Fann 6. mars fer Gríma aftur á pall. Leikpallur Føroya, Gríma og pallfólk eru tíðindablaðið/ arin/ farin til verka á Gamla Meiarínum í Havn Nr. 25 - 6. FEBRUAR 1999 Mynd: Jens Kristian Vang Vitavørdurin á Gamla Meiarínum Leikpallur Føroya, Gríma og pallfólk eru farin til verka á Gamla Meiarínum í Havn. Tey fegnast um at leika í egnum hølum og at hava fingið upprunaleik, skri vadan av føroyskum høvundi, at arbeida vid. Og sum um leikurin Vitavørdurin var skrivaður í hesi vikuni, so brestir ódnarveður á, og tey verða øll avbyrgd á vitaoynni. Leikurin snýr seg um teir samanbrestir, ið eru teirra millum, og um kærleika og gvundsjúku. Dagfinn Olsen sínum í Gamla ri í Havn eru tey Í at venja og fyrireika leikin Vitavørdurin. Rakul Helmsdal hevur skrivað leikin. Gríma bað um eitt sonevnt arbeiðs leikrit. Av royndum vita tey, at rithøv- undar ofta hava ilt við at avmarka seg, teir siga Ov nógv. Sum sjónleikarar vita tey, hvat er neyðugt at siga og hvat liggur millum regl- urnar og hvat bert skal upp- livast á pallinum. Tí eru tey nú í gongd við at skipa leik- ritið til leik, sum tey vilja hava hann Skapa á gólvinum Í Grímu eru tey von at ar- beiða á henda hátt. At skapa leikin á gólvinum. At skapa persónarnar og samrødur nar. Og at skera niður Hetta meta tey sum spenn- andi arbeiði. og tey hava roynt tað áður. Gríma hevur skrivað, skapað, nógvar leikir á henda hátt. Serliga barnaleikir Munurin er nú, at tey hava fingið eitt leikrit at ar- beiða út frá, sum tey so skulu skapa leikin eftir á gólvinum. At skapa leikrit til leik hava leikstjórin Súsanna Tórgarð og leikararnir í Grímu fingið dramaturgin Jón Thorsteinsson hjálpa sær við. Føroysk leikrit Og tey sakna leikrit frá før- oyskum høvundum, hóast tey åsanna, at allir hava sama trupulleika; teir siga ov nógv, sum sjónleikarar- nir so mugu arbeiða við. Men hetta eru tey von við, og vilja tey tí fegin frættta frå høvundum. Leikpallur Føroya hevur eisini skrivað út kapping um leikrit. Kanska verða eisini skeið í vár fyri skrivandi fólki, bygt á royndirnar, ið Gríma nú fær við hesum leikinum. Góð og spennandi soga Nýggi maðurin í Grímu eit- ur Nicolaj Falk. Hann hevur staðið á palli áður, men hann var tað, ið varð úttikin millum 4 ungar mans, tá Gríma fyri fyrstu ferð nakr- antíð skipaði fyri upptøku- roynd. Nicolaj spælir annar ser- frødingurin og Egi Dam hin. Teir skulu út á oynna, har bert vitavørdurin, kona hansara og dótturin, búgva. Ørindini hjá teimum báðum serfrødingunum eru at auto- matisera vitan, so at ein vit- avgrður ikki nýtist longur. Og sum um leikurin Vita- vørdurin var skrivaður í hesi vikuni. so brestir ódnarveð- ur á, og tey verða øll av- byrgd á vitaoynni. Leikurin snýr seg um teir saman- brestir, ið eru teirra millum, yg um kærleika og øvund- sjúku. Egin høli Í Grímu em tey fegin um veruliga at sleppa at royna rúmið, at royna egin høli. Hetta er fyrsti stóri leikurin, síðani tey fingu hølini. Tey eru samd um, at tað er stórt framstig at hava fingið ták yvir høvdid. Hetta gevur stórri møguleikar. Tey kunnu spæla so leingi, sum fólk tímir at koma og tey kunnu sjálvi leggja til rættis og velja, hvørji kvold tey spæla, tí nøkur kveld eru, tá ikki ber til at fáa fólk at hyggja at sjónleiki. Her nevna tey í Grímu av roynd- um, at friggjakvøld eru fólk helst ov troytt, og so er eis- ini Gekkurin í sjónvarpi- num. Tó fara tey ikki at ferðast við leikinum, sum Gríma annars hevur gjørt nógv av. Hesin leikurin er ov stórur og tað verður eisini ov dýrt. Eisini nevna tey, at tað er so kostnaðarmikið at ferð- ast. Men Gríma skipar fyri skúlasýningum, har skúlar kunnu koma til Havnar at síggja leikin. Eisini verður hugsað um fólk, sum ikki búgva í Havn, tá leikkvøld- ini verða løgd, tí tey í Grímu eru greið yvir, at tey kunnu ikki vænta at síggja avbygd- afólk í miðari viku. Edward ger pall Hyggur ein at lítla modelli- num, ið Edward Fuglg hev- ur gjørt yvir pallmyndina, so tykist myndin spennandi. Vit eru inni í vitanum og alt er reytt og aftanvert er leik- tjaldið gjørt so, at vit halda okkum vera í rundum rúmi. Her verður møguleiki fyri ymsum ljósi, alt eftir, hvussu huglag og annað er. Og síðani Edward Fuglø trein inn á føroyska leik- pallin, hevur hann gjørt vart við seg og navnið borgar fyri góðsku. Tá vit vitjaðu Grímu og Edward hósdagin, vóru hann og ein pallsmiður júst byrjaðir at gera pall. Fastur gestur á Meiarínum er eisini hundurin hjá Edwardi. Annars eru hesi við. Nicolaj Falk, Kristina Han- sen, Egi Dam, Høgni Johan- sen, Ria Tórgarð, Katarina Nolsøe, hjálparleikstjóri, Súsanna Tórgarð, leikstjóri, Elsa Johanna Høgenni, framleiðslustjóri. Pall- myndina ger Edward Fuglø og pallsmíði taka Steinar Simonsen, Erling Eysturoy, Karsten Torleifson og Tróndur Vatnhamar sær av. Vita Tann 6. mars hevur Gríma væntandi skapt leikin á gólvinum og flutt hann á pall. Tá er ætlanin at frum- framføra Vitavørdin. Vit onnur kunnu so bara bíða og vita.