fríggjadagur 31. desember 2004síða 3
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 251 - 31. desember 2004
3
Fyri best møguligt at fyri-
byrgja eldsbrunum nýggj-
ársaftan, hevur brunaum-
sjónin sent okkum góð ráð
um, hvussu farast skal
fram, tá ið bál skulu kynd-
ast
Bálini verða ofta kynd
ímillum hús, og tí er al-
neyðugt at tað verður ans-
að væl eftir, og at fólk
hugsa seg væl um, áðrenn
tey festa í.
Øllum kunnugt er tað
ikki heilt vandaleyst at
brenna bál, men niðanfyri
eru nakrar reglur frá
brunaumsjónini, sum bøta
um tryggleikan í sam-
bandi við bálini, um tær
verða fylgdar.
Vónandi taka fólk hetta
til eftirtektar.
Brunaumsjónin vísir á,
at sambært § 27. stk. 1. í
brunalógini er revsivert at
brenna bál á støðum, sum
seta fólk, ognir og lutir í
vanda.
Nýggjársbál
millum
hús skulu tí handfarast
við hesum fyri eyga.
1.
Er vindur ella koma
kvirlublak skal ansast
eftir, at ikki glóðir fúka
kring um í grannalagnum.
2.
Umstøður og sløkkiam-
boð skulu vera til staðar at
sløkkja bálið við, um tað
gerst neyðugt.
3.
Ein dungi at brenna skal
ikki vera størri enn 3 m í
tvørmál í neðra og 2 m
høgur.
4.
Er talan um nógv tilfar at
brenna, skal alt ikki berast
á bálið í einum, men leggj-
ast skal afturat so hvørt.
5.
Í minsta lagi 20 m skal
vera millum bál og hús.
Undan lotinum skal vera í
minsta lagi 40 m millum
bál og hús.
6.
Eru ikki nóg stórir frá-
leikar, skal bálið gerast
tilsvarandi minni, soleiðis
at tað ikki elvir til ampa
ella vanda fyri nakran.
7.
Treytirnar frá kommunala
sløkkiliðinum skulu hald-
ast, millum annað skal
kannast um lýkindi eru at
brenna bál.
eys
Viðvíkjandi
nýggjársbálum
Platform verður
kongaligt
Platform fer fyrst í
komandi ári í søguna.
15. januar letur dansi-
staðið REX upp í høl-
unum, har Platform
hevur húsast seinastu
árini
DANSISTØÐ
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
Krunkasvart. Kongamynd-
ir. Nýggir møblar. Gelend-
ari. Barr úr messing.
Dansistaðið í høvuðs-
staðnum, Platform, skiftir
fullkomiliga ham fyrst í
komandi ári. 1. januar letur
dansistaðið aftur í fjúrtan
dagar, og tá hurðarnar lata
uppaftur15.januar er navn-
ið Platform søga, og trúgvu
viðskiftafólkini skulu venja
seg við grikska navnið,
REX, sum merkir kongur.
– Orsøkin til, at vit hava
valt at skifta ham er fyri at
fáa eina størri gjógv millum
viðskiftafólkini, sum ganga
á Platform og Eclipse.
Hóast talan er um sama
virki, eru Platform og
Eclipse framvegis størstu
kappingarneytar hjá hvørj-
um øðrum, og við endur-
nýggjanini royna vit at fáa
størri mun millum við-
skiftafólkini, sum ganga á
Platform og Eclipse, greiðir
Havgrímur Johannessen frá.
Higartil hevur aldurs-
markið á Platform verið 20
ár. Tá REX letur upp 15.
januar verður aldursmarkið
25 ár.
Mentanin sleppur
framat
Havgrímur
Johannesen
greiðir frá, at ætlanin er at
heitið á dansistaðnum leyg-
arkvøld verður REX Night
Club, meðan hinir dagarnir
í vikuni skal dansistaðið
eita REX Culture Club.
– Vit ætla, at nýggja
staðið skal verða mentanar-
húsið í høvuðsstaðnum.
Fyriuttan leygarkvøld skal
mentanin í nógv størri mun
fáa innivist hjá okkum.
Ætlanin er at skipa fyri
jazz-, blues- og drama-
kvøldum á nýggja staðnum,
og sjónleikur sleppur eisini
framat, fortelur Havgrímur
Johannessen.
Toni er burtur
Tað eru góð tvey árin síðan
at Eclipse, Platform og Café
Natúr vóru løgd saman.
Síðan hava Toni Dam, Petur
Olsen og Havgrímur Jo-
hannessen átt støðini í felag,
men fyri tveimum mánað-
um síðan takkaði Toni Dam
fyri seg, og tískil standa
Petur Olsen og Havgrímur
Johannesen nú einsamallir á
odda fyri Eclipse, Platform
og Café Natúr.
Gamli Platformurin takkar fyri seg 15. januar og REX verður nýggja heitið á dansistaðnum, har
Platform helt til