Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-31, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 31. desember 2004síða 4

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 251 - 31. desember 2004 Týskvøldið varð nýggja býráðið í Vági skipað eftir komm- unuvalið í november. Og nú er greitt, at vágbingar fáa bæði kvinnuligan borgar- stjóra og kvinnuligan varaborgarstjóra fyri fyrstu ferð í søguni VÁGS KOMMUNA Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Nú er tað endaliga staðfest, at tað verða kvinnurnar, sum fara at ráða fyri borgum í Vági tey næstu fýra árini. Tað varð staðfest á bý- ráðsfundi í Vági týskvøldið. Tá skipaði býráðið seg og har var full semja um at velja Kirstin Strøm Bech úr javnaðarflokkinum til borg- arstjóra og Ágerð Stenberg úr sambandsflokkinum til varaborgarstjóra. Tað var bara eitt uppskot til borgarstjóra og eitt upp- skot til varaborgarstjóra og allir níggju býráðslimirnir í Vági rættu hondina upp í loft, tá ið atkvøtt var og so- statt eru tær báðar einmælt valdar. Sostatt hava vágbingar fyri fyrstu ferð fingið kvinnuligan borgarstjóra og varaborgarstjóra. Tær báðar taka við nýggju størvunum nýggj- ársdag og sita til nýggjárs- aftan 2008- í hvussu so er í fyrstu atløgu. Tað hevur annars leingi ligið í luftini, at tær báðar skuldi manna fremstu sess- irnar í Vágs Býráði í kom- andi valskeiði. Stutt eftir kommunuvalið gjørdu javnaðarflokkurin, sambandsflokkurin og utt- anflokkalistin av at skipa nýggja samgongu og sam- stundis vóru nevndarsessir og álitisstørv býtt sundur ímillum teir tríggjar flokk- arnar, sum høvdu tveir býráðslimir í part, ella seks av teimum nýggju limunum í Vágs Býráð. Tjóðveldið eigur hinar tríggjar býráðslimirnar og leingi varð líkt til, at tjóð- veldisflokkurin sostatt kom at sita einsamallur í and- støðu. Tjóðveldisflokkurin hevði fýra býráðslimir í gamla býráðnum, men misti hesuferð ein lim til sambandsflokkin og so viknaði flokkurin so mikið, at tað lá væl fyri hjá hinum at skipa samgongu uttanum tjóðveldisflokkin. Men í 12 tíma, áðrenn býráðið varð skipað, vórðu royndir gjørdar at fáa tjóð- veldisflokkin upp í sam- gonguna eisini og tað eydn- aðist, tí bara nakrar fáar tímar, áðrenn býráðið varð skipað, varð semja um, at eisini tjóðveldisflokkurin verður við í nýggju sam- gonguni. Sostatt er tað eitt samt býráð, sum fer til verka í Vági. Afturfyri fór Poul Aug- ustinussen úr uttanflokka- listanum úr ætlaða sessin- um sum formaður í tekn- isku nevnd og læt hann upp í hendurnar á Dánjali Bjarkhamar úr tjóðveldis- flokkinum. Dánjal Bjarkhamar hevur verið formaður í teknisku nevnd seinastu tvey val- skeiðini, ella í átta ár til- samans. Tá ið Jógvan Krosslá setti býráðsfundin ynskti hann, at komandi valskeið fór at gangast væl, tí tað verður brúk fyri tí í Vági Nývaldi borgarstórin, Kirstin Strøm Bech, takk- aði Jógvani Krosslá fyri tíðina, hann hevur verið borgarstjóri og ynskti hon- um og øllum hansara húski alt tað besta framyvir. – Eg vóni, at vit fáa eitt gott og uppbyggjandi sam- starv í Vágs Býráði, bæði til frama fyri bygdina, fólk- ið og Suðuroy sum heild, segði nývaldi borgarstjórin í takkarrøðu síni. Hon veit, at allir býráðs- limir vilja bara tað besta fyri bygdina, sama, hvørj- um flokki, teir eru úr. Hon ivaðist heldur ikki í, at tað fóru mál at taka seg upp, sum semja ikki fór at verða um í býráðnum Men hon helt eisini, at júst tað er styrkin í fólka- ræðinum, at tað ber til at verða ósamd. – Men júst soleiðis koma fleiri sjónarmið fram og tá í fleiri sjónarmið koma fram í einum máli, skuldi tað bara gjørt okkum betri før fyri at taka betri avgerðir. Hon vísti eisini á, at tað liggja stórar uppgávur fyri framman hjá nýggja bý- ráðnum, og har nevndi hon arbeiðsloysið sum ta størstu uppgávuna, sum hon vón- aði, at býráðið kundi gera nakað við. Eitt tíðarskeið endar- eitt annað byrjar Við hesum er eitt nýtt tíð- arskeið í Vágs søgu byrjað. Men samstundis er eitt tíðarskeið farið í søguna. Og tað er tíðarskeiðið við tjóðveldis-borgarstjóra í Vági. Tjóðveldisflokkurin hev- ur í eitt mannaminni verið sera sterkur í býráðnum í Vági og tað hevur ført við sær, at seinastu 24 árini hevur tað verið tjóðveldis- maður, sum hevur sitið í borgarstjórasessinum í Vágs býráði. Hesi seinastu 12 árini hevur borgarstjórin itið Jógvan Krosslá. Áðrenn tað æt hann Mannbjørn Tausen í fýra ár og aftur áðrenn tað nevndist var tað tjóðveldis- maðurin, Tórbjørn Benjar- døgg, sum var borgarstjóri í Vági í átta ár, frá 1981-88. Vaktarskifti í Vágs Býráði Fráfarandi borgarstjórin, Jógvan Krosslá, ynskir komandi borgarstjóranum í Vági tillukku við starvinum og góða eydnu. Í dag endar eitt drúgvt tíðarskeið í Vágs Býráði og eitt nýtt byrjar VÁGS KOMMUNA Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Sum tað sæst á hinari greinini her á síðuni, er eisini tjóðveldisflokkurin komin uppí samgonguna í Vágs Býráði, soleiðis at verður ongin meiriluti og heldur ongin minniluti í Vági, men eitt samt býráð, sum fer til verka í komandi valskeiði. Afturfyri at koma upp í samgonguna, hevur tjóð- veldisflokkurin fingið for- mannin í teknisku nevnd, sum er ein hin størsta, kanska tann størsta og mest týðandi nevndin í bý- ráðnum. Annars var upprunaliga ætlanin, tá ið samgongan varð skipað, at Poul Aug- ustinussen skuldi vera formaður í teknisku nevnd, men hann hevur so tikið seg aftur til frama fyri at at fáa eitt samt býráð við øll- um flokkum í samgonguni. Annars hevur alla tíðina verið útlit til, at tjóðveldis- flokkurin kom at sita einsamallur í andstøðu, men í evstu løtu eydnaðist at finna semju, bara nakrar tímar áðrenn býráðið varð skipað. Annars verður býráðið soleiðis skipað í komandi valskeiði: Borgarstjóri: Kirstin Strøm Bech, javnaðarflokkurin Varaborgarstjóri: Àsgerð Stenberg, sambandsflokkurin Fíggjarnevndin: Kirstin Strøm Bech, for- kvinna, javnaðarflokkurin Sølvi Andreasen, uttan- flokkalistin Jógvan Krosslá, Tjóð- veldisflokkurin Tekniska nevnd: Dánjal Bjarkhamar, for- maður, tjóðveldisflokkurin Poul Augustinussen, uttan- flokkalistin Eyðfinn Mørk, javnaðar- flokkurin Mentanarnevndin: Àsgerð Stenberg, for- kvinna, sambandsflokkurin Poul Augustinussen, uttan- flokkalistin Jógvan Krosslá, tjóðveld- isflokkurin Havnanevndin: Svenning Borg, formaður, sambandsflokkurin Eyðfinn Mørk, javnaðar- flokkurin Hans Joensen, tjóðveldis- flokkurin Sosiala nevnd: Sølvi Andreasen, formað- ur, uttanflokkalistin Svenning Borg, sambands- flokkurin Jógvan Krosslá, tjóðveldis- flokkurin Heilsu- og umhørvisnevndin Svenning Borg, sambands- flokkurin Barnaverndin Jónleyg Eyðunsson Eyðhild Poulsen Hans Poulsen Maria Krosslá Ingvør Hansen (Barnaverndin skipar seg sjálv). Nevndarsessir í Vágs Býráði