Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-31, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 31. desember 2004síða 5

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 251 - 31. desember 2004 5 Í dag er tíðin hjá Jan Christiansen sum borgarstjóri í Havn liðug á hesum sinni. Hann kann tá fara aftur í gamla starvi hjá sær sum lærari, brúka meira tíð til familju og vinir og fegnast um at fáa eitt sindur av frítíð aftur. Hann fer ikki frá sum ein óður ella bittur maður FARVÆL Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Tá ið klokkan gamlaárs- kvøld slær tólv, fýrverkið bleiktrar yvir Havnini, og fólkini ynskja hvørjum øðr- um eitt gott nýggjár, er tað ein maður, sum eitt sindur sorgblíður kann siga farvæl til ikki bara eitt farið ár, men fýra farin ár sum borg- arstjóri í Havn. Og millum mongu neyð- rakettirnar, sum verða skotnar upp í loft hetta kvøldið, kann hann kanska fáa eygað á sín avloysara. Í øllum førum varð Heðin Mortensen í gjár valdur til »Ársins neyðrakett« av les- arunum hjá Dimmalætting. – Tað er við sorgblídni, at eg farið frá, men eg eri hvørki ein óður ella bittur maður, nú eg má gevast sum borgarstjóri. Eg veit, hvussu treytirnar eru í poli- tikki, og tað viðurkenni eg, hóast eg kundi hugsa mær, at skiftið av borgarstjóra fór fram eitt sindur meira er- ligt, enn tað gjørdi, sigur Jan Christiansen. Hann var fyrstu ferð valdur í Tórshavnar býráð í 1985 og hevur verið partur av kommunalpolitikkinum í Havn síðani. Seinastu fýra árini hevur hann verið borgarstjóri í landsins størstu kommunu, og ætlanin var eisini, at hann skuldi halda fram í fýra ár afturat. Svikin av teirra egna Tað var eitt ordans rok, sum gjørdi av við tíðina hjá Jan Christiansen sum borgar- stjóri í Havn á hesum sinni. Eftir valið samdust Fólka- flokkurin og Sambands- flokkurin um, at flokkarnir skuldu halda fram við sam- starvinum næstu fýra árini, og tá lá meira enn í kort- unum, at Jan Christiansen skuldi verða borgarstjóri. Men so hendi tað, sum hevur verið so nógv umtal- að síðani. Sambandsmaður- in Heðin Mortensen skifti part, koppaði javnvágini, gjørdist Javnaðarmaður og verður nú borgarstjóri í Havn. Harvið enda Jan Christiansen og hansara partur í minniluta. – Tú kanst altíð koma út fyri, at tú missir tín polit- iska meiriluta, men hesa- ferð kendist tað, sum ein av okkara egnu, ið vit høvdu samstarvað við í fýra ár, sveik okkum øll fyri at sleppa at verða borgarstjóri. Tað var ikki serliga huga- ligt, sigur Jan Christiansen. Havnin við fullari ferð Tað hava verið fýra sera hendingarrík ár, sum Jan Christiansen hevur verið borgarstjóri í Havn. Sam- felagið hevur stóran part av tíðini riðið á eini fíggjarlig- ari góðari bylgju, og ikki minst Havnin hevur verið merkt av vøkstri og fram- gongd hesi seinnu árini. – Tað er ein stór avbjóð- ing at koma inn av gøtuni og gerast stjóri fyri helst størsta arbeiðsplássinum í landinum, sum hevur eini 800 fólk á lønarlistanum. Harafturat skal tú eisini verða politiskur leiðari fyri eini meiriluta, sum hevur sett sær nógv mál. Tað hev- ur verið øgiliga áhugavert, men eisini strævið, sigur Jan Christiansen. – Eg eri fegin um, at vit hava sett nógv í gongd, vit hava loyst trupulleikarnar við barnaansingini, vit hava verið lokomotivið í saman- leggingini av kommunum, og vit hava lagt dent á at føra ein tilvitaðan fíggjar- politikk, hóast vit ongantíð áður hava havt so nógv virksemi í Havnar komm- unu sum hesi árini. Jan Christiansen harmast tó um, at hann ikki kundi halda fram í fýra ár afturat. – Eg hevði einki havt ímóti at verið borgarstjóri í fýra ár afturat, og eitt, sum er keðiligt við at fara frá nú, er, at tú sleppur ikki at heysta fruktirnar av tí, sum tú hevur sátt. Vit hava sett nógv ymiskt í gongd, sum eg fegin hevði viljað slopp- ið at gjørt liðugt, sigur hann. Stór ábyrgd at umsita pengar hjá øðrum Málini hjá einum borgar- stjóra eru mong og sera fjølbroytt, onkur nøs hevur eisini verið givin hesi sein- astu árini, men fram um alt annað heldur Jan Christian- sen, at virðingin fyri borg- arunum hevur størstan týdning. – Størsta ábyrgdin við at vera borgarstjóri er, at tú verður settur at umsita pengar hjá øðrum. Tað er eitt sera stórt álit at fáa, og eg havi altíð havt í huga, at pengarnir hjá borgarunum skulu umsitast sum best, sigur Jan Christiansen. Hóast hann nú fer frá at verða borgarstjóri til at vera ein vanligur býráðslimur í minniluta, so hevur hann ikki mist áhuga fyri poli- tikki. – Tá ið tú ert við í poli- tikki, kanst tú ikki rokna við, at tú altíð skal sita á trúnuni. Við hvørt endar tú eisini í minniluta, og hóast tú ikki hevur somu ávirkan har, sum tá ið tú ert borgar- stjóri, so ætli eg mær at ar- beiða konstruktivt og royna at fáa ávirkan. – Eg ætli mær ikki bara at sita og grenja um meirilut- an, sum eg haldi, at minni- lutin seinastu fýra árini hevur gjørt alt ov nógv av. Tá ið tú ert valdur í býráð- ið, hevur tú skyldu at gera títt besta fyri borgaran og tínar veljarar, sigur Jan Christiansen. Aftur í gamla starvi Tað fær ikki bara politiskar avleiðingar, tá ið meirilutin í einum býráði broytist, og nýggjur borgarstjóri skal fram at. Tað fær eisini per- sónligar avleiðingar fyri sjálvan borgarstjóran, tí hann missir sítt starv. – Eg eri í teirri hepnu støðu, at eg var lærari, áðr- enn eg gjørdist borgarstjóri, og mær dámdi sera væl tað starvið. Tá ið tú ert í al- mennum starvi, kanst tú fáa farloyvi, og tí bíðar eitt starv eftir mær nú, sigur Jan Christiansen, sum fer aftur at undirvísa á Ser- námsdeplinum í Havn. – Tað verður gott at koma aftur á gamla arbeiðspláss- ið og síggja teir gomlu starvsfelagarnar, so eg síggi eisini nakað positivt við støðuni, sum hon gjørd- ist. – Tað er krevjandi starv at vera borgarstjóri, og tú hevur so at siga onga frítíð. Tí havi eg forsømt vinir og familjuna eitt sindur sein- astu fýra árini, men nú fái eg betur tíð til tey aftur, og tað fegnist eg um, sigur Jan Christiansen. Og gamlaárskvøld kann hann skjóta eitt nýtt ár inn, og samstundis siga farvæl til tey fýra sum borgar- stjóri. Og hvør veit, um hann ikki sjálvur futtar eina neyðrakett av í túninum í Hoyvík fríggjakvøldið. Borgarstjórin verður lærari aftur – Tað er krevjandi starv at vera borgarstjóri, og tú hevur so at siga onga frítíð. Tí havi eg forsømt vinir og familjuna eitt sindur seinastu fýra árini, men nú fái eg betur tíð til tey aftur, og tað fegnist eg um, sigur Jan Christiansen, sum á nýggárinum fer frá sum borgarstjóri í Havn og fer aftur í gamla lærarastarvið hjá sær Stórur føroyskur áhugi hevur verið fyri at keypa partabrøv í oljufelagnum Atlanic Petroleum, men út- lendingarnir bíða við at svara til í seinastu løtu OLJUVINNA Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Seinastu vikurnar hevur tað verið gjørligt at keypa partabrøv í føroyska olju- felagnum Atlantic Petrole- um, og stjórin í felagnum er nøgdur við søluna. – Tað ber framvegis til at keypa partabrøv, men hig- artil hevur áhugin verið nøktandi. Serliga í Føroy- um er stórur áhugi fyri partabrøvunum, og tað er frá bæði smærri og størri íleggjarum, sigur Vilhelm Petersen. Hann kundi tó eitt gott døgn áðrenn tíðarfreistina tann 31. desember ikki siga, hvar á leið sølan fór at enda. Onkrir útlendskir íleggjarar vóru áhugaðir, men teir fóru ikki at geva svar fyrr enn í síðstu løtu, og slíkir íleggjarar kunnu broyta nógv um endaliga úrslitið. Atlantic Petroleum hevur í hesum føri sett sær fyri at tekna partabrøv fyri millum 5 og 30 milliónir krónur, og verandi partaeigarar hava longu sett seg fyri fyrstu fimm milliónunum. Atlantic Petroleum var stovnað við einum parta- peningini á 25 milliónir krónur, men síðani er parta- peningurin hækkaður upp í góðar 46 milliónir. Og nú skal partapeningurin aftur hækkast. 2000 smærri og størri partaeigarar eru í Atlantic Petroleum. Stórur áhugi fyri oljupartabrøvum