Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-31, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 31. desember 2004síða 6

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 251 - 31. desember 2004 Hvussu hiln Hotel Føroyar: Framgongd á øllum økjum – Tað hevur faktiskt gingið betur í 2004 enn tað gekk í 2003. Vit hava havt fleiri vitjandi og har- við ein vøkstur í aktivitet- inum. Bæði hvat viðvíkur gistingum, matstovuni, fundarvirksemi og út- lendskum ráðstevnum hava vit merkt eina javna øking ígjøgnum árið, so vit hava havt eitt gott ár. Vøksturin í matstovuni kemst allarhelst av hug- burðsbroytingini, sum er farin fram í Føroyum í seinastuni. Fólk brúka fleiri pengar uppá at fara út at hugna sær og fáa sær ein góðan bita, enn tey gjørdu fyrr. Tey bíleggja oftari mat út úr húsinum og halda oftari konfirma- tiónir úti, ístaðin fyri heima. At talið av gistingum er vaksið kemst av, at se- songin er longd munandi. Summargestirnir komu fyrr og fóru seinni í ár enn undanfarin ár, og tað ger stóran mun hjá okkum. So alt í alt eitt sera gott ár fyri Hotel Føroyar. – Hetta hevur verið eitt gott ár. Eitt heilt gott ár. Tað er soleiðis hjá okkum, at veðrið hevur nógv at siga, hvussu árið verður, tí vit hava serliga seyð. Veðrið hevur verið sera gott í ár, og tað hevur gjørt, at seyðurin hevur verið væl fyri og trivist væl. Lembingin gekk væl, og tað hevur verið nógvur gróður alt árið, so vit hava absolut einki at fýlast á. Tað hevur ongantíð staðið á at sleppa av við kjøtið um heystið heldur, og tað var so heldur eingin trup- ulleiki í ár. 2003 var eitt gott ár, men 2004 var enn betri, og tað er sum sagt serliga veðrið, sum hevur nakað at siga um árið verður gott ella ringt. So hóast vit hoyra um niðurgongd alla staðni í samfelagnum, so er tað bara positivt at frætta hig- ani úr Dímun. – Vit eru vælnøgd við árið, sum nú fer. Vit hava havt fleiri leikir, og hava fingið rættiliga góða undirtøku, so tað er gott. Fyrst høvdu vit Føroy- ingasøgu, sum gekk sera væl. Skúlar, børn, hálv- vaksin, vaksin og eisini eldri fólk á eldrasambýlum sóu leikin, sum var væl- umtóktur. Síðani kom Vakurleika- drottningin, sum eisini gekk væl. Undirtøkan fyri honum kundi tó kanska verið betur. NOT-kabarettin hevði eisini nógvar sýningar, og hon varð eisini uppaftur tikin seinni. So tað var absolut gott. Útisjónleikin á òlavsøku vóru vit eisini øgiliga væl nøgd við. Vit fíltust eitt sindur á fíggjarliga partin, tí tað kostar jú nógv at skipa fyri einum slíkum leiki, men tað gekk sera striltið at fáa stuðlar. Og atgongumerki fær man heldur ikki selt... So tað gongur nakað útyvir restina av arbeiðnum. Og nú hava vit so leikin um Elling og Kjell-Bjarna, sum gongur enn. Hann eru vit ræðuliga væl nøgd við, tí sera nógv fólk sæð tann leikin. Tað, at Tjóðpallurin er á veg, ger eisini sjónleikara- yrkið í Føroyum spennandi. Vónandi kann Tjóðpallurin gera hetta til eitt tryggari starv uppá sigt. Men sum heild eru vit væl nøgd við árið. Um framtíðina eru vit spent, og kanska eitt sindur bangin. – Hetta árið hevur verið nógv verri enn í fjør. Tað hava verið verri prísir og minni fiskur, so hóast alt ikki er endaliga uppgjørt enn, so er stórur prosent- munur á 2003 og 2004. Prísirnir eru falnir fyri øll fiskasløg; tað er bert salt- fiskurin, sum er nøkulunda stabilur. Fleiri orsøkir eru til niðurgongdina. Prísurin ávirkast av, hvussu eftir- spurningurin er í Europa og av kursinum. Eftirspurning- urin hevur verið dalandi og dollarin hevur somuleiðis verið lágur í alt ár, og tað merkja vit væl. Ein onnur orsøk er sjálvandi, at tað í ár eru komnir fleiri, sum taka sær av avreiðing, og tí verður minni arbeiði í part. Tað er næstan ómøguligt at spáa um kursin og eftir- spurningin, men av tí, at vit frammanundan vistu, at tað fóru at koma fleiri støð at landa, so var tað eitt sindur væntandi, at árið fór at gerast verri enn í fjør. Men umframt lága prísin, hevur eisini verið minni fiskur, og vit hava havt nógv minni at gjørt í ár, í mun til í fjør. Eg haldi, at tað er sama gongin allastaðni innan fiskivinnuna, eisini hjá skipunum. – Árið 2004 varð betur, enn vit høvdu roknað við. Vit fluttu niðan á Hjalla í maj, og síðani tá hava vit selt 100 bilar. Ætlanin var bert at selja teir bilarnar, sum vit høvdu á goymslu, men áhugin var so stórur fyri eini bruktbilasølu, at eg vænti, at vit halda bara fram. Hóast vit eru inni á Hjalla, so er nógvur trafikk- ur. Meiri enn vit væntaðu. Vanligu bilasølurnar hava mett eina minking á umleið 20 % síðani 2004, og serliga gremja tær seg um brúktu bilarnar, sum tykjast vera ringir at sleppa av við, og sum kosta teimum nógv. Men sum brúktbilasøla burturav, hava vit ikki rættiliga somu trupulleikar at dragast við, sum hinar bilasølurnar. Áðrenn vit byrjaðu mettu vit, at vit fóru at selja 2 bilar um vikuna, men sølan hevur verið júst tað dupulta. Gríma: Føroyingar áhugaðir í leiki Uppboðssølan á Toftum: Afturgongd Bilfríðkan: – 2 x væntaðu søluna Òla Jákup úr Dímun, Bóndi: Betur enn 2003