Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-31, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 31. desember 2004síða 7

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 251 - 31. desember 2004 7 Nýggi náttklubbin í Havnini »No Limitz« hevur fingið eina flúgvandi byrjan. Hóast teir als ikki lýstu við, at teir fóru at lata upp, var stúgv- andi fult fyrsta kvøldið opið var NÁTTARLÍV Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Tað hevur havt nógv nøvn ígjøgnum tíðinar, hølið í Tórsgøtu, undir matstovuni Rio Bravo. Fyri nøkrum árum síðani helt náttklubb- in »Casablanca« til har, men teir lótu aftur um tað mundið, tá Platform lat upp. Síðani tað, hava mat- stovur undir ymsum heit- um húsast har. Men nú verður so ein nýggj roynd gjørd at hava náttklubba í hølunum. Tað eru teir báðir Mark Joen- sen og Mouldi Manai, ið eisini hevði náttklubban Casablanca, ið reka nýggja náttklubban, nevndur »No Limits«. Stúgvandi fult Annað jólakvøld var fyrsta kvøldið opið var, og hóast teir als ikki høvdu lýst, so var longu stúgvandi fult av fólki um 02.00 tíðina. 200 fólk sleppa inn í senn, og kl. 02.00 sluppu ikki fleiri fólk inn, so tað má sigast at hava verið ein flúgvandi byrjan. Trappur eru ímillum Manhattan í erva og No Limitz í neðra, og møgu- leiki er at ganga ímillum støðini bæði. Manhattan kemur undir heitið Irish Pub, meðan No Limitz er ein náttklubbi burturav, so møguleiki er at gera sær kvøldið eitt sindur fjøl- broytt. – Vit kundi ikki ynskt okkum eina betri byrjan, og tað tykist sum um fólk eru sera glað fyri, at eitt nýtt dansistað er komið í høvuðsstaðin, sigur Mark Joensen, eftir tveir teir fyrstu dagarnar. 3. jólakvøld hevði før- oyski náttklubburin í Keypmannahavn, Jack- ways, leigað seg inn í No Limitz. Av tí, at bróður- parturin av starvsfólkinum í Jackways eru føroyingar, so plaga tey at halda jóla- borðhaldi fyri starvsfólkin- um í Føroyum í jólaferiuni. Í fjør varð tað hildið í Eclipse, men í ár varð leiðin løgd framvið nýggja, snotuliga staðnum No Limitz. 3. Jólakvøld var sostatt eitt privatball, fyri starvs- fólkunum í Jackways hildið í No Limitz, og Mark Joen- sen sigur, at eisini hetta var ein brand-succes. Kanska eitt sindur óvanligt fyri jólaborðhald, hevði kvøld- ið eitt tema. Hetta var nevniliga eitt masku-ball. So tey allar flestu vóru pent ílatin, men bóru masku. Tað gav eisini kvøldinum ein serligan dám. – Tey høvdu millum ann- að fingið Julie frá danska popp-bólkinum »Blå Øjne« sum konfriensier. Hon sang eisini nøkur løg, m.a. vælkendað lagið »Romeo og Julie«. Tá kók- aði tað veruliga inni, greiðir Mark frá. Eingin ávísur aldursbólkur Mark sigur, at teir ætla, at lata fólkið sjálvt avgera, hvør aldursbólkur fer at húsast í No Limitz. Teir hava ikki lagt seg eftir at fáa kundar í nøkrum ávís- um aldri. – Lágmarkið er sjálvsagt 18 ár, og sigast kann, at teir báðar dagarnar, tað hevur verið opið, hevur miðal aldurin verið umleið 20 ár, sigur Mark. Hann sigur, at leygar- kvøldini fyrst og fremst eru ætlað til at hava diskotek, við bæði føroyskum og út- lendskum plátuvendarum, men pallurin er gjørdur soleiðis, at tað eisini liggur væl fyri at hava tónleika- bólkar at spæla. – Vit hava eisini ljóðút- gerðina til live tónleik. Millum annað er ein góður 24 kanal mixari, effektir, trývegis P.a. anlegg og so framvegis. Tað er Show- time P.a. ljóð og ljós, sum hevur sett anleggið upp, greiðir Mark frá. Næstu ferð, at høvi aftur verður at vitja No Limitz Nightclub, verður nýggj- ársaftan kl. 01.00. Mark sigur, at fólk longu nú eru farin at spyrja eftir at- gongumerkjum til hetta kvøldið, tá Mark sjálvur og Elin í Stórustovu fara at velja tónleikin. No Limitz flúgvandi byrjan – Árið 2004 hevur sæð gott út hjá okkum. Tað hevur verið ein lítil minking síð- ani 2003, men ikki nakað, sum betýður nakað serligt. Men serliga frá hálvum september og inntil jóla- borðhaldini byrjaðu, merktu vit eina minking í mun til í fjør. Har er altíð ein perioda, har lítið er at gera, men vit merktu tað eyka væl í ár. Og eg haldi, at tað hevur verið so hjá øllum. Hetta fakið er nokkso tengt at hvat hendir í sam- felagnum. Eru serligar hendingar, vilja øll jú vera so fín um hárið. Fólk hava ikki so nógvar pengar, men í frisøryrkin- um hava vit altíð arbeiði, tí hóast tíðirnar versna, so verða fólk noydd at klippa sær við hvørt. Tá eru tað kanska heldur nýggju klæðini, sum verða spard. Vit mugu eisini hava í huga, at tað hvørt ár lata fleiri og fleiri salongir upp, og tær skulu jú eisini hava kundar. Men hóast eina minking, so hevur hetta ikki verið nakað ringt ár. Vit eru nøgdar og skulu ikki klaga. Àrið í ár hevur verið heilt, heilt rímiligt. Vit skulu lata væl at søluni, bæði í byggi- búðini og timburdeildini. 2004 hevur faktiskt verið eitt kvink betur, enn vit roknaðu við fyri einum ári síðani. Vit roknaðu við eini afturgongd, men hon er snøgt sagt ikki har. Hóast tað ikki hava verið so øgi- liga nógv sethús bygd, so hevur tað verið javnvigað av nógvum øðrum bygg- ingum, t.d. barnagørðum. Ein orsøk til, at tað ikki vórðu bygd so nógv sethús í ár, kann vera tí, at tað hev- ur verið trot á grundøkjum, í øllum førum her í Havn- ini. Men nú stykkja teir út, so næsta ár sær kanska ikki púra eiðasørt út. Hóast stóri vøksturin, sum sást ígjøgnum seinnu helvt av hálvfemsunum, ikki er at síggja longur, so hevur ein lítil vøkstur verið síðani 2003. Men tað líkist alsamt meiri eini stagina- tión efirhondini. Men við teimum væntanum, sum vit høvdu undan árinum, kunnu vit bara vera væl- tilfreds við árið. naðist 2004 Salong Tóta: – Vit klaga ikki Balslev: – Nógv betur enn væntað