fríggjadagur 31. desember 2004síða 8
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 251 - 31. desember 2004
– Hetta má sigast at
vera nakað av eini
salomoniskari loysn,
sum allir partar eftir
umstøðunum kunnu
liva við og sum fram-
vegis merkir, at allir
partar eru við, segði
Óli Jacobsen, formað-
urin í Fiskimannafel-
agnum og formaður í
Fiskamarknaði Før-
oya, tá ið hann á
landsfundinum um-
røddi nýggju upp-
boðssøluna, sum nú
verður sett á kjøl
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Á landsfundi hjá Føroya
Fiskimannafelag
greiddi
formaðurin, Óli Jacobsen,
sum eisini er nevndarfor-
maður í Fiskamarknaði
Føroya, frá gongdini at um-
skipa FMF, sum annars
varð settur á stovn í 1992.
– Eftir eina trupla byrjan,
hevur
Fiskamarknaðurin
havt stóran týdning fyri
prísásetingina av ráfiski í
Føroyum.
Óli segði, at tann prísur,
sum hevur verið latin, er
tað nærmasta, vit hava ver-
ið "røttum" prísum til fiski-
menn og skip.
– Upp ímóti helmingin-
um av ráfiskinum hevur ár-
liga verið seldur beinleiðis
um Fiskamarknaðin, og
prísurin fyri restina av fisk-
inum hevur verið tengdur at
hesum prísum.
Høvuðspartaeigararnir í
FMF eru privat virkir innan
bæði sølu og keyp av fiski,
og aftrat hesum eiga Føroya
Fiskimannafelag og Tofta
Arbeiðarafelag í felagnum,
harav arbeiðarafelagið er
størsti parteigarin.
Vinnan eiga
– Fyri nøkrum árum síðan
kom fram tað sjónarmið, at
tað rættasta hevði verið, um
vinnan sjálv átti fiska-
marknaðin, og at hon tí
eisini hevði ábyrgdina av
honum. Mett varð, at hóast
keyparar og seljarar eru
mótpartar, so skuldu teir í
hvussu so er verið samdir
um at hava eina so góða
søluskipan sum gjørligt,
sum grundleggjandi verður
bygd á marknaðarbúskap.
Óli segði, at nevndin í FMF
hevur tikið undir við hesum
sjónarmiði, og nógv upp-
skot hava verið um, hvussu
hetta skuldi skipast.
– Eitt tað seinasta upp-
skotið var í stuttum, at
Fiskamarknaðurin saman
við Ráfiskaseljarafelagnum
og Ráfiskakeyparafelagn-
um settu á stovn eitt nýtt
partafelag,
sum
skuldi
standa fyri uppboðssølu av
fiski. Harvið kom sølan í
verandi partafelag at verða
flutt til tað nýggja. Fiska-
marknaðurin skuldi eiga
50% av partapeninginum
og helvtina av nevndarum-
boðanini hjá luttakandi fel-
øgunum.
Óli vísti á, at fyrimunurin
við hesum uppskoti hevði
verið, at her vildi ein saml-
að vinna staðið aftan fyri
uppboðssølu av fiski, og
kundi henda staðið saman
fyri at fáa eina so effektiva
søluskipan fyri allar partar
sum gjørligt.
– Føroya Fiskimannafel-
ag stóð eisini aftan fyri
hetta uppskot, sum felagið
metti at vera til gagns fyri
allar fiskimenn.
Hetta uppskot var til við-
gerðar á fleiri eykaaðal-
fundum, har teir smærru
partaeigararnir vóru ímóti.
Endin varð tó, at meirilutin
av partapeninginum sam-
tykti uppskotið hjá nevnd-
ini.
– Nú skuldi verið greitt
hjá øllum pørtum at farið
undir
samráðingar
um,
hvussu
nýggja
felagið
skuldi skipast, og her tyktist
ikki at vera nøkur serlig
ósemja millum partarnar.
Semja var hinvegin um, at
nú mátti gerast skjótt av fyri
at fáa tað, sum tyktist at vera
ein semja, sett í verk.
Ráfiskakeyparafelagið
og
Ráfiskaseljarafelagið
høvdu tá samtykt, at tey
undir øllum umstøðum
vildu seta egna uppboðs-
sølu á stovn. Men sam-
stundis vildu teir eisini gera
eina avtalu um tær reglur,
sum í heila tikið skuldu
vera galdandi fyri keyp og
sølu av fiski í síni heild.
– Hetta var eitt øki, sum
annars hevur verið viðgjørt
av eini nevnd, sum er sett
av Fiskimálaráðnum. Með-
an alt hetta fer fram, fer ein
størri og størri partur av
ráfiskinum óviðgjørdur av
landinum, og talan er um
ein meira og meira skipað-
an útflutning.
Óli vísti á, at fiskimenn
og reiðarar náttúrliga vilja
hava hægst møguligan prís
fyri fiskin, og er hetta ikki
minst átroðkandi, nú prís-
irnir annars hava verið so
lágir.
Men
samstundis
merkir stóri útflutningurin,
at minni og minni verður at
gera hjá flakavirkjunum, og
tað hevur so aftur við sær, at
arbeiðsfólkini á virkjunum
hava minni og minni ar-
beiði.
– Hetta kann tykjast at
vera eitt óloysiligt mótstríð
millum áhugamál. Tað er
sum so avmarkað, hvat ið
kann gerast, tí tað ber ikki
til at seta í verk tiltøk, sum
kunnu spenna bein fyri fríu
kappingini um fiskin, sum
vit hava havt nú í fleiri ár.
Tað er hóast alt henni, vit
kunnu takka fyri, at prísir-
nir hava verið so frægir,
sum teir hava verið síðan
fyrst í nítiárunum.
Óli vísti á, at ósemja
millum feløgini endaði við,
at
Ráfiskaseljarafelagið
fyrr í heyst boðaði frá, at
teir als ikki vildu vera við
til at skipa eina uppboðs-
sølu saman við Ráfiska-
keyparafelagnum.
– Harvið var líkt til, at øll
ætlanin um eina felags
uppboðssølu hjá veiði-og
virkisliðnum lá í spønum.
Loysnin
Óli segði, at hóast stóru
ósemjuna, sum hevði tikið
seg upp, varð kortini ar-
beitt víðari við at finna ein
loysn, sum mátti lagast eftir
nýggju fyritreytunum.
– Úrslitið gjørdist, at
stovnað varð eitt nýtt felag
at reka uppboðssølu, har
Fiskamarknaðurin og Rá-
fiskaseljarafelagið
eiga
50% í part, og harvið eru
javnstillaðir partar. Hvørt
av feløgunum eiga tríggjar
nevndarlimir við einum
óheftum formanni.
Óli segði, at ávirkanin
hjá ráfiskakeyparum skal
vera gjøgnum upprunafel-
agið, Fiskamarknaðin Før-
oya, har ein av partaeigar-
unum er ráfiskakeypari og
eisini nevndarlimur í Rá-
f iskakeyparafelagnum.
Hesin partaeigarin verður
ein av nevndarlimunum í
nýggja uppboðssølufelagn-
um. Skuldi hann selt sín
part til Ráfiskakeyparafe-
lagið, yvirtekur felagið
hesa umboðan.
– Hetta má sigast at vera
nakað av eini salomonisk-
ari loysn, sum allir partar
eftir umstøðunum kunnu
liva við og sum framvegis
merkir, at allir partar eru
við. Ein samdur eykaaðal-
fundur í Fiskamarknaði
Føroya hevur tikið undir
við hesi loysn.
Óli vísti á, at nýggja fel-
agið byrjar sítt virksemi 1.
januar 2005, og tíðin síðan
stovnanina hevur verið
brúkt til at fyrireika virk-
semi, tí tað eru nógvir smá-
lutir, sum skulu fáast uppá
pláss.
– Vit kunnu bert fegnast
um, at Fiskimannafelagið
hevur kunnað havt ein
leiklut í at náa hesi semju,
sum skuldi verið til gagns
fyri allar partar, segði Óli
Jacobsen á landsfundinum.
Nýggi fiskamarknaðurin til verka
– At skipa ein nýggjan fiska-
marknað, har øll áhugamál
eru umboðað, kann tykjast at
vera eitt óloysiligt mótstríð
millum áhugamál, segði Óli
Jacobsen á landsfundi Fiski-
mannafelagsins
Mynd: Jens Kr. Vang
– Fyrr í heyst var líkt til, at ætlanin um eina felags uppboðssølu hjá veiði-og virkisliðnum lá í
spønum, segði Óli Jacobsen, sum eisini er nevndarformaður í Fiskamarknaði Føroya