fríggjadagur 31. desember 2004síða 9
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 251 - 31. desember 2004
9
Løgmaður hyggur
bæði aftur og fram
Hóast hon ikki varðar
meiri enn slakar 10
minuttir, liggur nógv
arbeiðið aftanfyri
fyrstu nýggjársrøð-
una hjá Jóannes Eid-
esgaard, sum hann fer
at halda í kvøld
NÝGGJÁRSRØÐA
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Hetta verður ein røða,
sum bæði lítur aftureftir- og
frameftir.
Jóannes Eidesgaard, løg-
maður, skal í kvøld halda
sína allarfyrstu nýggjárs-
røðu.
Og hann dylir ikki, at
hann kennir tað sum ein
heiður at sleppa at halda
nýggjársrøðu fyri Føroya
fólki.
Og hann hevur eisini giv-
ið nýggjársrøðuni tað fyri-
reiking, sum hann heldur,
at slík røða hevur uppi-
borið.
Tí at tað er ein stór løta,
ivast løgmaður onga løtu í.
– Hetta er ein røða, sum
rættiliga nógv fólk lurta
eftir. Hetta er kanska ein-
asta høvi, løgmaður hevur
at røkka inn í at kalla hvørt
einasta heim í landinum.
– Tí er hetta ein serlig
kensla at halda mína fyrstu
nýggjársrøðu.
Men av tí sama er eisini
neyðugt at velja orðini við
umhugsni og tað hevur
Løgmaður eisini gjørt.
– Hóast nýggjársrøðan
bara er slakar 10 minuttir,
er hetta ikki ein røða, sum
verður skrivað uppá ein
seinnapart. Eg havi hugsað
væl og leingi um, hvat eg
skal siga og tað eru nógvir
dagar, síðani fyrsta útkastið
til røðuna varð skrivað.
– Samstundis havi eg
ráðført meg við nógv fólk
um, hvat skal vera við í
røðuni, so tað hevur verið
ein rættiliga long tilgongd,
frá tí at eg fór at hugsa
fyrstu tankarnar um, hvat
skuldi standa í røðuni, til
nú, eg standi við henni í
hondini,
sigur
Jóannes
Eidesgaard.
Løgmaður heldur eina
aðra stóra røðu hvørt ár og
tað er Ólavsøkurøðan.
Men hann heldur ikki, at
nýggjársrøðan og ólav-
søkurøðan kunnu saman-
berast.
Ólavsøkurøðan er lógar-
ásett og hon er ein partur í
politiska arbeiðnum, har
farið verður í smálutir við
nógvum ymsum viðurskift-
um.
Hinvegin er nýggjársrøð-
an ein meiri persónlig røða
frá landsins leiðara til allar
føroyingar.
Aftureftir og frameftir
Jóannes Eidesgaard sigur,
at í hesi fyrstu nýggjársrøð-
uni fer hann at líta bæði aft-
ureftir og frameftir.
– Eg fari at líta aftur á
gongdina í 2004, har eg fari
at taka samanum, hvussu
farna árið royndist, bæði á
politiska økinum og á
vinnuliga økinum.
– Á politiska økinum
hava vit fingið bæði nýtt
løgting, nýtt landsstýri og
nýggj bý- og bygdaráð. Og
á vinnuliga økinum hava vit
havt stór bakkøst, serliga í
alivinnuni, men eisini í
fiskivinnuni sum heild.
Men løgmaður fer eisini
at líta frameftir og fer at
umrøða, hvat er til ráða at
taka fyri at styrkja okkum
vinnuliga og búskaparliga.
Og hetta er kanska mest
áhugaverdi
parturin
í
røðuni.
Jóannes Eidesgaard vil
ikki kalla røðuna dapra,
hóast stór bakkøst hava ver-
ið, men hon flýggjar heldur
ikki undan veruleikanum.
– Men tann parturin, sum
viðgerð tað gamla og farna,
er ikki tað, sum fyllir mest,
tó at tað ikki skal gloymast.
Tað, sum fær mestu um-
røðuna í nýggjársrøðuni, er
avgjørt tann parturin, har
eg hyggi frameftir og royni
at vísa á gongdar leiðir
frameftir.
Og løgmaður heldur, at
hóast útlitini kanska ikki
eru tey allarbjartastu, er tað
kortini ikki ein ókend
støða, sum samfelag okkara
er í.
– Tað hevur altíð gingið
upp og niður í føroyska
samfelagnum og í løtuni
eru tíðirnar ikki so góðar,
sum tær hava verið.
– Okkara uppgáva sum
politikarar, er at royna at
forða fyri, at sveiggini
verða
ógvusligari
enn
neyðugt og í hesum sam-
bandi fer løgmaður í nýggj-
ársrøðuni at nema við nøk-
ur viðurskifti, sum hann
heldur, eiga at verða tikin
upp.
Løgmaður fer eyðsæð
mest at røða um heimlig
viðurskifti, men hann fer
eisini í ávísan mun at um-
røða viðurskifti úti í heimi.
Tað er kl. 19 í kvøld at
løgmaður fer at halda
nýggjársrøðuna og hon
verður send beinleiðis bæði
í útvarpi og sjónvarpi.
Tað allarfyrsta, sum
nývalda býráðið í
Vági skal taka støðu
til, er eitt søguligt mál
og tað er byggiloyvið
til miðnámsskúlan
MIÐNÁMSSKÚLI Í
VÁGI
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Arbeiðið at fyrireika ar-
beiðið at byggja miðnáms-
skúlan í Vági heldur fram,
ótarnað av rumblinum ið er
uppstaðið í kjalarvørrinum
á ætlanunum um at flyta
hann til Hovs.
Og tað allarfyrsta, sum
tekniska nevnd í nývalda
býráðnum skal taka støðu,
er eitt søguligt mál og tað
er byggiloyvið til miðnáms-
skúlan í Vági.
Dánjal Bjarkhamar er
bæði formaður í teirri frá-
farandi teknisku nevndini
og teirri, sum tekur við í
morgin, tá ið nýggja val-
skeiðið byrjar.
Og hann sigur, at nakrar
dagar fyri jól sendi arki-
tektavirkið, sum fyrireikar
skúlan, býráðnum skriva,
har tað søkir um byggiloyvi
til skúlan, vegna menta-
málaráðið.
Saman við umsóknini eru
so tekningar yvir skúlan.
Arkitektavirkið
biðjur
um eina skjóta viðgerð í
býráðnum, tí ætlanin er at
bjóðað arbeiðið upp á skúl-
an út um miðjan januar, ella
um einar 14 dagar.
Týskvøldið
skipaði
býráðið seg við nýggjum
borgarstjóra, varaborgar-
stjóra og nevndum eftir bý-
ráðsvalið í november. Les
grein aðrastaðni í blaðnum
um tað.
Og Dánjal Bjarkhamar
ætlar at tað skal verða tann
nývalda tekniska nevndin,
sum fær høvi at viðgera
umsóknina.
Hann sigur, at málið
verður tikið upp beint eftir
ársskiftið.
– Umsóknin um byggi-
loyvi til skúlan verður tað
allarfyrsta málið, sum tann
nývalda tekniskar nevndin
fær til viðgerðar og skal
taka støðu til.
Hann leggur afturat, at
hann ætlar, at tekniska
nevnd skal viðgerða málið
skjót og taka eina skjóta av-
gerð, tí skal arbeiðið bjóð-
ast út um miðjan januar,
hevur tað skund at avgreiða
byggiloyvið.
Annars hevur ljóðað, at
landsstýrið
hevur
lagt
arbeiðið at fyrireika skúlan
á ís ímeðan spurningurin
um at flyta hann til Hovs,
verður viðgjørdur, men
sambært hesum, verður ar-
beitt við byggiætlanini í
Vági sum um onki var hent.
Dánjal Bjarkhamar veit
sjálvsagt ikki, hvørja støðu
tekniska nevnd kemur til,
men tað er lítið at ivast í, at
skúlin fær byggiloyvið.
Ætlanin er, at skúlin skal
vera liðugur í 2006.
Í síni fyrstu nýggjársrøðu fer Løgmaður at umrøða tey bakkøst, sum føroyska samfelagið hevur
verið fyri í brátt farna ári. Men mesti og áhugaverdasti parturin er røðuni er tann parturin, har
hann lítur frameftir. Mangan eru boð eftir løgmanni at halda røðu. Her heldur hann røðu
umborð á Smyrli tollaksmessudag, tá ið nýggja samferðsluhavnin varð tikin í nýtslu
Arbeiðið upp á miðnámsskúlan
í Vági bjóðast út um tvær vikur
Arbeiðið uppá miðnámsskúlan í Vági verður bjóðað út um tvær vikur