Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-31, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 31. desember 2004síða 10

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 251 - 31. desember 2004 Árið, sum nú fer aftur um, hevur verið eitt hendingaríkt ár. Vit fingu nýtt landsstýri. Fullveldistilgongdin er fokin og í staðin er komin ein sjálvstýristilgongd, har ætlanin er at fáa eina breiða tjóðskaparliga semju um sjálvstýri Føroya og um uttanríkis- og trygdarpolitiskar heimildir. Tað tykist sum rættiliga breið semja er í politisku skipanini um hesa tjóðskaparligu kós. Hvussu endaliga úrslitið fer at síggja út vita vit ikki enn, tí samráðingarnar eru ikki lidnar. Vónandi koma partarnir til eina semju, sum ein breiður meiriluti av Føroya fólki kann taka undir við, so sleppast kann burturúr tí tyngjandi tjóðskaparpolitisku ósemju, sumnú leingi hev- ur darvað politiska arbeiðinum í Føroyum. Búskaparliga kundi myndin havt verið ljósari. Tað gongur ikki betur enn væl i vinnulívinum. Orsøkirnar eru lágir fiskaprísir og bygnaðarligir trupulleikar. Hinvegin er ikki talan um kreppu, og samgongan hevur víst, at hon tekur trupulleikarnar í størsta álvara. Tað tykist tó, sum vinnulív- ið heldur tað ganga ov seint við at koma fram við tí vinnu- strategi, sum kann nýtast í einum kreppufyribyrgjandi bú- skaparpolitikki. Vónandi hendur nakað skjótt á hesum øki. Á útbúgvingar- og mentanarøkinum hevur verið lívligt tjak og lívligt virksemi og sjáldan hevur mentanarpolitikkurin fingið størri rúmd í miðlunum. Mentamálaráðharrin tók øll á bóli, tá hann í eini handavending legði út- og sjónvarp saman. Hetta var ivaleyst neyðugt og tíðin vil vísa, hvussu samanleggingin fer at ávirka fjølmiðlaøkið. Her er ivaleyst ein størri liberalisering á veg og vit kunnu bert vóna, at hendan liberalisering fer at gagna øllum fjølmiðlum – eis- ini bløðunum, sum jú ikki eru javnstett við almennu fjøl- miðlarnar men sum hava sína týðandi uppgávu í okkara demokratiska samfelag. Almennu miðlarnir fáa millióna- upphæddir, sum lurtarar og hyggjarar hava lógásetta skylu at rinda teimum. Onnur fólkaræðilig lond útjavna henda ójavna við eitt nú blaðútberingarstuðli út frá tí meginreglu, at bløðini eru eins týðandi mentanarberar og almennu loft- miðlarnir. Vónandi fer ein komandi mediukommissión at greiða hesar og aðrar átrokandi miðlaspurningar t.d. spurn- ingin um, hvør ið skal eiga almenna sendinetið. Á heilsu- økinum er nýggja landssjúkrahúsið størsta einstaka hend- ingin og vónandi fara politikkarar at játta tað, sum rakstur- in fer at kosta – um ikki, er lítið vunnið. Á altjóða pallinum hevur verið lítil friður. Kríggið í Irak, sum ongan enda tykist fáa, rembingarnar í eystureuropa, hungursneyðir, náttúrvanlukkur, hækkandi orkuprísir og ein skrantandi heimsbúskapur, ið er nær tengdur at met- stóra hallinum á amerikonsku fíggjarlógini. Men glottar eru eisini. Hóast trupulleikar meta flestu serfrøðingar, at heimsbúskapurin fer at batna í 2005. Føroyar eru komnar væl ígjøgnum tað árið, sum nú fer. Landið er ríkt, men tíðin er komin til,at politikkarar hyggja at, hvussu hetta ríkidømið er býtt. Alt fleiri føroyingar ger- ast eldri og tí er ein nýskipan av eftirlønarøkinum átrok- andi. Her tykist tað, sum ein glotti er fyri framman og arbeitt verður við eini áhugaverdari skipan. Eydnast hetta í valskeiðinum, er tað einki minni enn eitt politiskt bragd. Vit fara nú inn í eitt nýtt ár. Eingin uttan Várharra veit, hvussu hetta nýggja árið fer at vignast, men vit eiga øll vónina um eydnu og framgongd. Vónin er alt og henni mugu vit ikki sleppa. Okkara tankar leita tí eisini til teirra, sum vegna sorg ella persónligar trupulleikar hava tungt við at varðveita vónina. Blaðið ynskir øllum Føroya fólki eitt gott og signað nýttár og takkar samstundis øllum, sum vit hava havt samband við fyri gott samstarv við vónini, at vit við framhaldandi góðum samstarvi kunnu geva føroying- um úti sum heima eitt enn betri blað í 2005. DAGSINS MEINING Sosialurin Við áramót VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard toki@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo Hjørdis Gregersen hjordis@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 228909 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Føroyaprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. Róland Joensen Kaldbak Sum kunnugt er stór náttúru- vanlukka farin fram í Asiu, og havi eg fylgt gongdini har við stórum áhuga. Hetta er ein okkum ókendur sorgarleikur. Nógv eru tey, ið hava mist bæði ognir og síni kæru. Eg meti tí, at tað er av størsta týdn- ingi, at vit sum føroyingar veita eina hjálpandi hond, soleiðis sum vit nú einaferð kunnu tað. Men tað, ið harmar meg hesum viðvíkjandi, er mát- in vit raðfesta pening okk- ara. Alt gott um at vit hjálpa øðrum, men hvat við okkara egnu. Tað vísur seg ferð eftir ferð, at hava tey veiku í okkara samfelag tørv á ein- hvørjari hjálp, so er pening- ur ikki tøkur til hetta. Eitt dømi er tað stóra arbeiði Frelsunnar Herurin ger, og øll vita eisini at tílíkt ar- beiði er sera kostnaðarmik- ið. Eisini er flest øllum kunnugt, at ikki er nóg mikið av peningi tøkur til hetta arbeiði. Hví er tað ikki eins lætt at útvega pen- ing til tílíkt arbeiði? Ella hvussu ber tað til at peningur ikki er tøkur til tey í samfelagi okkara, ið hava tørv á tí, – eitt nú pen- sjónistar, ið gjøgnum árini hava ligið í fíggjarligum andaleypi? Ein hevur skilt tað soleiðis, at møguligt var ikki at játta meiri pening, orsaka av sparingum og øðrum. Hetta kann tó ikki vera rætt, tá ið millióna upphæddir altíð eru tøkar til at senda av landinum, til at hjálpa øðrum. Mong eru tey, ið ikki klára dagin og vegin, ikki tí at tey eru verri menniskju enn onnur, men hjálp er eingin til teirra? Nógv eru tey, ið hava tað óhepnu lagnu, at tey gerast sjúk, missa hjúnafelagan ella annað, ið ger at tey missa inntøkugrundarlagið. Hví kunnu vit ikki hjálpa hes- um, ið eru okkara egnu, meiri enn vit gera? Heldur eingin vilji er til at játta tann pening, ið tørv- ur er á til sjúkrahúsverkið, tí sparingar skulu gerast. Heimahjálpin til okkara gomlu er eins og maður við ongum ørmum. Hví ikki hjálpa teimum, ið hava bygt hetta land? Eg vil ikki at hetta skal misskiljast, tí eg havi einki í móti at hjálpa øðrum, har tað er neyðugt. Men eg meti tað vera sera harmiligt at hoyra politikarar okkara, gera so nógv burtur úr, tá ið tað kemur til at hjálpa øðr- um, ið ikki hoyra samfelagi okkara til, er hetta ein máti at vísa seg farm uppá, og fáa bíliga politiska reklamu? Hevði ynskt at teir vóru eins grammir, tá ið tað kom til at játta pening til okkara egnu veiku, – og at tað hevði gingið líka skjótt. Hvussu verður almennur peningur raðfestur? Bjørn Patursson Nú eg sitið og hugsi um, hvussu nógvur peningur verður skotin av gamlárs- kvøld, kom eg at hugsa um, at eg í staðin fyri at keypa fýrverk fari at senda Reyða- krossi eina peningagávu. Hugsið tykkum, hvønn munin tað hevði gjørt, um hvør føroyingur læt eitt 10 krónu stykkið í staðin fyri at hvørja sendu rakett. Tað hevði munað, og vit kundu goymt fýrverkið til kom- andi ár. Kommunurnar brúka eisini munandi pen- ingaupphæddir til fýrverk. Gott nýggjár! Uppskot til Reyða Kross Onki nýggjársbál skal kyndast uttan við loyvi frá kommununi. Tað er bert loyvt at brenna óviðgjørdan við TÍÐINDASKRIV Heilsufrøðiligu starvs- stovuni, Umhvørvisdeildin Tað er ikki loyvt at brenna bál, herundir nýggjársbál, uttan við loyvi. Sambært kunngerð nr. 147 um burturkast frá 19. oktober 1995 verður loyvi til at brenna nýggjárs- og jóansøkubál o.t. latið av kommununi, um tað ikki er til ampa fyri grannalagið. Um bál elva til ampa, skal kommunustýrið geva boð um, at gevast skal við hesum, og at burturkastið skal latast til kommunalu móttøkustøðina fyri burtur- kast. Hvat kann brennast á nýggjársbálinum Tað er bert loyvt at brenna óviðgjørdan við. Til dømis kunnu granntrø ella jólatrø brennast. Javnan hevur nýggjárs- bálið verið nýtt sum høvi til at sleppa sær av við ymiskt burturkast og annað órudd, sum hevur hópað seg upp gjøgnum árið. Hetta kann vera sera óheppið, tí nógv- ur og eisini vandamikil roykur kann koma frá dálk- andi burturkasti. Tað er ikki loyvt at brenna viðgjørdan við, tvs. við, sum er trýst- viðgjørdur, og eisini við, sum er málaður ella við- gjørdur á annan hátt. Leivdir frá bálum skulu takast upp skjótast tilber og latast til kommunalu mót- tøkustøðina fyri burturkast. Onki nýggjársbál uttan loyvi