fríggjadagur 31. desember 2004síða 11
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 251 - 31. desember 2004
11
32 ára gamla Anja
Skaale er stødd í
Indonesia saman við
manninum og dótr-
ini. Síðani ræðuliga
flóðaldan herjaði,
hevur mamman onki
hoyrt frá henni. – Eg
ristist sum eitt bóka-
blað hvørja ferð tele-
fonin ringir, tí eg
haldi, tað eru deyðs-
boð, sigur Óluva
Anthoniussen
VANLUKKA
Ingrid Bjarnastein
ingrid@sosialurin.fo
Seinast Óluva Anthonius-
sen hoyrdi nakað frá dóttir
sínari, Anju, sum er stødd í
Indonesia, var eina viku
áðrenn jól. Síðani flóðaldan
herjaði 2. jóladag, hevur
hon onki hoyrt aftur frá
henni.
Anja og maðurin, sum er
frá Indonesia, fóru hagar
fyrst í desember mánaði at
halda jól saman við familj-
uni har. Við teimum var eis-
ini tvey ára gamla dóttirin.
– Eg fekk eini sms-boð
frá Anju eina viku fyri jól.
Tá vóru tey stødd á eini frí-
tíðaroyggj, men vóru á veg
aftur til Sumatra, greiðir
Óluva Anthoniussen frá,
sum er glað fyri, at tey ikki
vóru á frítíðaroynni, tá
flóðaldan rakti.
Ræðuligt
Anja, dóttirin og maðurin
eru stødd á oynni Sumatra
nær við býin Medan. Verts-
foreldrini búgva sunnanfyri
økið, ið rakt er, og ambas-
sadan í Medan hevur boðað
frá, at økið Anja og familj-
an eru í, er ikki rakt.
– Men tað er ræðuligt
onki at hava hoyrt. Telefon-
in hevur kimað í heilum, og
hvørja ferð ristist eg sum
eitt bókabað, tí eg eri bang-
in fyri, at tað eru deyðsboð,
sigur Óluvá, sum fyri sjey
árum síðani misti hitt barn-
ið. 27 ára gamla sonin.
Systir og beiggi Óluvu
hava internet, og tey royna
at savna saman tíðindi, sum
tey síðani fortelja henni.
– Eg havi havt tað ræðu-
ligt líka síðani. Eg fekk eitt
ordiligt sjokk. Eg klári ikki
at hyggja eftir Degi og
Viku, tí hatta klári eg ikki
at síggja.
Eg eri trúgvandi, so eg
biðji til Jesus fyri at fáa tey
heim aftur í øllum góðum,
men alíkavæl, so er óttin
har alla tíðina, sigur Óluvá
Anthoniussen.
Føroyingur í Indonesia:
Mamman onki frætt frá dóttrini
Anja Skaale er saman við
manninum og dóttrini í
Indonesia. Síðani flóðaldan
herjaði hevur mamman,
Óluva Anthoniussen onki
hoyrt frá teimum