Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-31, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 31. desember 2004síða 12

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 251 - 31. desember 2004 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundir føðingardagar, brúðleypsdagar, starvssetanir og -dagar. Steingrim Joensen á Argj- um fyllir 80 ár mánadagin tann 3. januar 2004. Steingrim er føddur og uppvaksin á Argjaboða, hann er sonur Johannu og Óla Jákup Joensen. Johanna var ættað úr Kolla- firði og Óla Jákup var ætt- aður á Argjaboða. Steingrim er yngst av trimun systkjum, sum vóru Zacharias á Argjaboða, Merry Joensen og Stein- grim Joensen, Merry doyði, sum 3 ára gomul av tuberk- lum. Steingrim hevði konu úr Miðvági, sum æt Henrietta, fødd Niclasen, og tey fingu 4 synir: Óli, Jóannes, Bogi og Regin. Steingrim bleiv einkjumaður í 1994. Steingrim hevur starvast hjá P/F Thomas Dam í 53 ár. Í síni frítíð hevur hann røkta seyð og fiska. Stein- grim hevur ein lítlan bát og jørð. Aftaná at Steingrim bleiv pensioneraður, tóku hann og nakrir Argjamenn seg saman og fingu undirhúsið á Argjum sett á stovn, sum eitur Andrasarstova. Har hevur hann sína dagligu gongd. Steingrim eigur 8 abba- børn og 3 langabbabørn, sum hann hevur stóra um- sorgan fyri. Hjartaliga til lukku við 80 ára føðingardegnum. Føðingar 19. desember fingu Barbara Magnussen og Petur Bech, Tórshavn, ein son. Hann var 52 cm.langur og vigaði 3350 gr. 20. desember fingu Hjørdis Nolsøe og Allan Weihe, Keypmannahavn, eina dóttur. Hon var 53 cm. long og vigaði 3550 gr. 20. desember fingu Gudrun Kjærbo og Óli Hans Olsen, á Válinum, ein son. Hann var 55 cm.langur og vigaði 3525 gr. 21. desember fingu Jeanne Leosdóttir Poulsen og Mikkjal Holm, Nólsoy, ein son. Hann var 54 cm. langur og vigaði 3550 gr. 23. desember fingu Leigh og Jan Hjaltalin, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 53 cm. long og vigaði 3950 gr. 24. desember fingu Anna Jórun Heinadóttir og Finn Wenningsted Larsen, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 55 cm. long og vigaði 3700 gr. 25. desember fingu Lisbeth og Ari Johanneson. Kvívík, eina dóttur. Hon var 55 cm. long og vigaði 4400 gr. 26. desember fingu Kristianna Thorkildshøj og Fróði Sigvardsen, Tórshavn, ein son. Hann var 56 cm. langur og vigaði 4125 gr. 28. desember fingu Joan og Gunnfríður Dahl Olsen, Saksun, ein son. hann var 56 cm. langur og vigaði 3950 gr. Andlát 14.12 Kára Djurhuus, Toftir, 55 ár. 15.12 Hanna Sigurðgeirson, nevnd Hanna hjá dekninum, ættað úr Sandavági, 101 ár. 17.12 Steinar Waag, keypmaður í Reykjavík, 72 ár. 18.12 Dánjal Petersen, Fuglafjørður, 70 ár 19.12 Maria Friðbergsson, búsitandi í Reykjavík, ættað úr Tarti í Oyndarfirði, 96 ár. Helena Mørk Hjelm, Vági, ættað úr Havn, 92 ár. 20.12 Jens Jacob Strøm, Sandvík, 84 ár. Dagurin 31. desember. Sylvester, deyður ár 335. Pávi, sum sigst at hava doypt fyrsta kristna keisaran Konstantin Mikla. Sylvester var tann pávin, sum fór undir at byggja Pæturskirkjuna. Dagurin er nýggjársaftan og verður eisini róptur gamlaárskvøld. 1. januar. Nýggjársdagur. Sum kirkjuligur heilig- dagur hevur hann eisini borið navnið Circumcisio Domini (umskering Harrans), ið sipar til at áttanda dagin eftir føðingina, varð Jesus sum allir jødiskir dreingir umskorin. Hákun kongur Sverrason (føddur í Føroyum) doyði í Bergen hendan dagin í 1204. 2. januar. Ábal. Dagurin verður nevndur Ábal eftir øðrum soninum hjá Ádami og Evu, sum bróðurin Káin drap (1. Mós., 4, 1-16). Týdningurin av navnin- um er óvissur. 3. januar. Enokur, sum gjørdist 365 ára gamal (Mós., 5, 21-24). Navnið merkir vígdur ella royndur.± Steingrim Joensen 80 ár Leygardagin 1. januar 2005 hevur Jógvan Arge, út- varpsmaður, 35 ára starvs- dag hjá Útvarpi Føroya. Jógvan er 57 ára gamal. Føddur og uppvaksin í Havn. Barna- og unglinga- árini búði hann á Tinghús- vegnum, gekk í nonnu- skúla, millumskúla og studentaskúla. Eftir lokið studentsprógv í Hoydølum í 1966, fekk hann sær útbúgving sum journalistur á Ritzaus Bureau í Keypmannahavn frá 1967-70 og byrjaði sum programmedarbeiðari í Út- varpi Føroya 1. januar 1970. Frá 1979-1989 var hann leiðari fyri tíðindadeildina, og síðan 1989 hevur hann verið programleiðari á stovninum. Jógvan var formaður í Ítróttasambandi Føroya frá 1978-1980, og í 1999 fekk hann heiðursviðurkenning frá ÍSF. Síðan 1. januar 2001 hev- ur hann verið limur í Tórs- havnar Býráð fyri tjóð- veldisflokkin, og í nýggju býráðssamgonguni er Jógv- an varaborgarstjóri. Jógvan er sonur Petru f. Gregersen úr Syðrugøtu og Niels Juel Arge, útvarps- stjóra, sála. Hann er næst- elstur av fimm systkjum. Hini eru: Jórun Arge, Ólav- ur Arge, Suffía Eliasen og Magni Arge. Jógvan er giftur við Maritu f. Niclasen úr Nesi í Hvalba. Hon er útbúgvin pædagogur á Føroya Læraraskúla í 1991. Børnini eru: Niels Juel Jógvanson Arge f. 1966, búskaparfrøðingur, Uni Jógvanson Arge f. 1971, tíðindamaður, og Jóhanna Arge, f. 1972, løgfrøðingur. Umframt útvarpsarbeiðið er Jógvan eisini kendur sum rithøvundur, serliga fyri sínar bøkur um føroy- ingar í Grønlandi. Jógvan Arge, tíðindamaður: 35 ára starvsdag hjá Útvarpi Føroya Lesið Sosialin - so eru tit við